Altíð er áhuguvert, tá ið nýggj veljarakanningin verður kunngjørd. Men í míni politisku verð hevur ein veljarakanning púrt einki at siga, uttan tað, at politiska sálarkenslan hjá summum kann gerast eitt sindur betri í eina tíð. Áhugavert at hoyra á middegi Jón Brian Hvihtfeldt og Svein Tróndarsson viðmerkja í KVF og Eirik Lindenskov í Rás2. Eg beit merki í, at ein triðingur av teimum spurdu vistu ikki, hvar krossurin skuldi setast, og at kvinnurnar eru nógvar farnar at venda samgonguni bakið.
Í september mánað skrivaði eg grein, har eg fór aftur í søguna at kanna valúrslit og valdi nøkur tilvildarlig løgtingsval seinastu hálvthundrað árini. Niðurstøða mín var tá ógvuliga einfald. Føroyingurin er ógvuliga torførir at flyta politiskt, tí missir ein flokkur við eitt val nakrar atkvøður og kanska tingfólk, so koma atkvøðurnar næstan altíð á pláss aftur einaferð seinni. Og tað er júst tað, sum nýggja veljarakanningin sigur.
Sum viðmerkjararnir søgdu á middegi, er eingin ivi, at handfaringin av Eysturoyartunlinum hevur kostað løgmanni nøkur prosent. Fólkaflokkurin heldur tørn, tí hann í løtuni hevur viðvind á fleiri økjum millum annað í fiskivinnuni, og at flokkurin hevur í seinastuni verið ógvuliga sjónligur í fjølmiðlunum. Ikki kemur óvart á meg, at Tjóðveldi fær atkvøður aftur, sum flokkurin misti við seinasta løgtingsval. Og Ikki trúgvi eg, at Sjálvsstýrisflokkurin ikki sleppur inn um tinggátttina á næsta val.

Tølini í veljarakanningini sigur mær ikki nógv, tó er altíð áhugavert at hoyra viðmerkingarnar. (Mynd Vagnur)
Men so eru tað kvinnurnar, sum nógvar venda samgonguni bakið. Hetta var væntandi, tí flatskatturin rakaði tey lágløntu, og nógvar kvinnur eru í láglønarbólkunum. Til stuttleika havi eg funnið fram aftur valtølini á løgtingsvalinum í 1962, tað vil siga fyri hálvhundrað árum síðani. Sambandsflokkurin fekk í 1962 20,4 % av samlaðu atkvøðunum og í nýggju veljarakanningini í dag 21 %. Fólkaflokkurin fekk 20,2% í 1962 og í dag 20,7%. Í mun til 1962 og hálvhundrað ár seinni í 2013, hava Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin bara býtt um pláss. Men annars er lítil broyting í hálvhundrað ár. Niðanfyri sæst valúrslitið frá løgtingsvalinum í 1962
15100 fólk vóru á vali løgtingsvalið 8. november 1962 og valúrslitið var hetta: Fólkaflokkurin 3046 atkvøður og 20,2 % av atkvøðunum, Sambandsflokkurin 3077 atkvøður og 20,4 %, Javnaðarflokkurin 4053 atkvøður og 26,8 %, Tjóðveldisflokkurin 3261 atkvøður og 21,6 %, Sjálvstýrisflokkurin 889 atkvøður og 6,9 % og Framburðsflokkurin 674 atkvøður og 4,5 % av atkvøðunum. Hetta árið fingu Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin, Tjóðveldisflokkurin seks tinglimir hvør, Javnaðarflokkur fekk átta tinglimir, Sjálvstýrisflokkurin tveir tinglimir og Framburðsflokkurin ein tinglim. Valaldurin í 1962 var tjúgu ár. (Vagnur)
