Úr myndasavninum – Nøkur góð róðrarminni í Hvalbiartunlinum í 1963

Frálík mynd av sílagentum eftir ólavsøkuróðurin 1963. Aftast frá vinstru: Ruth Poulsen, Maiken Højsted, Margreta Eysturdal og Elsa Poulsen. Fremst frá vinstru: Ellen Lützen, Ingibjørg Samuelsen og Jutta Joensen. (Mynd Bambus)

Tá vit um dagarnar hoyrdu, at nýggi Hvalbiartunnilin er um at vera liðugur, og koyrandi er gjøgnum tunnilin fyrst í næsta ár, rann mær til hugs myndina omanfyri av sílagentum, sum í 1963 róðu á jóansøku. Havi ongantíð róð sjálvur men stýrdi sum trettan ára gamal Sílinum í 1963 eisini á jóansøku.

Hvalbiartunnilin var fyrsti tunnil í Føroyum, sum koyrast kundi ígjøgnum í 1963. Av tilvild kom eg á jóansøku 1963 at koyra gjøgnum Hvalbiartunnilin úr Hvalba til Tvøroyrar og havi ikki koyrt gjøgnum tunnilin síðani. Læs resten

Úr myndasavninum – Nøkur minni um russiska ljósbýin eystan fyri Nólsoynna

Tukums 4436 var úr Liepaja í Litavia. Øll skipini vóru myrk á liti.

Tá eg um dagarnar fekk áhugaverdar myndir av russiskum sildabátum sendandi frá vinmanni úr Danmark, reikaðu tankarnar aftur í barnaárini. Við Landavegin høvdu vit úr stovuni frálíkt útsýnið eystur í hav, og vit høvdu góðan kikari standandi á vindeygakarminum, sum rakk langt út í havsbrúnna. Fiskimarkið var tá seks fjórðingar, og viðhvørt um kvøldarnar var hugaligt at síggja øll ljósini frá russisk sildabátunum. Sýntist sum bygd á sjónum. Nøkur minni um myrku sildabátarnar. Læs resten

Áhugavert var at fylgja arbeiðinum at byggja brúnna um Sandá

Øll verkætlanin skuldi kosta 70 milliónir krónur, men borgarin fekk ongantíð at vita, hvussu nógv brúgvin endaliga kostaði. Arbeiðið var jú seinkað fleiri ferðir. Høgt er úr ánni og upp á koyribreytina. (Mynd Vagnur)

Kom fram á myndina, sum eg tók 3. juni 2015. Minnist, at verkfrøðingur, sum kendi til málið um brúnna um Sandá, segði mær tá, at ikki verður koyrandi um brúnna á ólavsøku sum ætlað. Heldur nærkast vit jólum, áðrenn arbeiðið er liðugt. Arbeiðið var seinkið fleiri ferðir. Á myndini stoypa teir stóru stútturnar, og sum myndin sýnir frá vegnum á Argjum, er høgt úr ánni og upp á koyribreytina. Eisini koyrdu nógvir bilar við gróti og mold til tess at gera vegastubbarnar til brúnna. Arbeiðið at gera frálíku rundkoyringarnar gekk strálandi. Stórur er jarðarmunurin, og heilt nógv tilfar skuldi koyrast. Har á leiðina komu kollveltandi broytingar, tá brúgvin var liðug, tí tá fekk Argir samband við vestara ringveg.

Fimm ár seinni koyra bilar nú gjøgnum Eysturoyartunnilin, og meira enn hálvur tunnil í Sandoynna er boraður. Eisini hoyrist, at hvalbiartunnilin er um at vera liðugur, men enn hava vit deyðsfellurnar Norður um fjall. Tað sýnist, at har fækst atkvøður eru vinna, jú seinni gongst at fáa ferðsluumstøðurnar nøktandi. Tunlarnir Norður um fjall og ússaligu ferðaumstøðurnar til Nólsoyar eru bestu dømu um hetta. (Vagnur)

Húsini hægst yvir sjóvarmálanum standa á Norðasta Horni

Á Norðasta Horni Granagøta 34 eru húsini, sum standa hægst yvir sjóvarmálanum. 165 metrar. (Mynd Vagnur)

Á Norðasta Horni Granagøta 34 eru húsini, sum standa hægst yvir sjóvarmálanum. 165 metrar. (Mynd Vagnur)

Mangan havi eg hoyrt, at fyrrverandi starvsfelagin Hjalti Samuelsen eigur húsini, sum í Føroyum standa hægst yvir sjóvarmálanum. Vit eru stødd úti á Norðasta Horni í Havn. Fyrst í 1980-árunum var nógv kjak, um tað nú var rætt at byggja 110 sethús á Norðasta Horni. Serliga stríddist býráðslimur Eliesar Arge, sáli, nógv fyri hesi ætlan. Í einum føðingardegi komu vit at kjakast um hetta, og skjótur var ein á telefonina og fann hagtølini á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni. Har var mangt áhugavert at lesa um júst tað sama. Læs resten

Úr myndasavninum – Nakrar hugleiðingar um Persson familjuna við Landavegin

Mynd frá 1960-árunum. Standandi frá vinstru: Anna, Per, Echardt, Børge og Manne. Fremst frá vinstru Karl, Elin, Poli og Mary.

Tá vit í 1950 – og 1960 – árunum vóru smábørn og seinni unglingar við Landavegin, var lítið  bygt frá Kinabrekkuni og vestureftir. Hissini hús bygd framvið vegnum og á traðum har á leiðini. Fólk høvdu ikki bil, og meg minnist sum unglingi bara tveir bilar frá Kinabrekkuni og heilt oman til handilin hjá P.A.Restorff við gamla kirkugarð. Fólk vóru til gongu ella súkklaðu dagliga framvið hjá okkum, og vit komu at kennast við hesi fólk og vistu, í hvørjum húsum tey búðu.

Kom ein dagin at hugsa um tá stór gult hús við Landavegin vestan fyri nýggju rundkoyringina, har Landavegurin, Heygsvegurin og Íslandsvegurin møtast. Talan er um húsini hjá Børga og Mary Persson, sum áttu sjey børn og høvdu matvøru handil í fyrstu hædd. Visti, at eftirnavnið Persson hevur sín uppruna av Tvøroyri ella rættari sagt úr Svøríki, tí pápi Børge var svii og giftist við tvøragentu. Havi hugt eitt at sindur nærri at Persson familjuni, og leiðin gongur fyrst til Tvøroyrar. Læs resten

Úr myndasavninum – Tveir seksæringar róðu á ólavsøku fyri 95 árum síðani

Gøtu Tróndur á Forminnissavninum. Báturin var við í kappróðri á Eysturvág í 1925. (Mynd bókin Drekin)

Fert tú fyrst at grópa í føroyska kappróðrarsøgu, so kemur nógv áhugavert undan kavi. Á Fornminnissavninum í Hoyvík standa fleiri gamlir bátar, sum eisini vóru brúktir til kappróður. Og í Rituvík standa eisini fleiri bátar, sum vóru brúktir til kappróður og sjálvandi eisini til fiskiskap. Tá vóru ikki smíðaðir serligir kappróðrarbátar. Vit skulu heilt aftur til 1870-árini, tá fyrsti skipaður kappróður fór fram á Trongisvágsfirði. Ì Dimmalætting 1887 stendur at lesa, at nú fóru tey eisini at rógva kapp á ólavsøku. Læs resten

Úr myndasavninum – Tá vit reinsaðu og pressaðu okkum buksurnar í Ruba

Í 1950 stovnaðu tey fyrirøkuna Ruba i Magnus Heinasonargøtu. (Mynd Havnin – fólk og yrki)

Tú komst at kenna tey í Ruba, tí Helma Michelsen ein av teimum í Ruba, var gumma mín og gift Aage Dahl Michelsen pápabeiggja. Serlig søga er knýtt at reinsarínum, tí tað var sonurin í húsunum Marius Rubeksen, sum hevði hugskotið um reinsarí við sær úr Danmark eftir kríggi. Marius var í Danmark í lestrarørindum undir krígnum, og nærmasti vinmaður hansara var Otto Jacobsen, sum var skotin av týskara sama dag, kríggið endaði í Danmark. Otta var sonur Hans Jacob í Smæruni.

Í Danmark búðu Marius og Otto í slagi av næmingaheimi, har nógv ung vóru knýtt at donsku mótstøðurøðsluni. Marius og Otto tosaðu mangan um, at tá teir komu aftur til Føroya, skuldu teir byrjað onkra fyrirøku, sum vantaði í Føroyum. Marius arbeiddi/lærdu innan postverkið í Danmark, og hann gjørdist  seinni deildarleiðari í postverkinum í Føroyum. Otto, sum var lærdur pylsumakari, skuldi taka yvir Smæruna eftir pápanum. Læs resten

87 ár eru liðin, síðani standmyndin av Rasmus Christopher Effersøe varð avdúkað

Standmyndin varð avdúkað ólavsøkudag í 1933. (Mynd Vagnur)

Standmyndin varð avdúkað ólavsøkudag í 1933. (Mynd Vagnur)

Á Vaglinum í Havn stendur vøkur standmynd av Rasmus C. Effersøe. Spyrt  tú fólk, hví standmyndin stendur júst har, og nær standmyndin varð avdúkað, so vita fólk ikki rættliga. – Standmyndin hevur alla mína tíð staðið á Vaglinum, og mynd av Rasmusi hongur eisini í Sjónleikarhúsinum, og hann hevur yrkt nógvar vakrar fosturlandssangir, siga fólk, men annars vita tey lítið um mannin og standmyndina. Eg havi hugt eitt sindur at upprunanum til standmyndina.  Læs resten

Úr myndasavninum – Hart sum ungur í 1966 at arbeiða í Grótbrotinum

Nógvar er minniligu løturnar frá tíðini í grótbrotinum.

Tá ið eg á Facebook sá áhugaverda mynd av Grótbrotinum við Oyggjarvegin, leitaðu tankarnar til tíðina, tá ið eg arbeiddi í grótbrotinum. Á jólum í 1966 segði eg við pápa mín, at nú tímdi eg ikki at ganga í skúla longur. Eg gekk tá í 2. real í Hoydølum, men skúlin segði mær tá slett einki. “Skalt úr skúlanum, skalt beinanvegin finna tær arbeiði”, segði pápi mín. Eg kendi Echardt Persson, sum arbeiddu í Grótbrotinum, og tað var hann, sum útvegaði mær arbeiði. Læs resten

Býarmyndin, tónleikarin og savnarin Birgar Johannessen farin

Birgar Johannessen í 2014 við arbeiðsborðið í heiminum á Norðasta Horni. (Mynd Vagnur)

Hósdagin 19. november andaðist Birgar Johannessen 74 ára gamal. Vit kunnu vera takksom fyri alt tað, Birgar hevur útint, tí Birgar var góður við Havnina. Dýrabarur skattur liggur eftir hann við bókum og alt tað, hann savnaði av eldri lutum, sum hava tilknýti til býin, hann var føddur og uppvaksin í. Birgarsa stóri dreymur var væl skipað býarsavn í Havn.

Á lívsleiðini hevur Birgar eisini upplivað daprar og tungar stundir, m.a. tá hann 4. september 2014 misti Elsu, konuna, vinin og sálarhirðan, sum hann málbar seg. Birgar misti tá part av lívsgleðini og stríðsandanum, tí Elsa var eisini viðpælari í útgávum av bókum og savnan av lutum til býarsavn. Birgari sýntist torført at fóta sær uttan Elsu við sína lið. Hetta segði Birgar mangan. Læs resten