Hondbólturin stóð í besta blóma í Suðuroy undir krígnum

Birgit á ungum árum við sjóvarmálan á Tvøroyri. Hon svam á sjónum hvønn dag allar dagar í árinum.
Birgit á ungum árum við sjóvarmálan á Tvøroyri. Hon svam á sjónum hvønn dag allar dagar í árinum.

Ì eina tíð havi eg leitað eftir gomlum hondbóltstilfari í Suðuroy. Havi verið í Sandvík og Hvalba og eitt sindur í Vági. Løgið at hugsa sær, at tey eisini hava spælt hondbólti í Vikarbyrgi og Fámjin undir krígnum. Men tá kríggið endaði, broyttist alt eisini hondbólturin í Suðuroy. Eg havi tosað við 88 ára gomlu Birgit Hestoy, sum er mamma Jon, Heina og Ingrid Hestoy.

Birgit býr á Ellisheiminum á Tvøroyri, er púra klár,  og fyrikomandi at tosa við. Greinina havi eg skrivað, men enn vanta nøkur nøvn til gomlu liðmyndirnar, sum eru torfør at finna. Tá nøvnini eru funnin, kemur greinin á heimasíðuna.

Hesi orðini eru bara eitt uppískoyti til samrøðuna við Birgit, tí í ítróttarárbókini frá 1973 kom eg fram á mynd av Jon Hestoy son Birgit, sum eg minnist væl kom til Havnar at svimja kapp.

Jon á sigursskamlinum í 1973.
Jon á sigursskamlinum í 1973.

Jon tók øll á bóli, tí hann vísti nøkur svimjievni og hevði slíkan stríðsvilja, sum vit ikki høvdu sæð áður. Venjarin var mamman Birgit Hestoy, sum var svimjilærari á Tvøroyri. Birgit var á ein hátt serlig, tí hon svam hvønn dag á sjónum. Hon hevði eina harmoniku við sær, hvar hon fór. Høg og kropssterk ung kvinna, sum hevði øgiligt lívsmót og “elskaði” at spæla hondbólt.

Tá eg síggi ungdómsmyndinar av Birgit henda høga kropssterka hondbóltskvinna, sum slóðaði fyri hondbóltsspælinum á Tvøroyri, so undrist eg ikki, at sonurin Jon Hestoy gjørdist ein av okkara allar bestu kappsvimjarum. Sum mamman sigur í greinini: Tað einu ferðina kom Jon við heilari gullketu um hálsin úr Havn. Gullmerkini vóru sjey í tali.

Hendingina frá 1973 minnist eg væl, tí eg sá allar svimjikappingar í uttandura svimjihylinum í Gundadali. Nógvir áskoðarar sóu altíð kappingarnar. Maðurin, sum handar heiðursmerkini, er Heri á Lava, sum í fleiri ár var formaður í Havnar svimjifelag. Heri svam eisini sjálvur kapp. Síggi fyri mær “Bobby” Brockie rópa: Takið støðu. Tá var ikki brúktur revolvari men floyta. Eingin digital tíðtalva, men har stóðu tey øll við stoppuri í hond og tóku tíðina hjá einstaka svimjaranum.

Jon Hestoy svam uttanlands við góðum úrslitum, og hann hevur í mong ár verið formaður í Svimjisambandinum. Sum omanfyri sagt, kemur samrøðan við Birgit Hestoy á heimasíðuni skjótt. Nógvar áhugaverdar myndir, og so sleppur 70 ára gamla harmonikan hjá Birgit eisini við. (Vagnur)

Minnini er góð frá uttandurahylinum í Gundadali. (Mynd Ítróttarárbókini 1973)
Minnini er góð frá uttandurahylinum í Gundadali. (Mynd Ítróttarárbókini 1973)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

One Response to Hondbólturin stóð í besta blóma í Suðuroy undir krígnum

Leave a reply