Hvannrók

manna millum

Hvannrók

Tá turkihúsið úti í Hvannasundi brendi 4. oktober 1956

hjjhj

Eldur fór heilt illa við turkihúsinum og illa gekst at sløkkja eldin. (Mynd Dimmalætting)

Nógv fólk geva sær ikki far um, at stóri guli bygningur við Heygsvegin í Havn einaferð var eitt saltfiska- og turkihús. Tað vóru abbi mín Christian Christiansen, skipari og reiðari, og synirnir Jógvan og Debes Christiansen, sum lótu húsini í byggja í 1936. Uttan iva halda fólk, at løgið er, at teir bygdu húsið so langt frá sjóvarmálanum, tá talan var um saltfiska- og turkihús. Vit ungu gingu nógv í turkihúsinum, og hendingin frá 4. oktober 1956 er hending, sum eg ongantíð gloymi. Tá brendi turkihúsið heilt illa. Læs resten

Forminnissavnið átti beinanvegin at friðað gomlu neystini í Álakeri

Neystið hjá Havnar Róðrarfelag er søguligt neyst. Hetta er bygt á gamla Hornaneystið. Tað var tann tíð, tá bátar vanliga vóru drignir í neystini. (Mynd Vagnur)

Nú eru vit komin hartil í Havn, at havnarfólk mugu halda saman og hjúkla og verja um tað søguliga. Fekk bita í hálsin, tá eg hoyrdi, at nú ætlar Tórshavnar kommuna at broyta byggisamtyktina soleiðis, at gomul søgulig neyst kunnu byggjast um til íbúðir á loftinum. Sá onkrastaðni, at talan er um eini hundrað neyst í kommununi. Síggi eisini, at býráðslimur kundi hugsað sær at selt Bacalao. Álvaratos. Púra vitleyst at selja bryggjukantin í Havn til ríkmenn aðrastaðni í Føroyum, og púra vitleyst at fara eftir gomlu søguligu neystunum. Latið neystini fáa frið, og íbúðartrupulleikin má kunnu loysast á annan hátt. Læs resten

Hugaligt at síggja skúlaskipið Georg Stage aftur í Føroyum

Georg Stage við bryggju í Havn. (Mynd Vagnur)

Seinnapartin sóust í gøtunum í Havn unglingar í búna frá skúlaskipinum Georg Stage, sum fleiri ferðir áður hevur verið í Føroyum. Vakurt trímastra skúlaskip úr jarni bygt í Frederikshavn skipasmiðju í 1934. Umvælt fleiri ferðir. Fyrsti Georg Stage sá dagsins ljós í 1882, og var tað reiðarin Frederik Stage og kona Thea, sum vildi ala upp vælútbúnið sjófólk. Skipið bleiv doypt Geoge Stage eftir soninum, sum doyði av tuberklum í 1880 bert 22 ára gamal. 25. juni 1905 sakk Georg Stage, sum var árent av enskum dampskipi, og 22 næmingar umborð á Georg Stage druknaðu.

Í 1934 var nýtt skúlaskip bygt við navninum Georg Stage, sum hevur pláss fyri 63 næmingur og tey tíggju av manningini. Skipið siglir við næmingum frá apríl til september mánað. Fleiri føroyskir ungdómar hava siglt við skúlaskipiunum, sum hevur tjúgu ymisk segl og hæddin á mastrunum er 31 metrar. Vakurt skúlaskip. (Vagnur)

 

 

Myndin sigur frá góðum barnaminnum niðri í Vágsbotni

Áhugaverd mynd, sum uttan iva er tikin fyrst ella miðskeiðis í 1950 – árunum. (familjumynd)

Herfyri kom eg fram á myndina omanfyri í myndabók hjá familjuni. Altíð áhugavert at síggja “nýggjar” gamlar myndir, og serliga spennandi at finna útav, nær myndin er tikin. Men hetta er ikki altíð lætt. Eg eri uppvaksin við Landavegin, men sjóvarmálin dró altíð okkum ungu oman á Vestaru bryggju, Skipasmiðjunan, Álaker, Lágikai, Vestara bryggja og Vágsbotn vóru eisini okkara spælipláss. So er spurningur, nær er myndin so tikin? Læs resten

Úr myndasavninum – Kyndil fór til Kekkoslovakia eftir venjara

Igor og Peter Sigurd avmyndaðir í Vestmanna í 1986. (Mynd Vagnur)

Igor og Peter Sigurd avmyndaðir í Vestmanna í 1986. (Mynd Vagnur)

Herfyri kom eg fram á serliga mynd, sum eg tók í Vestmanna í 1986. Myndin er av kyndilsvenjaranum Igor Kmec og Peter Sigurdi Rasmussen við blómutyssi í hond. – Hví taka hesir báðir í hondina hvør á øðrum, og hví Petur Sigurd við blómutyssi. Ikki fekk eg tá fatur í Peter Sigurdi, tí hann var í Danmark, men nú er Peter Sigurd komin aftur, og eg fekk søguna um myndina.

– Eg var venjari hjá VÍF hetta árið, og Igor Kmec vandi Kyndil, og myndin er óivað tikin fyri dystin, sum var avgerandi, um tað bleiv Kyndil ella VÍF, sum vann FM-heitið. VÍF vann dystin 23-20 og harvið FM-heitið, men um tað var Igor, sum gav mær blómutyssið, minnist eg ikki, sigur Peter Sigurd.

Í 1985 tók Kyndil stórt tak at fara til Kekkoslovakia eftir venjara, og nýggi venjarin Igor Kmec var ikki hvør sum helst. Igor hevði ítróttaútbúgving á professarastigi, og í 1978 leiddi hann VSZ Kosice til meistaraheitið í kekkoslovakisku kappingini. Igor var eisini hjálparvenjari hjá kekkoslovakiska A-manslandsliðnum fyrst í áttatiárunum.

Igor hevði spælt hondbólt frá ungum árum, og hann spældi eisini í fleiri ár við Slavia Praha. Igor hevði nógvar royndir sum venjari, tá ið kom til Føroya at venja Kyndil. Umframt at vera hjálparvenjari hjá A-manslandsliðnum, vandi hann eitt skifti kekkoslovakiska mansunglingalandsliðið við góðum úrslitum, og besta úrslitið var bronsuheiðursmerkini í HM-kappingini í 1981, og tað var besta úrslitið, landsliðið nakrantíð hevði fingið. Í Føroyum skuldi Igor venja besta manshópin og kvinnuhópin hjá Kyndli.

Nógv kann skrivast og sigast um Igor Kmec, og mangt áhugavert er at lesa um venjaran Igor Kmec í bókini Bjartur lýsir Kyndilslogin. Eg kann minnast, at kyndilsspælararnir søgdu, at Igor legði ótrúligan dent á verjuspælið. Eisini skifti Igor nógv út í dystunum, tí hann arbeiddi ikki við løtuvinningum, tí tað galt um at fáa so nógvar spælarar á vøllin sum gjørligt, sum kundu mynda kyndilsliðini næstu árini. (Greinin skrivað í 2015) Læs resten

Leivdir av farmaskipinum Barjamu liggja framvegis Úti á Bø

Fólk gjørdu kvetti, tá ið Barjama í 1952 sigldi á Bøboðarnar og gjørdist vrak. (Mynd Vágs Sóknar Bygdasavn www.vagsbygd.com )

Í 2007 skrivaði eg dagbók í sambandi við kognitiva venjing, og ein frálíkan summarmorgun gekk leiðin Út á Bø, sum er avtoftað lítil bygd sunnanfyri Kirkjubø. Tað er ótrúliga vakurt Úti á Bø, og har sæst, at fólk einaferð í tíðini hava búleikast har. Dyrkaður bøur, toftir frá húsum, stórt seyðahús, sum er gjørt í nýggjari tíð, og leivdir frá farmaskipinum Barjamu, sum í 1952 fór á land á Bøboðarnar. Skotska farmaskipið, sum var á veg til Vestmannar, var fullfermt við timbri og øðrum góðum, sum nógv fólk fingu gleði av. Niðanfyri er brot at lesa úr dagbókini, eg skrivaði í 2007. Læs resten

Úr myndasavninum – Erla kongsdóttir, Jarnbardur, Smyril, Nevið reyða og Ormurin kunnu vinna Útvarpssteypið

8-mannafarið Ørvur 1962: Aftast f.v. Hanus Clementsen, Reinar Dam, Rógvi Holm og Sjúrður Mikkelsen. Fremst f.v: Sverri Køtlum, Andrias Klein, Vilhjálmur Christiansen, Verning Thomsen og Bjarti Ludvig. Tá róðu menn í hvítari skjúrtu, upprullaðum ermum  og terlenbuksum.  (Mynd Bambus)

3. oktober í fjør andaðist systkinabarnið Vilhjálmur Christiansen róptur Lill, og hann stýrdi 8-mannafarinum Ørvi í 1962. Havi skrivað um kappróður hvørt ár síðani 1983 men ikki í ár, tí eg helt, at lítið var at skrivað heim um, tí eldri bátastøddirnar 5-mannaførini við kvinnum, 6-mannaførini við monnum og kvinnum, 8-mannaførini og 10-mannaførini vóru longu avgjørdar á norðoyastevnu. Somu bátar hava fyri ólavsøku vinnu allar róðrarnar. Kom í morgun at hugsa um myndina omanfyri, sum Bambus tók av ørvamanningini í 1962. Myndin er søgulig, tí í 1962 gav Úrvarp Føroya út steyp at kappast um, ferðasteyp, sum ikki kann vinnast til ognar. Serliga við steypinum var, at tað var løgmaður, sum handaði steypið á ólavsøku. Lill stýrdi Ørvi í 1962 og situr mitt í myndini, og meg minnist, at tað var seligur stoltleiki hjá Ørvi at vinna Útvarpssteypið hetta árið.

Gjørdar vóru kappingarreglur um Útvarpssteyðið, har reglurnar søgdu, at bátur skuldi rógva á hvørjari stevnu, og vinnandi bátur fekk trý stig, nummar tvey tvey stig og nummar trý eitt stig. Stóð á jøvnum millum bátar eftir ólavsøkuróðurin, so skuldi trýmannanevnd gera av, hvør bátur róði vakrast og fara við steypinum sum var serligur stoltleiki. Ørvur vann sær útvarpssteypið í 1962. Fara vit til 2020, so hava fimm bátar vunnið allar róðrarnar í summar fyri ólavsøku. Erla kongsdóttir 5-mannfar við kvinnum, Jarnbardur 6-mannafar við kvinnum, Smyril 6-mannafar við monnum, 8-mannafarið Nevið reyða og Ormurin. So er spurningurin, hvør fer við útvapssteypinum. Hesir bátar hava 42 stig og fult stigatal. Eingin barnamanning, gentu – ella dreingjamanning hevur vunnið allar seks róðrarnar. (Vagnur)

Úr myndasavninum – Nógv er broytt í fimmti ár á havnarøkinum

Myndin er tikin seinast í 60-árunum. (Mynd Tórshavnar Havn)

Myndin er tikin seinast í 60-árunum. (Mynd Tórshavnar Havn)

Tað er áhugavert at síggja gamla mynd og so taka mynd av sama øki eini fimmti ár seinni. Hetta gjørdi eg í gjár, tá ið eg stóð ovast uppi yvir Skálatrøð og tók mynd av eystaru bryggju. Alt tað gamla Skeiva pakkhús, Müllers pakkhús, smiðjan og fabrikkin hjá Østrøm eru framvegis har, men nógv er broytt. Ovara myndin er frá seinast í 60-árunum, og niðara myndin av sama øki er júst tikin. Síðani seinast í 60-árunum eru molarnir longdir, og nýggjur moli gjørdur út frá Fiskasentralinum. Á niðaru myndini eru allir bilarnir á Skálatrøð og nógvu frítíðarbátarnir. Læs resten

Victor Danielsen slóðaði fyri føroyska málinum

Victor Danielsen á fríøkinum í Fuglafirði. (Mynd Vagnur)

 

Á ungum árum segði navnið Victor Danielsen mær ikki nógv uttan tað, at vit í skúlanum fingu at vita, at hann týddi bíbliuna til føroyskt, hann hoyrdi til Brøðrasamkomuna og var evnaríkur sálmayrkjari og umsetari. Seinni gjørdist mær greitt, at maðurin veruliga slóðaði fyri føroyska málinum í eini tíð, tá ið føroyska málið hevði torført at fóta sær í føroysku kirkjunum. Victor var undangongumaður.

Á fríøkinum vestanfyri samkomuhúsið Siloa í Fuglafirði stendur vøkur standmynd av trúboðaranum Victori Danielsen, sum listamaðurin Hans Pauli Olsen  evnaði. Læs resten

Boksing í Føroyum fánaði spakuliga burtur í 1970 – árunum

Danin Tom B. Hansen og Eyðun Djurhuus í boksidysti á Háskúlanum. (Mynd Ítróttarárbókin 1972)

Danin Tom B. Hansen og Eyðun Djurhuus í boksidysti á Háskúlanum. (Mynd Ítróttarárbókin 1972)

Tað var tann tíð, tá føroyingur fóru upp á nátt at lurta í útvarpi, tí Cassius Clay, seinni Muhammad Ali, Ingmar Johansson ella Floyd Pattersson boksaðu um heimsmeistaraheitið. Undir krígnum boksaðu enskir hermann í Føroyum, og føroyingar hava boksað í Danmark. Einaferð æt eitt felag Tórshavnar boksifelag, sum var virki í 1960-árunum og fyrst í 1970-árunum. Læs resten