
Ísak Mikladal er formaður í Klaksvíkar Róðrarfelag.
Fekk hósdagin áhugavert prát við Ísak Mikladal, formann í Klaksvíkar Róðrarfelag. Frá honum fekk eg góð tíðindi og minni góð tíðindi. Góðu tíðindini eru, at felagið hevur tríggjar evnaríkar manningar umborð á Klaksvíkingi og Páll Fanga við monnum og kvinnum, men so rør bara ein ungdómsmanning í summar, og tað er Fípan Fagri við dreingjum barnaróður. Og Ísak hevur boð um, hví so er.
– Ja, tað er harmuligt, at vit ikki fáa fleiri ung at rógva kapp, tí vit royna alt, vit kunnu, til tess at manna bátarnar. Eg havi ta fatan, at tey ungu tíma ikki at rógva, um tey frammanundan vita, at tey ikki megna at koma fram í oddin. Tey vilja ikki standa aftanfyri menninar umborð á Klaksvíkingi og tildømis dreingirnar umborð á Fípuni Føgru, sum kláraðu seg so væl í fjør.
– Ein orsøk er eisini, at torført er at fáa fólk at stýra, og her haldi eg, at Róðrarsambandið átti at traðkað til og skipa fyri skeiðum fyri róðursfólkum. Havt ein ráðgeva, sum kundi ferðast kring landið og stimbrað í feløgini, sigur Ísak.
Sjálvur havi eg heilt stóra virðing fyri manningini umborð á Klaksvíkingi og ungu monnunum umborð á Páll Fanga. Teir umborð á Páll Fanga róðu í fjør við Fípuni Føgru. Og sum eg skilji, leggur Martin Venned venjari stóran dent á at fáa kvinnurnar umborð á Páll Fanga kropssterkari og í enn betri venjing, so tær kunnu koma longur fram í oddin. Í fjør vantaði nakað umborð á Páll Fanga. Læs resten →