Mánadagin fyrrapart koyrdi eg mær niðan á Oyggjarvegin og stóð eina løtu og hugdi yvir Havnina. – Ringar tíðir í Havn? Hugsaði eg. Nei ongar ringar tíðir Havn, tí teir bora og skjóta í eyst og í vest. Eg hugdi í ein vestan, har tey byggja nýggjan miðnámsskúlan, í ein eystan, har teir grava og spreingja fyri nýggja bygninginum hjá BankNordik. Hugdi oman í Gundadal, har tað líður við nýggja húsinum hjá Fótbóltssambandinum. Upp í Hoyvík sóust gravmaskinur, og niðanfyri Hotel Føroyar fer fram stór útstykkingin av grundøkjum. Hetta er bara lítil partur av øllum virkseminum í Havn.
Fert tú oman í býin arbeiða maskinir nógva staðni. Tey byggja nýtt stórt hús, har Arbeiðsmannafelagið helt til, tey byggja stór nýggj hús uppi á Òðinhædd. Koyrir tú niðan til Hoyvíkar verða nógv nýggj sethús bygd. Tórhavnar kommuna skal eisini byggja nýggja Vesturskúla, dupulta ítróttahøll við Landavegin fyri 100 milliónir og brúgv um Sandá fyri fleiri enn 30 milliónir. Byggjast skal eisini golfvøllur í Glyvursnesi fyri 50 milliónir og nýggjur og musikkskúli við Norðurlandahúsið.
Harnæst skal Landið byggja undirsjóvartunlar fyri tvær milliardir næstu árini millum Streymoy og Sandoy og Streymoy og Eysturoy. Tá ið eg síggi alt virksemið her á leiðini, spyrji eg mangan meg sjálvan, um peningur er til allar verkætlanirnar, ella fólk bara rokna við, at vit finna oljuna?
Sjálvandi skulu fólk vera bjartskygd og ikki stúra, men tað tykist mær, sum pengakassin hjá Tórshavnar kommunu er ótømandi. Landið hevur undirskot á fíggjarætlanini hvørt ár, tí er ikki løgið, at fólk spyrja, um kreppan nú er av, og vit nú seta fulla ferð á aftur samfelagið. Tað munnu óivað vera tær føstu góðu almennu lønurnar í høvuðsstaðnum, sum gjalda gildið, tí fiskavirksemið er mest sum einki í Havn longur.
Í Havn havi eg í hvørfall onga kreppu sæð, og tað sóu vit heldur ikki, tá ið kreppan var fyrst í 1990 árunum. Tá var tað serliga útjaðarin, sum merkti sviðan av kreppuni, og 6000 fólk fluttu av landinum. (Vagnur)



