Ingi Olsen og synirnir hava vunnið meistaraheiti í Grønlandi

GSS úr Nuuk vann meistaraheitið bæði fyri menn og kvinnur. Ingi sæst uttast høgrumegin, og sonurin Julian miðskeiðis aftast.
GSS úr Nuuk vinnur meistaraheitið bæði fyri menn og kvinnur. Ingi uttast høgrumegin, og sonurin Julian miðskeiðis aftast. (Mynd Sermitsiaq)

Ingi Olsen úr Vestmanna, og sum vit kenna sum frálíkan hondbóltsspælara og venjara, arbeiðir hjá BankNordik í Nuuk í Grønlandi. Og bæði Ingi og synirnir Sjúrður og Julian spæla hondbólt, Ingi tó mest sum venjari í hondbóltsfelagnum GSS í Nuuk. Fjarstøðan millum bygdir og býir eru so stór á Grønlandi, at ikki er møguleiki at hava eins landskapping eins og í Føroyum við úti- og heimadystum. Í Grønlandi hittast øll liðini eina ferð um árið, har tey í eina viku spæla um meistaraheitini. Í ár var kappingin í Sisimiut. Og Ingi og synirnir fingu upp í posa og sekk. Ingi spælir ikki nógv longur, men er virkin venjari, og tað dámar honum væl. Eg havi fingið heilsu frá Inga, og hann sigur soleiðis:

Søgulig mynd. Ungur vestmenningur i dysti um grønlendska meistaraheitið. (Mynd
Søgulig mynd. Ungur vestmenningur i dysti um grønlendska meistaraheitið. (Mynd Sermitsiaq)

– Kappingin um meistaraheitini eru júst spæld í Sisimiut, og okkara manslið GSS spældi seks dystir og vann teir allar og gjørdust grønlandsmeistarar. Kappingin var ikki so spennandi í ár, tí okkara lið var nógv betri enn hini liðini, og vit høvdu í miðal 23, 8 mál í yvirskoti í miðal pr. dyst. Vit sigldu frá Nuuk fríggjakvøld og vóru í Sisimiut leygardag. Tað var ótrúliga vakurt at sigla teinin til Sisimiut. Dystirnir um GM-heitið byrjaðu sunnudagin, og vit spældur dystir allar dagarnar í vikuni. Leygardagin vóru finalurnar spældar, og dystir spældir um plássini.

– Nú spæli eg ikki sjálvur tað nógva, men spældi tó ein dyst á ferðini, ein dyst, har einki var at spæla um. Á ferðini hesuferð var eg fyrst og fremst við sum venjari. Annar sonurin Julian var við á GSS liðnum í Sisimiut, og hetta var fyrstu ferð, at hann spælir við teimum vaksnu. Hann kláraði seg bara heilt væl og gjørdist dagsins spælari tann eina dystin. Í Grønlandi velur man dagsins spælara eftir hvønn dyst.

– Synirnir Julian og Sjúrður hava eisini spælt um grønlandsmeistaraheitið í deildunum U16 ár og U19 ár. Ynskti sonurin Sjúrður spældi í báðum deildunum. Í U16 kappingini gjørdist GSS meistarar, og Sjúrður var kosin besti spælarin allar dystirnar, so hann kom heim við fimm steypum. Í Grønlandi er loyvt at mansverja í øllum deildum, og tað bleiv Sjúrður eisini, men heldur vánaligt verjuspæl gjørdi, at nú gjørdist bara enn lættari Sjúrði at spæla.

– Julian spældi við GSS liðnum í U19-deildini um meistaraheitið, og teir vunnu eisini meistarheitið. Julian varð kosin dagsins spælari í finaludystinum og í einum øðrum dysti, so ikki kann sigast annað, at tað hevur gingist væl við hondbóltinum í Grønlandi. Hondbólturin hevur eisni gjørt tað lættari hjá Sjúrði og Julian at “intigrera” seg í Grønlendska samfelagið, sigur Ingi.

– Tey ymisku meistaraheitini fyri ung og børn vera hildin runt um í Grønlandi. Hesuferð var tað soleiðis, at øll tey yngru spældu í Nuuk. Fyrst var tað meistaraheitini fyri U16 og U19, har dreingirnir leiktu. Tað er gott ein mánaði, síðan at teir spældu. So var tað “puslinge” og “lilleput”, sum tað eitur her. Har spæla døturnar Ingibjørg við “puslinge” og Rannvá við “lilleput”. Ingibjørg endaði í finaluni, sum tær taptu móti einum sera góðum Nuuk liði. Rannvá bleiv nr. trý, og tað vóru tær sera yvirraskaðar og fegnar um.

–  Skipanin um meistarahetini í eldru deildunum er serlig skipan men stuttlig samstundis, eftirsum man kemur at kenna øll liðini. Kanska eitt sindur líknandi fyrr í Føroyum, tá tit skuldu til Vestmannar og vóru noyddir at liggja nátt ella eta heima hjá leikarum. Tá kendu tit allar hinar leikararnar.

Julian í gulari troyggju nummar seks tilreiðar at spæla dyst.
Julian í gulari troyggju nummar seks tilreiðar at spæla dyst. (Mynd Sermitsiaq)

– Fyri framman er spennandi venjarauppgáva hjá mær, tí grønlendsku A og B landsliðini hjá monnum skulu næsta vikuskiftið spæla landsdystir ímóti danska U21 landsliðnum í Grønlandi. A-landsliðsvenjarin er dani, og meginparturin av spælarunum á grønlendska landsliðnum búgvi í Grønlandi, men nakrir spælarar búgva eisini uttanlands. Eg havi fingið uppgávuna at venja spælararnar, sum búgva í Grønlandi fram til dystirnar ímóti dønum næsta vikuskifti. Av tí sama hava vit “uppfunnið” eitt sokallað B-landslið, sum næsta fríggjadag skal spæla ímóti danska U21 landsliðnum. Eg skal taka mær av B-landsliðnum, sum er spennandi uppgáva fyri meg, og sum eg gleði meg til, sigur Ingi at enda úr Nuuk í Grønlandi.

Ingi Olsen arbeiðir sum sagt hjá BankNordik, og eg haldi meg minnast, at Ingi hevur bundið seg at vera í Grønlandi í trý ár, og nú ma´annað árið vera farið. Spennandi uppgáva hjá Inga og familjuni at royna nýggjar leiðir bæði í gerandisdegnum og á hondbóltsleiðini. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply