Toni Dam er vónsvikin av formanninum í Róðrarsambandinum

Toni er bersøgin í greinini. (Mynd Vagnur)

Toni er bersøgin í greinini. (Mynd Vagnur)

Formaðurin í Róðrarsambandinum Jan Herman Hansen boðaði herfyri frá, RSF ikki longur fer at senda rógvarar til Boston. Toni Dam, sum róði í Boston er ógvuliga vónsvikin av formanninum og sigur soleiðis:

– Orðini frá RSF formanninum Jan Hermani lósu vit á www.in.fo á sjálvum kappinardegnum í Boston, har hann sigur, at RSF sendir ikki rógvarar aftur til Boston. Hetta er ússalig framferð og vánaligt av formanninum.

– Tveir nevndarlimir í RSF vóru við á ferðini í Boston, og teir vistu av ongum. Málið um luttøku næsta ár hevur slett ikki verið fyri á fundi á Róðrarsambandinum, sigur Toni og heldur fram.

– Meðan vit vóru í Boston fylgdu vit á Facebook, hvussu áhugin var heima fyri kappingini í Boston. Eg sá, at fleiri hundrað fólk dámdi tað, vit løgdu út, og vit fingu nógvar heilsanir gjøgnum teldupostar og fingu eisini nógv SMS-ir. Men so vóru tað eini fýra fólk, sum hildu, at tað var ikki rætt at senda rógvarar til Boston. Hesa meining skulu tey sjálvandi hava loyvi at hava.

Jens Chirstian er júst liðugur at rógva á maskinu nummar átta.

Jens Chirstian er júst liðugur at rógva á maskinu nummar sjey.

– Men so sjálvan kappingardagin traðkar Jan Herman Hansen formaðurin í Róðrarsambandinum fram á www.in.fo og boðar frá, at rógvarar verða ikki aftur sendir til Boston. Vit standa øll sum kánus og eisini báðir nevndarlimirnir í Róðrarsambandinum, ið vóru við. Málið um Boston næsta ár er slett ikki viðgjørt á fundi í RSF, tí kann Jan Herman ikki sleingja slíkt út á www.in.fo.

Poul John Æðustein til vinstru er næstformaðurin í RSF og varð ferðaleiðari í Boston. Til høgru Búgvi.

Poul John Æðustein til vinstru er næstformaður í RSF og varð ferðaleiðari í Boston. Til høgru Búgvi.

– Har standa vit øll einsamøll í Boston og vita av ongum. Sjálvandi kostar tað pening at senda fólk til Boston, men bæði nevndarlimirnir í RSF, sum vóru við á ferðini, og vit onnur læra nógv av slíkari ferð, sum kann gagna føroyskum kappróðri. Vit fáa at vita um ymsar venjingarhættir, hitta vælútbúnar venjarar og nógvar rógvarar.

– Eg havi hugsað nógv um, hví Jan Herman soleiðis fer út í fjølmiðlarnar, samstundis sum vit eru í Boston. Lagið var gott á ferðini, og vit merktu veruliga, at fólk í Føroyum fylgdu við og høvdu áhuga í avrikunum hjá okkum. Eg haldi, at orðini hjá Jan Hermani á www.in.fo er eitt av teimum stóru sjálvmálunum í RSF.

– Jan Herman skal ikki svara nøkrum fáum fólkum á Facebook. Feløgini eru Róðrarsambandið, og tað er í øðrum høpi enn á Facebook, at tað skal gerast av, um føroyskir rógvarar skulu til Boston næsta ár ella ikki. Formaðurin kann ikki einsamallur taka hesa avgerð.

Paula Eikhólm er skrivari í RSF og var ferðaleiðari í Boston.

Paula Eikhólm er skrivari í RSF og var ferðaleiðari í
Boston. Tað skuldi vera ein mannligur og kvinnuligur ferðaleiðari í bólkinum.

– Sjálvandi góðtaki eg, um róðrarfeløgini og harvið RSF ger av, at føroyskir rógvarar ikki longur skulu til Boston at rógva. Men mær dámar ikki mátan hjá Jan Hermani. Sjálvandi skal hetta gerast av á røttu stað, tað vil siga í nevndini í RSF ella á aðalfundi hjá RSF. Jan Herman kann ikki einsamallur taka hesa avgerð, sigur Toni Dam at enda.

Sjálvur haldi eg, at mannagongdin hjá Jan Hermani er alt ov vánalig. Sjálvandi skal hann ikki fara út at úttala seg um nakað sum helst, meðan rógvarar eru í Boston. Her kennir formaðurin ikki sína vitjunartíð og serliga, tá ið tveir nevndarlimir í RSF vóru við á ferðini í Boston. Eins og vit rógvarar, stóðu teir eisini sum kánus. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *