
Terji skal smíða vestmenningum nýtt 5-mannafar. Her er Terji júst liðugur við Títling í 2008. (Mynd Vagnur)
Havfrúgvin 5-mannafar kvinnur vann FM-heitið í 2012 og 2013. Báturin, kvinnurnar róðu við, var Katla, sum varð lándur frá Árnafjarðar Róðrarfelag. Terji Reinert Jacobsen hevur smíðað fýra kappróðrarbátar, og ein av teimum er 5-mannafarið Katla hjá Árnafjarðar Róðrarfelag. – Kvinnurnar umborð á Havfúnni/Katlu vóru so mikið væl nøgdar við bátin, at tær vildu hava Terja at smíða teimum nýggja bátin, sigur Finnur Johannesen formaður í róðrardeildini í VÍF.
Terji Reinert Jacobsen á Kjalnesi hevur smíðað fýra kappróðrar bátar, og teir eru 6-mannafarið Romvlvs hjá Nólsoyar Róðrarfelag , 5-mannaførini Katlu hjá Árnafjarðar Róðrarfelag, Blik hjá Argja Róðrarfelag og Títling hjá Havnar Róðrarfelag. Vestmenningar lándu Katlu, og hava kvinnurnar róð við bátinum í 2012 og í summar. Bátarnir hjá Terja hava staðið so ómetaliga væl, tí bæði Blikur, Havfrúgvin/Katla og Títlingur hava vunnið FM-heitið.
Terji er útbúgvin bátasmiður, og hann lærdi til bátasmið hjá Símun Johann Wolles á Eiði. Í 2007 smíðaði Terji nólsoyingum 6-mannafarið Romvlvs. Tað vóru kvinnur, sum skuldu rógva við bátinum, men kvinnurnar gjørdust ikki gamlar í bátinum. Síðani smíðaði Terji Árnafjaðrar Róðrarfelag 5-mannafarið Katlu, sum róðu í eina tíð, men tað gekk striltið hjá felagnum at manna bátarnar, tí hvørki Katla ella Árnfirðingur vóru við í summar. Terji smíðaði eisini 5-mannaførini Blik og Títling, men síðan í 2008 er eingin kappróðrarbátur smíðaður á Kjalnesi.

Ólavsøkan í summar gjørdist satt vónbrot fyri kvinnurnar umborð á Havfrúnni. Nú fáa tær nýggjan bát. (Mynd Vagnur)
Finnur Johannesen er formaður í róðrardeildini í VÍF, og hann sigur soleiðis: – Vit vóru ikki í iva um at biðja Terja smíða okkum bátin, tí kvinnurnar eru so væl nøgdar við bátin og vildu eisini hava Terja at smíða 5-mannafarið. Nýggja Havfrúgvin verður mannað við tveimum rógvarum frá í summar, tveimum rógvarum, sum róðu í 2012, og tveimum nýggjum rógvarum. Róðurskvinnan er eisini nýggj, og tað er róðurskvinnan, sum stýrdi Blik í summar, sigur Finnur.
Havfrúgvin kom veruliga í “skotlinjuna” í summar, tí báturin fekk reytt kort í umróðrinum á ólavsøku og harvið einki stig fekk. Havfrúgvin hevði tó so mikið nógv stig, at tað rakk til FM-heitið, men vestmenningar vóru ikki nøgdir við avgerðina á ólavsøku og kærdi til Róðrarsambandið. Málið fór allan vegin, tí vestmenningar fingu ikki viðhald hvørki í RSF ella dómsnevndini í RSF, og tí varð málið sent í ÍSF dómstólin. – Vit hava ikki enn hoyrt nakað frá ÍSF-dómstólinum, sigur Finnur at enda. (Vagnur)