Úr myndasavninum – Hart sum ungur í 1966 at arbeiða í Grótbrotinum

Nógvar er minniligu løturnar frá tíðini í grótbrotinum.

Tá ið eg á Facebook sá áhugaverda mynd av Grótbrotinum við Oyggjarvegin, leitaðu tankarnar til tíðina, tá ið eg arbeiddi í grótbrotinum. Á jólum í 1966 segði eg við pápa mín, at nú tímdi eg ikki at ganga í skúla longur. Eg gekk tá í 2. real í Hoydølum, men skúlin segði mær tá slett einki. “Skalt úr skúlanum, skalt beinanvegin finna tær arbeiði”, segði pápi mín. Eg kendi Echardt Persson, sum arbeiddu í Grótbrotinum, og tað var hann, sum útvegaði mær arbeiði. Læs resten

Býarmyndin, tónleikarin og savnarin Birgar Johannessen farin

Birgar Johannessen í 2014 við arbeiðsborðið í heiminum á Norðasta Horni. (Mynd Vagnur)

Hósdagin 19. november andaðist Birgar Johannessen 74 ára gamal. Vit kunnu vera takksom fyri alt tað, Birgar hevur útint, tí Birgar var góður við Havnina. Dýrabarur skattur liggur eftir hann við bókum og alt tað, hann savnaði av eldri lutum, sum hava tilknýti til býin, hann var føddur og uppvaksin í. Birgarsa stóri dreymur var væl skipað býarsavn í Havn.

Á lívsleiðini hevur Birgar eisini upplivað daprar og tungar stundir, m.a. tá hann 4. september 2014 misti Elsu, konuna, vinin og sálarhirðan, sum hann málbar seg. Birgar misti tá part av lívsgleðini og stríðsandanum, tí Elsa var eisini viðpælari í útgávum av bókum og savnan av lutum til býarsavn. Birgari sýntist torført at fóta sær uttan Elsu við sína lið. Hetta segði Birgar mangan. Læs resten

Her liggur Nólsoyar Páll einsamallur og kagar upp í himmalin

Rørandi kensla leygarmorgunin at síggja standmyndina, og tankar reikaðu hesa løtuna. (Mynd Vagnur)

Í nógv vindinum leygarmorgunin gekk leiðin niðan á Hjalla til tess at vita, hvussu Nólsoyar Páll (1766-1809) hevði tað, nú hann er vrakaður av Tórshavnar kommunu eftir 25 góð og eydnurík ár í Vágsbotni millum havnarfólk. Hesin garpin, sum á sinni tók stríðið upp við einahandilin og danska embætismannaveldið í Føroyum.

Teir slóðaðu fyri, brettu upp um armar og bygdu far á Fløtuni fríðu í Vági, og Nólsoyar Páll hevði lært seg sjómanskunnleika og sigligarfrøði hjá Mads Winther. Umframt var Nólsoyar Páll yrkjari og yrkti millum annað Fuglakvæði og Jálup á Møn. Nú er hann fjónaður uppi à Hjalla og liggur har úti einsamallur í nógva vindinum og myrkrinum og kagar upp himmalin. Fingið krakk frá Tórshavnar kommunu, og Guð viti, nær hann kemur oman aftur í Vágsbotn, um hann kemur omanaftur. Eitt ússaligt snigálop á hetjuna. (Vagnur)

Politiska hornið – Nakrar hugleiðingar um býráðsvalið í Tórshavnar kommunu

So eydnaðist loksins at fella Nólsoyar Páll. Syrgilig avgerð. (Mynd Vagnur)

Heima hjá okkum við Landavegin sótu vit ungu um borðið í stovuni, tá pápi okkara lurtaði eftir valúrslitum í útvarpinum og skrivaði tey í valskema í Dimmalætting. Vit fylgdu eisini við, men tað skuldi vera tøgn um borðið. Síðani tá hevur tú altíð havt áhuga fyri bæði løgtings – kommunuvalum, hetta, hví politikkarar fáa nógvar atkvøður, og hetta, at summi missa áður vunnar atkvøður og kanska ikki vera afturvald. Læs resten

Úr myndasavninum – Søgulig hondbóltsmynd frá 1935 av neistakvinnum og VB-kvinnum

Neistakvinnur og VB-kvinnur avmyndaðar í Gundadali í 1935. Standandi fr.v: Hanna Mortensen, Neistin, Ella Arge, VB, Mia Rein, Neistin, Helga Magnussen, VB, Sára Hansen, Neistin, Charlotta Hjelm, VB, Petra Rein, Neistin og Marna Nolsøe, VB. Húkandi f.v: Edith Dahl, VB, Elsa Müller Poulsen, VB, Ása Vágsheyg, Neistin, enn ókent VB-andlit, Michala Hjelm, VB ?, Rigmor Christiansen, Neistin, og Jona Mortensen, Neistin.(Myndeigari Símun Arge)

Skal eg kanna ymist um hondbólt í Vági, so seti eg meg altíð í samband við Jonhild Kjærbo úr Vági. Tá eg herfyri hitti Símun Arge, fornfrøðing, segði hann mær, at hann átti tvær gamlar áhugaverdar hondbóltsmyndir av neistakvinnum og VB-kvinnum. Tvær søguligar felagsmyndir, har onnur er tikin í Vági og hin í Gundadali. Eg bíðaði við spenningi at fáa myndirnar, og myndirnar vóru báðar fantastiskar fyri meg. Á báðum myndunum er Ella Arge fødd Vilhelm úr Vági, sum var vinkona mammu, og sum er mamma Símun. Jonhild og eg í samráð við mammu, eru komin til, at myndin omanfyri er tikin í Havn í 1935. Læs resten

Hugleiðingar um fjónað, vátt og einsamalt 10-mannafar frá 1971

Vakri Havnarbáturin frá 1971. Sjálvandi skal báturin varðveitast. (Mynd Vagnur)

Í illfýsna veðrinum í Álakeri hósdagin sást tú fjónað og vátt 10-mannafar standa við bingju. Kendi beinanvegin Havnarbátin frá 1971, sum Niclas í Koltri smíðaði, og sum tú hevur so nógv góð minni um. Nú sýnist, sum felagið ikki megnar at herberga søguliga 10-mannafarinum, tí pláss er ikki fyri øllum bátunum. Í neystinum er pláss fyri seks bátum, og har standa Havnarbáturin, Ørvur og 5-mannaførini Sílið, Drekin, Títlingur og Ingibjørg.

Í gamla neystinum – Hornaneystinum – standa 6-mannafarið Gongurólvur og ein Havnarbáturin frá 1998, sum eldri rógvarar rógva við. Fyrst í næsta ár fær felagið nýtt 6-mannafar, sum fær navnið Víkingur, so nú vantar bátapláss. Læs resten

Úr myndasavninum – Stórhending hvørja ferð Tjaldur fór av Havnini

Neistakvinnur fara út um Molan í 1950 á veg til Norra. Nógv fólk veittra teimum farvæl. (Mynd Elsa Horn)

Okkara samfelag er nógv broytt, síðan neistakvinnur í 1950 fóru við Tjaldrinum til Norra at spæla hondbólt. Neistakvinnur vóru settar av við “Steinin” í Norra, har leiðin gekk til Harstad at spæla hondbólt, og Tjaldur sigldi víðari til Keypmannahavnar. Um hesa ferð hava eg skrivað áður. Áhugavert er tó at síggja myndina av Molanum frá 1950, tí eystara bryggja er stutt um hetta mundið. Læs resten

Vit gleddu okkum altíð til fiskikappingina “Hvør fjøl á flot”.

Pápi min Helge Michelsen, sytkinabarnið Christian Cristiansen og eg koma at landi. Vit avgreidd fyrst, og so fingu pannukøku og drekkamunn. Egil Restoff frá Lions tekur ímóti.

Ì 1970-árunum fór Lions undir at skipa fyri fiskikappingum í Havn. Heilt nógvur bátar vóru við fyrstu árini, og eg minnist væl fyrstu fiskikappingina, har fiskurin varð avreiddur á Vestaru bryggju, har hann var seldur á uppisølu. Ein, tveir, tríggir og einstøkum fýra mans vóru í hvørjum báti. Silvurtoskin fekk báturin, sum í miðal fiskaði mest pr. mann. Í 1974 keypti eg 8-mannafar frá Alberti Simonsen á Válinum. Og sjálvandi meldaðu vit okkum til fiskikappingina, sum var áhugaverd og spennandi. Læs resten

Æðuflokkur til kappróður á Havnarvág á ólavsøku í 2014

Áskoðararnir á “Ískaiini” sýntist fegnir at síggja vakra æðuflokkin fara fram við bryggjuni. (Mynd Vagnur)

Júst, sum skotið var fyri 8-mannaførunum undir Argjalandi á ólavsøku í 2014, kom ein vakur æðuflokkur úr Vágsbotni framvið “Ískaini” og helt leiðina inn í Álaker. Æðuflokkurin órógvaði ikki kappróðurin, tí æðurnar svumu nær landi. Mikkjal av Ryggi skrivar millum annað í Fuglabókini um æðuna, at æðan er einasti fuglur av antarsløgunum, sum nógv er til av í Føroyum. Læs resten

Grót – boomerangin – sum endaði aftur á Vaglinum

Hví skuldi Tórshavnar kommuna soleiðis uttan vit og skil oyðileggi vakra náttúruøkið á Sundi. 

Seinast í 1980 – árunum skrivaði tú fyrstu greinina um Sund, tá Tórshavnar kommuna smoygdi óbrúkuliga havn á Sundi niður yvir høvdið á bóndahjúnunum, kalbaksfólki og okkum øðrum borgarum. Kalbaksfólk ávaraðu og onnur søgdu beinanvegin, at útgrunt var eystureftir, og var ikki grótkast lagt út frá sjóvarmálanum, so kundi nýggja havnin ikki brúkast. Men eingin á Vaglinum lurtaði, og vit, sum funnust at, fingu rætt um illa frágingnu og óbrúkiligu havnina. Nú er grótið frá undirsjóvartunlunum komin á breddan í  kommunuvalinum komandi í Tórshavnar kommunu. Tí nakrar viðmerkingar. Læs resten