Tórður Johannesarson bróðursonur Herman Jacobsen, sála, hevur skrivað áhugaverda og forvitnisliga ævisøgu um pápabeiggjan. Tað var við sorgblídni at lesa endan í bókini, har sagt verður, at Herman var vorðin beiskur um, at pláss var ikki longur fyri hansara talenti í Føroyum. Lívsáskoðan hansara og egna lívsmynd vóru skeiklaðar, tí valdi Herman at beina fyri sær 13. apríl 1988 bara 46 ára gamal. Bókin byrjar við lívsneista og gleði, har rithøvundurin fyrst meistarliga sigur frá familjuni hjá Hermanni.(Skrivað 18.august 2015) Læs resten
Forfatterarkiv: vagnur
Nøkur góð hondbóltsminni um Sverra Durhuus úr Vestmanna
Sverri Durhuus hondbóltsvinurin úr Vestmanna er farin 75 ára gamal, og eftir sita góðu minnini, tá vit sum unglingar spældu fyrstu hondbóltsdystirnar á uttanduravøllinum í Vestmanna. Hetta var miðskeiðis í 1960-árunum. Tá hitti vit fyrstu ferð Sverra Durhuus, sum fyri okkum ungu var Vestamannaáskoðarin nummar eitt, tí Sverri var altíð har, og hann hoyrdist um vøllin.
Minnist, at Sveri kundi ikki standa stillur við vøllin, og hann gekk kykur fram við síðulinjuna og eygleiddi spælið. Mær er sagt, at Sverri og tey vóru nógv systkin, og at Sverri spældi ongantíð sjálvur hondbólt.
At spæla í Vestmanna var altíð nakað heilt serligt, tí har møttu altíð nógvir áskoðarar. Har var eisini Kafeteria og Silkienni, sum høvdu forkunnugar boksir, har tú kundi velja tær 60-ára tónleik at spæla.
Tíðirnar broytast, og tá høllin í 1968 kom í Klaksvík og høllin á Hálsi kom í 1970, og aðrar hallir komu seinni, gjørdist hondbóltsspælið eitt innanduraspæl. Sverri fylgdi eisini tíðini, og hann gjørdist eisini næstu nógvu árini eins trúgvur VÍF áskoðari, tá VÍF spældi kring landið. Høllin í Vestamanna kom í 1986, so vestmenningar vóru eitt skifti noyddir at venja á Skála og onkuntíð í Havn.
Minnist serliga hending fyri tretivu árum síðani, tí eg fekk hugskot at gera innslag um Sverra at senda í hondbóltssending í Sjónvarpinum. Árni Gregersen, Leivur Hansen og undirritaði gjørdu seks hondbólts – og seks fótbóltssendingar, tá kappingarnar vóru um at enda. Ringdi til Sverra um hugskot um dyst í Vestmanna, og hann var klárur beinanvegin. Sverri setti treytina, at hann og konan sluppa at koyra í sjónvarpsbilinum til Vestmannar.
Sjónvaparstekningarin fylgdi Sverra í millumbilum á áskoðaraplássinum, og hetta gjørdist hugtakandi og eisini stuttligt innslag. Sverri livdi við spælinum og var uttan iva eins troyttur eftir dystin og spælararnir vóru. Læs resten
Úr myndasavninum – Nøkur góð róðrarminni í Hvalbiartunlinum í 1963

Frálík mynd av sílagentum eftir ólavsøkuróðurin 1963. Aftast frá vinstru: Ruth Poulsen, Maiken Højsted, Margreta Eysturdal og Elsa Poulsen. Fremst frá vinstru: Ellen Lützen, Ingibjørg Samuelsen og Jutta Joensen. (Mynd Bambus)
Tá vit um dagarnar hoyrdu, at nýggi Hvalbiartunnilin er um at vera liðugur, og koyrandi er gjøgnum tunnilin fyrst í næsta ár, rann mær til hugs myndina omanfyri av sílagentum, sum í 1963 róðu á jóansøku. Havi ongantíð róð sjálvur men stýrdi sum trettan ára gamal Sílinum í 1963 eisini á jóansøku.
Hvalbiartunnilin var fyrsti tunnil í Føroyum, sum koyrast kundi ígjøgnum í 1963. Av tilvild kom eg á jóansøku 1963 at koyra gjøgnum Hvalbiartunnilin úr Hvalba til Tvøroyrar og havi ikki koyrt gjøgnum tunnilin síðani. Læs resten
Úr myndasavninum – Nøkur minni um russiska ljósbýin eystan fyri Nólsoynna
Tá eg um dagarnar fekk áhugaverdar myndir av russiskum sildabátum sendandi frá vinmanni úr Danmark, reikaðu tankarnar aftur í barnaárini. Við Landavegin høvdu vit úr stovuni frálíkt útsýnið eystur í hav, og vit høvdu góðan kikari standandi á vindeygakarminum, sum rakk langt út í havsbrúnna. Fiskimarkið var tá seks fjórðingar, og viðhvørt um kvøldarnar var hugaligt at síggja øll ljósini frá russisk sildabátunum. Sýntist sum bygd á sjónum. Nøkur minni um myrku sildabátarnar. Læs resten
Áhugavert var at fylgja arbeiðinum at byggja brúnna um Sandá

Øll verkætlanin skuldi kosta 70 milliónir krónur, men borgarin fekk ongantíð at vita, hvussu nógv brúgvin endaliga kostaði. Arbeiðið var jú seinkað fleiri ferðir. Høgt er úr ánni og upp á koyribreytina. (Mynd Vagnur)
Kom fram á myndina, sum eg tók 3. juni 2015. Minnist, at verkfrøðingur, sum kendi til málið um brúnna um Sandá, segði mær tá, at ikki verður koyrandi um brúnna á ólavsøku sum ætlað. Heldur nærkast vit jólum, áðrenn arbeiðið er liðugt. Arbeiðið var seinkið fleiri ferðir. Á myndini stoypa teir stóru stútturnar, og sum myndin sýnir frá vegnum á Argjum, er høgt úr ánni og upp á koyribreytina. Eisini koyrdu nógvir bilar við gróti og mold til tess at gera vegastubbarnar til brúnna. Arbeiðið at gera frálíku rundkoyringarnar gekk strálandi. Stórur er jarðarmunurin, og heilt nógv tilfar skuldi koyrast. Har á leiðina komu kollveltandi broytingar, tá brúgvin var liðug, tí tá fekk Argir samband við vestara ringveg.
Fimm ár seinni koyra bilar nú gjøgnum Eysturoyartunnilin, og meira enn hálvur tunnil í Sandoynna er boraður. Eisini hoyrist, at hvalbiartunnilin er um at vera liðugur, men enn hava vit deyðsfellurnar Norður um fjall. Tað sýnist, at har fækst atkvøður eru vinna, jú seinni gongst at fáa ferðsluumstøðurnar nøktandi. Tunlarnir Norður um fjall og ússaligu ferðaumstøðurnar til Nólsoyar eru bestu dømu um hetta. (Vagnur)
Húsini hægst yvir sjóvarmálanum standa á Norðasta Horni

Á Norðasta Horni Granagøta 34 eru húsini, sum standa hægst yvir sjóvarmálanum. 165 metrar. (Mynd Vagnur)
Mangan havi eg hoyrt, at fyrrverandi starvsfelagin Hjalti Samuelsen eigur húsini, sum í Føroyum standa hægst yvir sjóvarmálanum. Vit eru stødd úti á Norðasta Horni í Havn. Fyrst í 1980-árunum var nógv kjak, um tað nú var rætt at byggja 110 sethús á Norðasta Horni. Serliga stríddist býráðslimur Eliesar Arge, sáli, nógv fyri hesi ætlan. Í einum føðingardegi komu vit at kjakast um hetta, og skjótur var ein á telefonina og fann hagtølini á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni. Har var mangt áhugavert at lesa um júst tað sama. Læs resten
Úr myndasavninum – Nakrar hugleiðingar um Persson familjuna við Landavegin

Mynd frá 1960-árunum. Standandi frá vinstru: Anna, Per, Echardt, Børge og Manne. Fremst frá vinstru Karl, Elin, Poli og Mary.
Tá vit í 1950 – og 1960 – árunum vóru smábørn og seinni unglingar við Landavegin, var lítið bygt frá Kinabrekkuni og vestureftir. Hissini hús bygd framvið vegnum og á traðum har á leiðini. Fólk høvdu ikki bil, og meg minnist sum unglingi bara tveir bilar frá Kinabrekkuni og heilt oman til handilin hjá P.A.Restorff við gamla kirkugarð. Fólk vóru til gongu ella súkklaðu dagliga framvið hjá okkum, og vit komu at kennast við hesi fólk og vistu, í hvørjum húsum tey búðu.
Kom ein dagin at hugsa um tá stór gult hús við Landavegin vestan fyri nýggju rundkoyringina, har Landavegurin, Heygsvegurin og Íslandsvegurin møtast. Talan er um húsini hjá Børga og Mary Persson, sum áttu sjey børn og høvdu matvøru handil í fyrstu hædd. Visti, at eftirnavnið Persson hevur sín uppruna av Tvøroyri ella rættari sagt úr Svøríki, tí pápi Børge var svii og giftist við tvøragentu. Havi hugt eitt at sindur nærri at Persson familjuni, og leiðin gongur fyrst til Tvøroyrar. Læs resten
Úr myndasavninum – Tveir seksæringar róðu á ólavsøku fyri 95 árum síðani

Gøtu Tróndur á Forminnissavninum. Báturin var við í kappróðri á Eysturvág í 1925. (Mynd bókin Drekin)
Fert tú fyrst at grópa í føroyska kappróðrarsøgu, so kemur nógv áhugavert undan kavi. Á Fornminnissavninum í Hoyvík standa fleiri gamlir bátar, sum eisini vóru brúktir til kappróður. Og í Rituvík standa eisini fleiri bátar, sum vóru brúktir til kappróður og sjálvandi eisini til fiskiskap. Tá vóru ikki smíðaðir serligir kappróðrarbátar. Vit skulu heilt aftur til 1870-árini, tá fyrsti skipaður kappróður fór fram á Trongisvágsfirði. Ì Dimmalætting 1887 stendur at lesa, at nú fóru tey eisini at rógva kapp á ólavsøku. Læs resten
Úr myndasavninum – Tá vit reinsaðu og pressaðu okkum buksurnar í Ruba
Tú komst at kenna tey í Ruba, tí Helma Michelsen ein av teimum í Ruba, var gumma mín og gift Aage Dahl Michelsen pápabeiggja. Serlig søga er knýtt at reinsarínum, tí tað var sonurin í húsunum Marius Rubeksen, sum hevði hugskotið um reinsarí við sær úr Danmark eftir kríggi. Marius var í Danmark í lestrarørindum undir krígnum, og nærmasti vinmaður hansara var Otto Jacobsen, sum var skotin av týskara sama dag, kríggið endaði í Danmark. Otta var sonur Hans Jacob í Smæruni.
Í Danmark búðu Marius og Otto í slagi av næmingaheimi, har nógv ung vóru knýtt at donsku mótstøðurøðsluni. Marius og Otto tosaðu mangan um, at tá teir komu aftur til Føroya, skuldu teir byrjað onkra fyrirøku, sum vantaði í Føroyum. Marius arbeiddi/lærdu innan postverkið í Danmark, og hann gjørdist seinni deildarleiðari í postverkinum í Føroyum. Otto, sum var lærdur pylsumakari, skuldi taka yvir Smæruna eftir pápanum. Læs resten
87 ár eru liðin, síðani standmyndin av Rasmus Christopher Effersøe varð avdúkað
Á Vaglinum í Havn stendur vøkur standmynd av Rasmus C. Effersøe. Spyrt tú fólk, hví standmyndin stendur júst har, og nær standmyndin varð avdúkað, so vita fólk ikki rættliga. – Standmyndin hevur alla mína tíð staðið á Vaglinum, og mynd av Rasmusi hongur eisini í Sjónleikarhúsinum, og hann hevur yrkt nógvar vakrar fosturlandssangir, siga fólk, men annars vita tey lítið um mannin og standmyndina. Eg havi hugt eitt sindur at upprunanum til standmyndina. Læs resten




