Tjaldur úr Runavík hevur onga høll í hesum kappingarárinum

Búsetur er um at fáa fimleikahøllina innilokað. (Mynd Vagnur)
Búsetur er um at fáa fimleikahøllina innilokaða. (Mynd Vagnur)

Leygardagin var eg í Rituvík og hugdi at gomlum bili, sum stóð í snotuligari stórari høll, sum áður húsaði Eggvirkinum. Á veg aftur til Havnar steðgaði eg við høllina í Runavík, har Búsetur byggir altjóða fimleikahøll. Høllin er næstan innilokað. Í sambandi við nýggju fimleikahøllina, fer eisini fram umfatandi umvælingararbeiði í ítróttahøllini. Andrias Jacobsen formaðurin í Tjaldri segði við heimasíðuna í apríl mánað, at Tjaldur onga høll hevur til ársskifti, men nú staðfestir formaðurin, at umvælingararbeiðið í høllini er so umfatandi, at Tjaldur sleppur ikki í høllina í hesum kappingarárinum.

Fótbóltsvøllur, fimaleikahøll og ítróttahøll. Veruliga stórt frambrot í Runavik. (Mynd Vagnur)
Fótbóltsvøllur, fimaleikahøll og ítróttahøll. Veruliga stórt frambrot í Runavik. (Mynd Vagnur)

Í apríl mánað segði Andrias soleiðis við undirritaða. – Vit í Tjaldri hava ongar trupulleikar at vera høllina fyri uttan í hálvt ár vitandi um, at vit sleppa aftur í eina nógv betri høll 1. januar 2014. Umframt, at fimleikahøllin verður bygd, skulu ymsar broytingar og umvælingar gerast í ítróttahøllini. Endin suðureftir verður tikin niður, og høllin longd suðureftir. Ljósini í høllini skulu skiftast, og annað gólv leggjast í høllina. Eisini skal betrast um skiftingarumstøðurnar. Høllin er nú tredivu ára gomul og treingir til ábøtur.

– Tá ið tú spyrt meg um hondbóltin í Runavík við ongari ítróttahøll í hálvt ár, so fara vit at venja og spæla dystir á Skála, til høllin í Runavík letur upp aftur. Eisini er møguleiki at venja í høllini á Kambsdali. Vit í Tjaldri síggja nógvar nýggjar møguleikar, at fimleikahøllin mest sum er bygd aftrat ítróttahøllini, tí tey ungu kunnu bæði spæla hondbólt og gera fimleik. Eingin ivi er um, at hetta er frálíkt fyri allar partar, sum vilja teimum ungu væl í ítróttinum, segði Andrias við heimasíðuna í apríl mánað.

Soleiðis sær verkætlanin út, tá alt arbeiðið er liðugt.
Soleiðis sær verkætlanin út, tá alt arbeiðið er liðugt.

Sunnukvøldið ringdi eg til Andrias, og nú eru boðini frá formanninum hesi: – Kommunan er komin til niðurstøðuna, at høllin má umvælast meira enn ætlað, og tí er best at gera allar umvælingarnar í høllini nú, tí høllin er gomul og nógv brúkt. Høllin verður sum upprunaliga ætlað ikki liðug á nýggjárinum. Tjaldur sleppur tí ikki at venja og spæla dystir í høllini hetta kappingarárið.

Andrias Jacobsen er formaður í Tjaldri.
Andrias Jacobsen er formaður í Tjaldri.

– Eg meti tí hetta kappingarár sum serligt kappingarár, har vit í Tjaldri leggja serligan dent á ungu liðini. Vit venja í frálíkari fimleikahøll á Toftum, og tað gleðiliga er, at heilt nógv toftabørn er komin at spæla hondbólt. Eisini venja vit í fimleikahøllini í Søldafirði. Vit spæla heimadystirnar í høllini á Skála, men vit hava ikki enn fingið venjingartímar í høllini. Vit royna nú at leggja langtíðarætlanir fyri hondbóltsvirksemið í Tjaldri og gleða okkum til, at vit fáa bæði nýumvælda ítróttahøll og eina aljtóða fimleikahøll, sigur Andrias at enda.

Nú er tað soleiðis, at Skála og Runavík eru í somu kommunu, so tað átti at borið til hjá Tjaldri at fingið nakrar venjingartímar í høllini á Skála. StÍF venur í høllini á Skála, men Strendur og Skála eru ikki somu kommunu. Vónandi finna tey eina loysn á málinum, so Tjaldur sleppur upp í part. Gleðiligi tíðindini eru, at toftaungdómar eisini eru farin at spæla hondbólt, og sjálvandi skulu Runavík og Toftir finna saman um hondbóltin, sum tey gera í kappróðrinum. Alt avgerandi er, at hondbólturin hevur frílíkt virksemi bæði á Skála og á Strondum og so sanniliga eisini í Runavík og á Toftum. (Vagnur)

Ìtróttahøllin í Runavík er farin um tey tretivu árini. (Mynd Vagnur)
Ìtróttahøllin í Runavík er farin um tey tretivu árini. (Mynd Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply