Eingin av okkum neistafólkum høvdu fyri vikum síðani roknað við, at neistakvinnur fóru at vinna eitt so trygt FM-heiti, sum tær hava gjørt í báðum FM-dystum mikukvøldið og í dag. Dystirnir millum liðini í vetur boðaðu frá tveimum, ja, kanska trimum finaludystum. Men so var ikki, tí neistakvinnur vóru nógv tað betra liðið. Hetta sást fyrst í Havn, og tað sást eisini seinnapartin í dag. Guðrun Horn sá dystin í dag.
– Neistakvinnur vístu longu í fyrra dystinum í Havn, at tær vildu meira enn stjørnukvinnurnar. Hetta sást serliga í verjuspælinum frá byrjan. Neistaverjan var so mikið góð, at Stjørnan fekk slett ikki spælt tað álopsspæl, sum tær plagdu at gera. Og so stóð Erla Eliasen tveir ótrúliga góðar dystir.
– Í dag byrjaðu neistakvinnur sum eitt ódnarveður, og longu, tá ið korter var farið, var Neistin á odda við átta málum. Serliga var tað Barbara, sum var flúgvandi í álopinum við sínum skotum. Hon skjeyt átta av teimum tíggju fyrstu málunum hjá Neistanum. Tú sást frá byrjan, at neistakvinnur aftur vildu meira enn stjørnukvinnur, vóru meira uppssettar allar samlar, sigur Guðrun.
– Eg haldi eisini, at neistakvinnur vóru nógv betur fyrireikaðar í taktiska upplegginum bæði í verjuspælinum og álopsspælinum. Fragd at síggja neistakvinnur spæla seinnapartin í dag, og fragd at síggja, hvussu neistakvinnur fyri alt í verðini vildu endurvinna meistaraheitið. Eg nevni omanfyri málverjan Erlu Eliasen, men vil eisini nevna unga neistamálverjan Mariu Samuelsen úr Sandavági, sum kom á vøllin og tók trý brotsskot. Hetta var stuttligt at síggja.
-Neistakvinnur og neistaáskoðarar kunnu vera stólt av avrikinum bæði í Havn og í Klaksvík. Neistakvinnur vóru nógv betur og vunnu tí trygt FM-heitið í 2012, sigur Guðrun at enda.
Sjálvur vil eg fyrst ynskja neistakvinnum hjartaliga til lukku við meistaraheitinum. Tað hevur ikki verið lætt hjá tykkum at liggja á odda alla kappingina fyri síðani at fáa alt at hanga saman ímóti endanum. Klaga og annað hevur eisini verið inni í myndini.
Síðani vil eg ynskja venjarunum Kára Durhuus og Sigrun Mikkelsen og øðrum fólkum um liðið hjartaliga til lukku trygga við FM-heitinum. Hvørki Sigrun ella Kári venja neistakvinnur næsta ár.
At enda vil eg ynskja kvinnubólkinum Duritu og Høgna Hansen, Jógvani Højgaard og Káru á Dunga fyri tolni og miðvísa menning av kvinnunum. Tit byrjaðu við steypafinalusigrinum í 2006, so kom eitt sindur av turki, og nú hava tit vunnið tvey meistaraheiti á rað. Eisini tøkk til Johonnu Andreasen fyri sítt íkast til kvinnurnar. Og Bogi Hendriksen hevur vant málverjarnar, Bogi veit, hvussu tú betrar málmansspælið. Gott toymi á øllum mótum gevur úrslit.
PS. Serlig tøkk til Barbaru Brauer, sum seinastu vikurnar hevur verið í brennideplinum, men hóast hetta kann hon fara til Klaksvíkar og spæla ein rimmar dyst. Hon hevur ikki verið so eyðsýnd í vetur sum seinasta vetur, men nú tað stundaði til FM-finaludystirnar, setti hon ferð á bæði sálarliga og leikliga. Hetta vísir royndir og styrki. Síðani 1943 er spælt 70 ferðir um FM-heitið. Neistakvinnur hava nú vunnið 38 ferðir, og hini liðin hava tilsamans vunnið 32 ferðir. (Vagnur)
Málskjúttar Stjørnan: Simona Petersen 12, Una Olsen 4, Bára Klakkstein 3, Korina 3, Ella Petersen 3 og Judith Hansen 2 mál.
Málskjúttar Neistans: Barbara Brauer 13, Annika Thomsen 5, Nicloetta R. Hansen 4, Bára Hansen 3, Birita Wardum 3, Marjun Danberg 2, Elin Holm 1 og Jacklin Durhuus 1.
Dómarar: Karsten Joensen og Kári Hansen
Hey Vagnur,
Deiligt at lesa okkurt frá tær aftur – og takk fyri nøkur rimmar orð um finalustríðið 🙂
Vh.
Birita