Úr myndasavninum – Gamlar myndir fáa altíð tankarnar at reika

Hýruvognarnir standa í Tungugøtu. Húsini er einki broytt síðani í 1930 árunum, men tað eru bilarnir. (Mynd Havnin - fólk og yrki)

Bilarnir í Kongagøtu. Húsini eru ikki broytt síðani í 1930-árunum, men tað eru bilarnir. (Mynd Havnin – fólk og yrki)

Kanska er tað aldurstekin, at gamlar myndir fáa tankarnar at reika í allar ættir. Nú eri vorðin 67 ár, og Havnin er broytt ótrúliga nógv, síðan eg var smádrongur. Eitt er fólkatalið, sum er 40% av fólkatalinum í landinum, annað eru allir bilarnir, sum koyra í gøtunum. Klokkan átta á morgni og um fýra tíðina seinnapartin er ikki framkomandi nógvastaðni í býnum. Myndin omanfyri, sum er tikin í 1930 árunum, er áhugaverd, tí umhvørvið er einki broytt, síðani myndin varð tikin. Tó síggjast hesi spennandi bilsniðini ikki.Fyrsti bilurin kom til Føroya 6. mai 1922. Hetta var ein Ford lastbilur, sum umboðsmenninir Vilhelm Nielsen, sum var dani, og Wenzel Petersen høvdu fingið til landið. Tað var Júst Sivertsen og Johannes Olsen, sum keypti fyrsta bilin. Eingin føroyingur dugdi tá at koyra bil, men ein dani, sum arbeiddi í Føroyum tá, hevði koyrt bil í Danmark, og tað var hann, sum lærdi fyrstu føroyingar at koyra. Vegirnir vóru fáir, og tað longsta koyrast kundi, var út á Hospitalið, niðan á Sanatoriið í Hoydølum og eftir onkum uppdyrkngarvegi við Sundsvegin. Allir vegirnir vóru tá vánaligir grúsvegir.

Hetta er fyrsti bilurin, sum kom til Føroya. (Mynd Havnin-fólk og yrki)

Hetta er fyrsti bilurin, sum kom til Føroya. (Mynd Havnin-fólk og yrki)

Eg minnnist væl Júst Sivertsen, sum var føddur í 1892 og andaðist 1970. Júst Sivertsen og seinni sonurin Sjúrður Sivertsen høvdu fleiri Bedford lastbilar frá Vilhelmi Nielsen, har eg arbeiddi sum bilmekanikari frá 1967 til 1974. Tað vóru serliga Júst Sivertsen og Jón Hansen, sum høvdu nógvar lastbilar. Seinni máttu stóru Bedford lastbilarnir lúta í kappingini við Volvo og Scania lastbilar.

Hyggja vit at myndini omanfyri, so hevði løgreglan ikki góðtikið, at fólk sótu soleiðis í lastini. Hetta var vanligt í 1960-árinum og fyrst í 1970 árunum, tá skúlar og samkomur fóru útferðir. Beinkir vóru settir í lastina, og so varð farið norður eftir oyggj ella til Kirkjubøar. Tað er løgið at hugsa sær, at í 1960 vóru bara 1023 akfør skrásett í Føroyum, men so gekk skjótt. Ì 1970 vóru akførini 3270 og nú nærkast við 30.000 akfør.

Onkur plagar at siga, at tað lætt hjá mær at hava bil, tí eg kann umvæla bilin sjálvur. Eg svari aftur, at bilurin hevur framvegis fýra hjól, men so er alt sagt. Keypti mær herfyri ein fýra ára gamlan bil, og bilurin hevur slett ikki eykahjól ella nakra “dynkraft”, so eg mátti á verkstað at fáa mær býtt um summardekkini við vetrardekkini. Og so er allur mekanikkurin stýrdur frá einari teldu. Óivað hevði eg megnað at skift útstoyd og bremsuskivur, men so má bilurin á lyftara, men slíkan havi eg ikki atgongd til. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *