Roynd gjørd við øðrvísi steypahandan á ólavsøku – sum í svimjikappingum

Spennand at fylgja við, hvussu fer at rigga við nýggja háttinum at handa heiðursmerki og vísa tað í Kringvarpinum.

Áhugafelagið ólavsøkuróður, sum eru Havnar Róðrarfelag, Róðrarfelagið Knørrur og Argja Róðrarfelag fara í samstarvi við Kringvarpið at royna øðrvísi steypahandan, sum vit millum annað síggja í svimjikappingum og øðrum ítróttagreinum kring knøttin. Áskoðarar, rógvarar og fyrireikarar hava í nógv Harrans ár vitað, at steypahandanin fer við ov nógvari tið, tá hugsað verður um, hvussu stram ólavsøkuskráin er. Summir rógvarar skulu í tímar eftir, teir hava róð, bíða eftir longum røðum og steypahandan á Kongabrúnni. Læs resten →

Fyrsti fasti starturin sá dagsins ljós á ólavsøku 1979

Frá 1979 til 2006 vóru plankar skrúvaðir saman og lagdir undir Argjaland. (Mynd Vagnur)

Tá tú spyrt fólk, nær føroyskur kappróður fekk fastan start, so minnast fólk ikki væl. Setti mær fyri ein dagin at finna út av, nær vit fingu fyrsta fasta startin. Tvey árstøl eru at heinta og nevnd. Til ólavsøkuróðurin í 1979 tóku teir báðir Petur Nielsen, sáli  og Eigil Hansen sáli, stór tøk og gjørdi ein start úr timburplankum, sum vórðu skrúvaðir saman, og starturin lagdur undir Argjahøvda. Men tað var ikki fyrr enn í 1994, at Róðrarsambandið tók stig at fáa fastan start á øllum stevnum. Men fasti starturin fekk ikki góða byrjan. Læs resten →

Annika V. Dalsgarð er fyrsta forkvinna í Róðrarsambandinum

Annika dámar væl at vera forkvinna í Róðrarsambandinum. (Mynd Vagnur)

Onkur kundi spurt, hvat fær eina kvinnu at gerast forkvinna í Róðrarsambandinum, sum mest er ein mansverð, og sum nógvu árini hevur havt trupulleikar at fáa avgreitt allar róðrarnar í árinum á nóg góðan hátt. Eg havi hitt Anniku, og tað var ikki ein strongd forkvinna men heldur blíðskortað og fyrikomandi forkvinna, eg hitti í vikuni.

Og forkvinnan trívist væl í RSF, og hon hevur nógv upp á hjartað bæði í føroyskum og altjóða kappróðri. Annika byrjaði sum fjúrtan ára gomul at rógva í Vestmanna, har hon er uppvaksin. – Eg trívist væl sum forkvinna í RSF, sigur Annika, og  sigur soleiðis:

– 14 ára gomul kom eg at stýra Havfrúnni, sum var mannað við eldri rógvarum enn eg. Hetta var í 1989, og árið eftir mannaðu vit Fortunu og róði við bátinum í nøkur ár, til eg fór til Havnar at ganga í skúla. Í 1991 var eg hálvt ár í húsplássi í Danmark og róði í Skive roklub, har vit millum annað róðu kapp í Ålborg. Læs resten →

Úr myndasavninum – Nøkur serlig minni um róðrarmynd frá 1966

Ørvur 1966. Aftast frá vinstru Trygvi Bech, Einar Jacobsen, Jákup (á Lag) Jacobsen, Hjørleif Kürberg, Wilhelm Andreasen og Kristian Winthereig. Fremst frá vinstru: Zacharias Davidsen, Heðin Mortensen og Jóhan Carl Dam.

Árini 1965-1968 var Martin Kürberg formaðurin í Havnar Róðrarfelag, og tað var júst um tað mundið, tá eg kom nógv oman í neystið í Álakeri. Martin var bersøgin maður, tók mangan rívan til og hoyrdist, hvar hann var. Eg kendi væl Martin, tí hann hevði lastbil og koyrdi mangan seyð frá mjólkabátunum niðan í Smæruna, har pápi mín arbeiddi. Martin koyrdi eisini postsekkirnar frá bátunum og niðan á posthúsið á Vaglinum. Sum trettan ára gamal stýrdi eg Sílinum í 1963 og kom eisini at stýra Ørvi í nakrar mánaðir í 1966. Hugurin at stýra var ikki nakað serligur, tí nú var eg vorðin so bitin av hondbólti, sum tá var summarítróttur. Læs resten →

Nólsoyar Páll er eingin trupulleiki niðri í Vágsbotni

Steinfóturin, sum Nólsoyar Páll stendur á, er 1,7 fermetrar til víddar. Tríggjar/fýra standmyndir av Nólsoyar Pálli kunnu standa á einum parkeringsplássi. So orðini hjá Boga Andreasen hanga slett ikki saman. Koma fleiri beinkir, so kunnu fleiri fólk sita har. (Mynd Vagnur)

Nógv við mær øtaðust herfyri at síggja býráðslimin Boga Andreasen í fjølmiðlunum siga, at hann kundi ynskt sær at flutt standmyndina av Nólsoyar Pálli, tí hon passar ikki inn í umhvørvið í Vágsbotni. Bogi sigur, at tá tiltøk og annað eru í Vágsbotni, tekur standmyndin ov nógv pláss, sum kundi verið brúkt til sitipláss, tjøld og annað, og sum kundi komið fólki til góðar. Orðini hjá Boga er beinleiðis skeiv, tí nú havi eg verið í Vágsbotni við tummastokkinum og mált, hvussu nógv økið standmyndin í veruleikanum tekur av plássinum. Nøkur fá prosent. Steinfóturin er ein tríkantur, og lætt er at rokna. Hálv hædd ferðir grundlinjuna, sum bleiv til 1,7 fermetrar, sum er púrt einki av økinum. Parkeringsplássini, sum vit síggja til vinstru í myndini, máta hvørt tíggju fermetrar. Vit nógvu kunnu vissa Boga um, at ætlar hann at flyta standmyndina, so fær hann mótspæl í Vágsbotni. Læs resten →

Róðrarnir í Miðvági vóru væl avgreiddir – tríggir nýggir vinnarar

Drekin reyði gav Orminum skarpan gang fram ímóti málinum, men Ormurin helt tørn og vann róðurin. (Mynd Hvannrók)

Tá veðurgudarnir spáddu um eitt sindur av mótvindu á vestanstevnu í Miðvági, so gjørdust róðrarnir ikki endurtøka av róðrunum á fjarðastevnu, har summir manningar slett ikki dugdu at rógva í undanalduni. Fyri róðurin á vestanstevnu høvdu vit havt fimm róðrar við undanvindi, og fyri mær var púra greitt, at var mótvindur á vestanstevnu, fingu vit at síggja nøkur øðrvísi úrslit. Og so var. Tað sýnist, sum lættar manningar klára seg betur í undanvindi, meðan í mótvindi liggur meira eftir hjá teimum kropssterku rógvarunum við seigum tøkum, og hetta sást eisini á vestanstevnu. Men fyrst til Kringvarp Føroya, sum vegna tekniskt brek vístu okkum nakrar frálíkar mynd tiknar av landi. Læs resten →

1. november í fjør yvirtók Landsverk asfaltverkið á Sundi

Betri karmarar til vinnuna, men tað skal valdast. Hvat við vøkru náttúruni á Sundi. Myndin er tað, sum borgarstjórin og hini á Vaglinum lovprísa og arbeiða fyri. (Mynd Vagnur)

Borgarstjórin í Havn er sperd í málinum um grótið á Sundi, tí í útvaprium á middegi hósdagin lovar hon nú kalbaksfólki gull og grønar skógir. Millum annað nevndi hon eina ítróttahøll í Kalbak og fleiri bústaðir, men trúgv mær, har kemur eingin ítróttahøll í Kalbak. Tá tað snýr seg um trúvirði og álit, so nyttar ikki skjóta fyrst og spyrja aftaná, tí borgarstjórin og harvið samgongan á Vaglinum hava so dyggiliga traðkað kalabaksfólk og onnur yvir tærnar um grótið á Sundi. Borgarstjórin eigur at vita, at slíkt djúpt sár verður ikki legt við fáum orðum í útvarpinum. Borgarstjórin hevði góðan møguleika at ganga kalbaksfólki á møti, men hon gjørdi tað ikki. Hon undirskrivaði sáttmálan um grótið 27. apríl. Kalbaksfólk mótmæltu eisini harðliga seinast í 1980-árunum, tá havnalagið var bygt á Sundi, men tey á Vaglinum lurtaðu heldur ikki tá. Hvussu skulu tá kalbaksfólk og onnur taka borgarstjóran fyri fult? Sagt var seinast í 1980-árunum, at Havnin skríggjaði eftir fleiri metrum av bryggikanti, so farmur av ymsu slag kundi uppskipast á Sundi. Men har kom eingin farmur upp á land í 35 ár, tí havnalagið, sum tá kostaði 50 milliónir krónur, kundi ikki brúkast vegna og nógvan súgv ið bryggikantin. Nú hevur Landsverk yvirtikið asfaltvirkið. Eg vildi meint, at tað er landið og ikki Tórshavnar kommuna, sum skal útvegað grundøkið til stórt asfaltvirkið, sum heldur átti at staðið í onkrum grótbroti. Slagorðið hjá borgarstjóranum og samgonguni á Vaglinum er “Vinnan betri karmar”, men tað skal valdast. Veikleikin hjá flestu býráðslimum er, at hjartað slett ikki er við í nógvum málum. Skansin var eitt dømi, Sund annað dømi og nú standmyndin av Nólsoyar Pálli í Vágsbotni. (Vagnur)

Standmyndin av Nólsoyar Pálli skal ikki flytast úr Vágsbotni

Standmyndin í Vágsbotni er vøkur og sigur ótrúliga nógv. (Mynd Vagnur)

Standmyndin í Vágsbotni, sum er ímyndin av frælsistríðnum, er vøkur og sigur nógv. (Mynd Vagnur)

Stúrsaði við at síggja Boga Andreasen býráðslim í fjølmiðlunum siga, at hann kundi yngst sær at flutt standmyndina av Nólsoyar Pálli, tí hon tekur ov nógv pláss og passar ikki í umhvørvið. Plássið var betri farið til sitipláss, tjøld og annað, sigur Bogi. Vakra standmyndin, har Nólsoyar Páll starir spelkin suður í hav, meðan tjóðfuglur okkara omanfyri jakstrar rovfuglin, er væl úr hondum greidd og er frálíkt handverk frá listamanninum Hans Paula Olsen. Tíbetur hevur listamaðurin longu givið til kennar og sagt, at standmyndin stendur allar best í Vágsbotni. Tað kemur ovart á meg og onnur, um Bogi fær undirtøku í býráðnum at flyta standmyndina og serliga ímóti viljanum hjá sjálvum listamanninum. Trupulleikin í býráðnum er, at flestu býráðslimirnir eru ikki uppvaksnir í Havn, tí sýnast kenslurnar kaldar í fleira málum. Hjartað fylgir ikki við. Vit sóu tað í málinum um Skansan, oyðileggingina á Sundi og nú standmyndina av Nólsoyar Pálli. Hjá fleiri av hesum fólkum snýr alt seg um pengar og so upp á tindin við náttúruni og vøkrum umhvørvi. Sjálvandi skal standmyndin ikki flytast úr Vágsbotni. Nøkur orð um Nólsoyar Páll niðanfyri.  Læs resten →