Nøkur minnisbrot nú Sverri Faber Wang er fluttur um sýn

Sverri Wang á ungum árum í 1960-árunum

Hósdagin 25. juni andaðist Sverri Faber Wang á Boðanesheiminum 70 ára gamal, og í dag 28. juni  fylgdu vinir og kenningar Sverra til gravar, dagin hann hevði fylt 71 ár. Sverri var grivin í gravstaðið hjá foreldrunum Knúti og Anettu Wang. Sverri hevur langt lív búð í Danmark, men eftir at konan Anna doyði, ynskti hann at koma aftur til Føroya og búgva í barndómsheiminum í Tróndargøtu. Seinnu árini var heilsan hjá Sverra farin at bila, og nú orkaði hann ikki meira. Hann búði nú hann andaðist á Boðanesheiminum. Eftir sita vit vinir við nógvum góðum minnum bæði sum hondbóltsvinir í Neistanum og seinni í heiminum við Tróndargøtu.

Sverri var sonur Knút Wang, fyrrverandi blaðstjóra á Dagblaðnum, og Anettu Wang, sum var donsk og var komin til Føroya eftir seinna heimsbardaga at arbeiða á Tjaldurs apoteki. Áhugavert er eisini, at Erik Faber, pápi Anettu og abbi Sverra, arbeiddi sum lækni eitt skifti seinast í 1880-árunum á Gamla hospitali. Knút og Anetta komu at kennast á matstovuni hjá Ellingsgaard, sum var matstova nær gamla Klubba. Tá undirritaði eftir fýra ár í Nonnuskúlanum flutti oman í Kommunuskúlan, kom eg at ganga í sama flokki sum Sverri. Vit skúlanæmingar komu nógv í heimi hjá Sverra og teimum, sum stóð skamt frá skúlanum.

Serliga minnist eg, tá dreingir spældu fótbólt á vegnum í Tróndargøtu, og vit høvdu garaguhurðina sum mál. Tá vóru ikki nógvir bilar í gøtunum. Sverri kom at spæla hondbólt í Neistanum, og var av bestu hondbóltsspælarum og eisini fótbóltsspælarum. Tað var Sverri, sum bað meg koma at spæla við dreingjaliðnum hjá teimum, sum júst var flutt upp í unglingadeildina. Sverri var bæði spælari og leiðari, og tað var hann, sum tók stig til allar venjingardystirnar, vit spældu kring landið og serliga í Vestmanna. Læs resten

Stuttsøga – Lítli Einar ætlar sær at læra til skipara eins og abbin

Lítli Einar situr so fittur og starir út á sjógv. Og tankarnir reika.

Lítli Einar situr so fittur og starir út á sjógv. Og tankarnir reika.

Tá eg sá hesa frálíku myndina á Facebook, droymdi eg meg aftur í tíðina, tá ið vit sum smádreingir spældu niðri við sjóvarmálan. Pápi okkara var altíð bangin um okkum í sambandi við sjógv, og hann legði stóran dent á, at vit lærdu okkum at svimja úti í Sandá. Eg fekk hug at skriva niðanfyri stuttu stuttsøgu. Læs resten

Hvíldarheimið Naina frá 1936 hevur kensluborna og áhugaverda søgu

Mynd frá 1950. Til vinstru húsini hjá viðoyinginum, síðani Hvíldarheimið og húsini hjá Finni Helmsdal. Frálílt og vælvalt økið at byggja Hvíldarheimið. (Mynd úr myndabók hjá Harry S. Johansen,)

Tá tú úr myndabók hjá Harry S. Johansen fekk mynd frá 1950, har tú sært niðan í Gundadal og Hvíldarheimið Naina, komst tú tat hugsa um bókina Hvíldarheimið Naina 1936-2016. Hvíldarheimið fylti áttati ár í 2016, og í hesum sambandi kom út forvitnislig og góð bók, sum Hanna S. Absalonsen skrivaði. Tú hevði hoyrt og sæð, hví Hvíldarheimið í 1936 fekk navnið Naina, men nú vildi tú kanna hetta nærri og havi lisið bókina.

Naina Scharla Nielsen fødd 29. august 1893 var úr danska býnum Bromme í Sjællandi og flutti seinni til Lynge sunnan fyri Sorø. Foreldrini góvu dóttrini navnið Naina, tí tey hildu, at staðarnavnið Nain, sum er nevnt í Bíbliuni, var vakurt navn og hóskaði til dóttrina. Innsavningin til Hvíldarheimið var eindømi í Føroyum, tí 3.200 gevarar harav 800 skúlabørn lótu pening til nýggja Hvíldarheimið, sum var vígt 23. februar 1936. . Læs resten

Mina Wilhelm seymaði hattar og húgvur, og skraddar Debes seymaði frakkar og draktir

Mamma helt hattin vera dekan ov ógvuligan. Smágentan er systir Christin.

Mamma helt hattin vera dekan ov ógvusligan. Smágentan er systir mín Christin.

Eg fann ein dagin í myndagoymsluni hjá mammu eina ungdómsmynd av henni. Hon hevði á høvdinum serligan hatt. Myndin er frá 1942. Altíð áugavert at práta við mammu um farnar tíðir, men henda dagin vildi hon ikki so væl at tosa um júst henda hattin, tí sum hon segði: – Hann gjørdist dekan ov ógvusligur, sum eg ikki ætlaði. Mina Wilhelm var “modist” og hevði handil og seymistovu í heiminum í Niels Finsensgøtu, har Suðuroyr Sparikassi heldur til. Men hvat er ein modistur? Læs resten

Úr myndasavninum – Í 1969 spældu menninir FM í oldboys

Neistin oldboys 1969. St.f.v: Hans Holm  Poul Johannes Johansen, Henning Eysturoy, Hildibjart Johansen og Eigil Lyngsø. Húkandi f.v: Hansemann Mikkelsen, Eivind Dam og Evald Larsen.

Tað gongur ikki væl at finna myndir av eldri mansliðnum. Neistamenn vóru meistarar í 1949, 1953 og 1955, men sjálvt um eg havi spurt familju og spælarar frá hesum árum, so er eingin mynd at finna. Harafturímóti havi eg funnið upprunamyndina av oldboysliðnum hjá Neistanum frá 1969. Roynt varð hetta árið at skipa fyri FM-kapping í oldboys, men bara VÍF, Neistin og TB meldaðu til kappingina. Og í seinastu løtu meldaði TB frá, tí spældu bara Neistin og VÍF. Liðini spældu fyrst ein dyst hvør ímóti øðrum í Havn og í Vestmanna, men javnleikur var millum liðini. Avgjørt varð tí at spæla nýggja kapping, og har eydnaðist neistamonnum at vinna FM-heitið. Á neistaliðnum spældu spælarar, sum eisini mannaðu neistaliðið í 50 árunum. Myndin av neistamonnum er tikin í Vestmanna. Spælt varð bara í 1969 um FM-heitið í oldboys. (Vagnur)

Eg gekk í 1977 á møti hjá Jehova vitnum í ein mánað

Nú ein dagin fekk eg blaðið "Vagttårnet" í hondina frá nøkrum vitnum á gøtuni. Hetta var forsíðumyndin.

Nú ein dagin fekk eg blaðið “Vagttårnet” í hondina frá nøkrum vitnum á gøtuni. Hetta var forsíðumyndin.

Tá ið eg gekk á Føroya læraraskúla frá 1974 til 1979 var kristni ella rættari sagt “religión” ein av lærugreinunum. Í 1977 skuldu vit skriva høvuðsuppgávu í kristni, og valdi eg at skriva um Jehova vitni í Føroyum, har eg serliga legði dent á søguliga partin. Eg tosaði við nógv fólk, m.a. við varabispin Eivind Vilhelm. Í 1977 var Ríkissalurin hjá Jehova vitnum í húsunum hjá Rasmusi og Aase Nygaard við Noregsveg. Ríkissalurin í Havn er nú Yviri við Strond. Læs resten

Úr myndasavninum – Vit eru stødd úti á Molanum í 1950

Úti á Molanum í 1950. Hegnrullur, oljutunnur og fólk hvørt um annað. Fremst mitt fyri síggjast Bette til vinstru, síðan Helena Hansen og Harry. (Mynd úr myndabók hjá Harry S. Johansen) 

Vit eru stødd úti á Molanum í 1950, og Molin var ikki so langur, sum hann er nú. Einki flogsamband einans ferðamannaskipini Tjaldrið hjá Skipafelagnum Føroyum og Drotningin hjá DFDS. Minnist, hvussu nógv fólk leitaðu sær út at Eysturu bryggju, tá ferðamannaskipini løgdu at bryggju. Summi høvdu næstringar umborð, onnur bara av forvitni at hyggja at fólki og skipi. Molin var heilt serligt stað í Havn, tí í 1950 búðu 5000 fólk í býnum, og ikki var koyrandi longur til gamla enda á Oyggjarvegnum og ikki til Kalbaks. Høvdu fólk verið í dansi ella á møti, ja, so fóru fólk túr út á Molan. “Kajtúr”, sum var rópt tá.

Við sorgblídni at síggja myndina, tí á brygguni standa hjúnini Bette og Harry S. Johansen. Millum tey bæði Helena Hansen kona “Millionærin”, sum fostraði upp Bette, frá tí hon var trý ára gomul. Á myndini er Bette við barn, og nakrar mánaðir seinni átti Betty dóttir, men Betty doyði í sambandi við føðingina, og Harry sat eftir sum einkimaður og gentubarni. Syrgilig støða hjá Harry.

Á Molanum er hugaligt at síggja tokulúðurin og vitan. Sjálvandi gjørdist meira fátæksligt, tá havnarfólk misti Molan, sum kundi sagt frá mongum kærleiks – og vinartúrum út á Molan. Minnist eisini, hvussu nógv fólk mangan stóðu á seyðabergi á Molanum, og eisini mongu fólkini, sum stimaðu út á Molan at veittra seinasta farvæl til næstringar umborð á Tjaldrinum og Drotningini. (Vagnur)

Úr myndasavninum – Í 1950 búðu 5.607 fólk í Havn og 31. 781 í Føroyum

Áhugaverd mynd frá 1950. Harry og svenski gesturin hyggja yvir Havnina. Nærmasta húsið høgrumegin eru tey hjá Tummasi Rubeksen og teimum. Áhugavert at síggja nógvu grótgarðarnar. (Mynd úr myndabók hjá Harry S. Johansen)

Aftur áhugaverd mynd úr myndabók hjá Harry S. Johansen. Harry og konan Bette høvdu vitjan úr Svøríki, og á myndini sigur Harry svensku konuni um Havnina. Myndin er frá 1950, og 1. januar 1950 búðu 5.607 fólk í Havn og 31.781 fólk í Føroyum. Løgið at hugsa sær, at nú búgva fimm túsund fólk í Hoyvíkshaganum, og fólkatalið í kommununi er farin upp um 20.000 fólk. Áhugavert at síggja, hvussu lítið er bygt á Trapputrøðni og har um leiðir og eisini Undir Varða. Vøkru grótgarðarnir um Havnini eru á síggja á eldri myndum, men nógvir av garðunum eru tí verri burtur.

Tíðírnar í Føroyum vóru ikki góðar í 1950-árunum. Arbeiðisloysi, og millum annað fóru fólk til íslands at arbeiða fisk um summarið. Nógv fólk fluttu til Havnar, og er íbúðarneyðin í dag stór í Havn, so var hon ikki minni í 1950 árunum. Man hoyrdi mangan, at tað búði fólk av bygd í hvørjum kjallara í Havn, og flytingin í prosentum hevur nokk ongantíð verið størri enn í 1950 árunum. Ikki fór at lýsna fyrr enn seinast í 1960-árunum og serliga í 1970-árunum. (Vagnur)

Úr myndasavninum – Søgulig hondbóltsferð í Runavík í 1985

Kyndil dreingir 10 ár vinna FM-heitið í 1985. Standandi f. v: Hanus Jensen , Beinir Poulsen, Rúni Jákupson og Einar Vang. Fremst f.v: Regin Johannesen, Hanus Kúrberg ,Hans á Lag, Búi Holm og Eyðun Samuelsen. (Mynd Vagnur)

35 ár eru liðin, síðani omanfyri mynd varð tikin í høllini í Runavík. Ein mynd sum hevur sína søgu. Vit sóu longu frá ungum árum, at sonur okkara Hanus Jensen hevði sera góð hondbóltsevni, og vit kastaðu og loftaðu mangan í gongini hjá okkum, so lampur og annað til tíðir fingu toyggið og brotnaðu. Eitt av málinum var úthurðin. Rannvá og eg spældu í Neistanum, og tað gjørdi Eyðun beiggi Hanus eisini. Hanus var mangan við til venjingar, serliga tá mamman vandi, har hann spældi bólt aftan fyri netini. Spurningur var bara um tíð, nær hann fór at venja skipaðan hondbólt í Neistanum. Læs resten

Bládúgvan reiðrast mest sum bara í Føroyum

Svarta rondin um hálsin á Turkadúgvuni sæst væl. (Mynd Vagnur)

Hevur tú breyðmolar og kastar teir á gøtuna fram við ánni í Plantasjuni, gongur lítið bil, so eru dúgvurnar hjá tær. Bládúgvan og Turkadúgvan. Serliga bládúgvan er ótrúliga vakur litfagur fuglur. Liturin er vakur grábláur, aftast á velinum er hon svørt, og tvørtur um veingirnar ganga tvær svartar rendur. Hálsurin glitrar og skyggir av grønum og reyðum fjøðrum. Beinini korkareyð og eyguni gulbrún. Bládúgvan er støðufuglur í Føroyum. Bládúgvan dámar best at liva nær sjógvi. Læs resten