Tey hava góðar vónir um kappróðurin í Suðuroy

Suðuroyingur vann á norðoyastevnu. (Mynd Hvannrók)
Suðuroyingur vann á norðoyastevnu. (Mynd Hvannrók)

Tað mann vera fáur norðanfjørðs, sum veit, hvussu kappróðurin veruliga hongur saman í Suðuroy. Í summar hava vit hoyrt um Suðuroyingin, Royndina Fríðu og Tvørabátin, sum allir hava vunnið. Eg havi hitt Bjarna Hammer, sum var ein av teimum, sum slóðaði fyri nýggja felagnum Suðuroyar Kappróðrarfelag, sum hevur sín uppruna í Froðbiar Sóknar Róðrarfelag og Vágs Kappróðrarfelag. Og Bjarni sigur:

– Tað kann tykjast løgi hjá fólki norðanfjørðs at fáa skil á, at Suðuroyingur hoyrir til Suðuroyar Kappróðrarfelag, Royndin Fríða til Vágs Kappróðrarfelag og Tvørabáturin til Froðbiar Sóknar Róðrarfelag. Vit stovnaðu nýtt kappróðrarfelag, sum bara umfatar 10-mannafarið Suðuroying, so vit sluppu undan øllum tí lokala. Nevndin í nýggja felagnum er mannað við nevndarlimum í Vágs Kappróðrarfelag og Froðbiar Sóknar Róðrarfelag.

Royndin Fríða vann á norðoyastevnu. (Mynd Hvannrók)
Royndin Fríða vann á norðoyastevnu. (Mynd Hvannrók)

– Vágs Kappróðrarfelag og Fróðbiar Sóknar Róðrarfelag er tvey sjálvstøðug feløg, sum eru felags um 10-mannafarið Suðuroyingin í nýggjum felagi. Tí fingu vit okkum nýggjan bát, nýggjar litir og nýggjar búnar. Eg haldi, at fólk hava tikin heilt væl ímóti nýggja 10-mannafarinum, og eg merki tíðuliga, at heilt stórur áhuga er fyri kappróðri í Suðuroy bæði millum ung og eldri. Seinnu árni vóru bara 6-mannaførini, men nú kunnu rógvarar síggja fram at rógva við 10-mannfarinum. Og tú merkir hvønn einasta dag, at kappróður hevur djúpar røtur í oynni.

Bjarni Hammer rør við Suðoyingi. (Mynd Vagnur)
Bjarni Hammer rør við Suðoyingi. (Mynd Vagnur)

–  Fróðbiar Sóknar Róðrarfealg fyrireikar nú at byggja nýtt neyst, og hevur Tvøroyar kommunu latið grundøkið og stuðlar eisini ætlanini. Um skamma stund verður økið gjørt byggiklárt. Eisini hevur Vágs Kappróðrarfelag umbiðið nýtt 6-mannafar, og ætlanin er, at 6-mannaførini Smiril og Tvørabáturin skulu ala upp rógvarar til 10-mannafarið. Øll leggja stóran dent á, at Suðuroyingur skal fyrst mannast, áðrenn talan er um at manna 6-mannaførini. Ikki óttist eg fyri, at menn heldur vilja rógva við 6-mannafari enn við flaggskipinum Suðuroyingi.

– Vit hava merkt heilt stóra undirtøku fyri nýggja 10-mannafarinum, og vit rógvarar merkja, at fólk eru vorðin góð við bátin. Sum áður sagt, er stórur áhugi fyri kappróðri í Suðuroy. Vit vóna sjálvandi, at vit í framtíðini fáa mannað enn fleiri bátar. Í løtuni rógva Suðuroyingur, 6-mannafarið Tvørabáturin við monnum, 5-mannafarið Royndin Fríða við dreingjum, og tríggjar barnamanningar við gentum, sum eru umborð Firvaldi, Huldu og Royndi Fríðu, sigur Bjarni Hammer at enda.

Tað kom óvart á fólk, at Tvørabáturin vann á vestanstevnu. (Mynd Hvannrók)
Tað kom óvart á fólk, at Tvørabáturin vann á vestanstevnu. (Mynd Hvannrók)

Royndin Fríða við dreingjum vann á norðoyastevnu, og tað gjørdi Suðuroyingur eisini. Og so kom ávart á fólk, at Tvørabáturin vann í Sørvági. Men eingin ivi er um, at hesir sigrar hava nógv at siga fyri kappróðurin í Suðuroy. Hetta, at tað ber til at vinna og at standa seg væl. Nevnast kann, at Royndin Fríða við dreingjum er mannað bæði við dreingjum av Tvøroyri og úr Vági, og at umborð Tvørabátinum sita tríggir rógvarar úr Hovi, tveir av Tvøroyari og ein úr Vági. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply