Nýggi Sildberin fer at bøta um skúvoyarsiglingina

Hóast tjúgu ára gamal sýnist nýggi Sildberin at vera góður bátur. (Mynd Vagnur)

Hóast tjúgu ára gamal sýnist nýggi Sildberin at vera góður bátur. (Mynd Vagnur)

Fríggjamorgunin fór eg oman á Vestaru Bryggju at hyggja at nýggja bátinum, sum skal koma í staðin fyri núverandi Sildberan, sum í 1979 varð bygdur á Tvøroyri. Sagt verður um Sildberan, sum siglir millum Skúvoy og Sand, at hann rullar sjálvt í dýrdarverðri og er ikki tíðarhóskandi longur. Báturin tekur ov fá ferðafólk og ov lítið av farmi. Tað tók sína tíð at finna nýggja/gamla Sildberan við Vestaru Bryggju, tí so nógv stór fiskiskip lógu við bryggju. Mær dámdi væl nýggja Sildberan, sum er bygdur í 1994.

So kundi onkur spurt, hví undirritaði hevur áhuga í Sildberanum, sum siglir millum Sand og Skúvoy. Verpápi mín var úr Skúvoy, og fólk í familjuni búgva og eiga hús í oynni. Ein av synunum við familju plagar at vera í oynni og fletta, og tá hoyri eg mangan um umtalaða Sildberan, sum rullar sjálvt í dýrdarveðri. Ja, onkur fer ikki longur í oynna uttan við tyrluni. Mangan hava vit hoyrt um bygdamenning, og tað kann tykjast løgið, at tað skuldu ganga so nógv ár at skifta út Sildberan, sum var óegnaður at sigla um Skúvoyarfjørð longu frá fyrsta degi.

Nýggi Silberin skal sandblásast og tveir nýggjar motorar. (Mynd Vagnur)

Nýggi Sildberin skal sandblásast og hava tveir nýggjar motorar. (Mynd Vagnur)

Men aftur til nýggja/gamla Sildberan, sum liggur við bryggju í Havn. Báturin, sum er bygdur í 1994, er keyptur fyri tríggjar milliónir krónur og skal umvælast fyri 3,5 milliónir krónur. Millum annað skal báturin sandblásast og hava tveir nýggjar motorar. Báturin kann sigla við 30-36 ferðafólkum, hann sigst vera sjógóður bátur og siglir millum 16 og 22 míl og lastar fimm tons av farmi. Eftir ætlan skal báturin takast í nýtslu tíðliga í vár.

Mær dámdi væl nýggja Sildberan, sum er breiður bátur, men báturin sýnist gamal og slitin. Tað kann tykjast løgið í mínum hugaheimi, hví landið keypir tjúgu ára gamlan bát at sigla til Skúvoyar heldur enn at byggja nýggjan bát í Føroyum. Nýggjur bátur kostar 20 til 25 milliónir krónur at byggja, men hetta skapar arbeiði í landinum og er lítil upphædd, tá ið landið ætlar at byggja tunlar fyri milliardir krónur.

Skúvoyggin hevur uppiborið ein nýggjan góðan bát at sigla um Skúvoyarfjørð. Eingin ivi er tó, at nýggi Sildberin fer at bøtu um støðuna, tí við nýggja Sildberanum verður tíðin at sigla um Skúvoyarfjørð stytt við eini helvt, og tað er gleðiligt at hoyra. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *