Í morgun hitti eg Mortan Mørk, sum eg dagliga síggi úr køksvindeyganum. Hann gongur vanliga tíðliga fyrrapartin við posum í hondini og ruddar fram við ánni og gøtunum. Mortan Mørk kom at arbeiða í Plantasjuni í 2008 eftir at hann var givin sum bryggjari hjá Restorffs bryggjarí.
– Nógv fólk koma hvønn dag í Plantasjuna sjálvandi alt eftir, hvussu veðrið er, og eg má siga, at fólk bæði ung og eldri eru fyrikomandi og fara væl um. Tey eru øll góð við Plantasjuna, sigur Mortan.
Mortan er 57 ára gamal og arbeiddi áður 33 ár í fyritøkunum hjá Andriasi Restorff. Hann arbeiddi fyrst sum slaktari í handlinum, fór síðani at leiða ølgoymslu hjá Restorff við Marknagilsvegin.
Síðani fór hanna at koyra hann lastbilin hjá bryggjarínum fyri nakað seinni at gerast bryggjari hjá Restorff bryggjarí. Tá ið Restorffs bryggjarí gavst við virkseminum, kom Mortan at arbeiða í Plantasjuni, sum fólk eisini rópa Viðarlundin. Mortan dámar væl at arbeiða hjá Skógrøkt, sum hevur ábyrgdina av Plantasjuni. Tá ið eg spyrji Mortan, hvussu fólk skikka sær og fara um í Plantasjuni, sigur hann nakað soleiðis:
– Fólk bæði eldri og yngri er góð við Plantasjuna, og tað kemur næstan ikki fyri, at herverk verður framt. Tað løgna er, at fólk, sum eru uppvaksin við Plantasju, duga nógv betur at uppføra seg í Plantasjuni. Hetta síggja vit, tá ið skúlaflokkar koma av bygd. Nógv fólk koma í Plantasjuna hvønn dag, men sjálvandi fleiri, tá ið veðrið er til vildar. Talan er um eldri fólk, skúlaflokkar, barnagarðsflokkur, og fólk, sum ganga gjøgnum Plantasjuna, tá ið tey fara til arbeiðis ella í skúla.

Myndina tók eg úr køksvindeyganum. Børn spæla og eta mangan matpakkan júst á hesum økinum. (Mynd Vagnur)
– Tú spyrt um náttarlívið í Plantasjuni. Vit finna hashpípur, men hesar liggja mest í ruskíløtunum. Haskroykjarar fara ikki longur inn millum trøini at roykja, og heldur ikki tey, sum vilja smakka sær á ella fáa sær eitt klemm. Nógv av arbeiðinum hjá mær er fyrst og fremst at rudda í Plantasjuni, men vit umvæla eisini gøtur og annað. Í løtuni rudda vit eftir ódnina fyri tveimum árum síðani, har fleiri hundrað trø fullu. Trøini saga vit sundur, beina tey burtur úr Plantasjuni, og tilfarið verður goymt til brenni.
– Umframt at arbeiða í Plantasjuni arbeiði eg av og á aðrastaðni hjá Skógrøkt, har vit planta og umvæla. Tú spyrt um ánna og dálking. Lítil dálking er í ánni, men tá oys regnar, er vatnið mangan brúnt. Hetta er ikki til ampa fyri sílini og dunnurnar í ánni. Men kemisk evni múgu ikki koma í ánna, og tá er vandi á ferð fyri serliga sílini. Eg haldi, at fólk eru fegin bæði um síl og dunnur, men tað kemur fyri, at útlendingar vilja sleppa at fiska síl í ánni, men hetta sleppa tey sjálvandi ikki. Foreldur og børn vita, at ikki má fiskast í ánni, sigur Mortan at enda.
Tá ið eg var ungur, var altíð nakað huldukent við Plantasjuni, har ung fólk fríggjaðu millum trøini. Vit kenna øll sangin hjá Simma: Eitt sunnukvøld í Plantasjuni. Eg arbeiddi í Plantasjuni í eitt ár fyri tíggju árum síðani, og tað var spennandi arbeiði. Jú, eg fann nakrar hashpípur, hýtur, einstakar ásettar brennvínsfløskur og ølfløskur millum trøini, men eg sigi sum Mortan: Fólk fóru væl um í Plantasjuni. (Vagnur)



