Í 1960 vóru 111 persónbilar í Føroyum, nú er talið 20500 bilar

Mangan kann vera trongt í Havnargøtum. (Mynd Vagnur)

Mangan kann vera trongt í Havnargøtum. (Mynd Vagnur)

Eg havi útvegað mær hagtøl yvir akførini í Føroyum aftur til 1955, og hetta er áhugavert at síggja og er eisini partur av Føroya søgu. Fyrsti bilurin kom til Føroya 6. mai 1922, men verulig ferð kom ikki á bilasøluna fyrr enn seinast í 60-árunum og í 70-árunum. Áhugavert er at síggja, hvussu nógv talið av bilum minkaði, tá ið stóra kreppan var í Føroyum fyrst í 90-árunum.

Fara vit aftur til 1960, so vóru 1023 akfør skrásett í Føroyum, og tá eru motorsúkklur við. Í 1960 vóru fáir vanligir persónbilar bara 111 av teímum 1023 akførunum. 208 hýruvognar, 450 vøru- og lastbilar, 236 motorsúkklur, ein brandbilur og ein sjúkrabilur. Í dag eru motorsúkklurnar mest sum bara frítiðarakfør, men í 1960 vóru motorsúkklurnar arbeiðsamboð, og vanligt var at síggja fólk koyra til arbeiðis á motorsúkklu.

Tað skortar nógvastaðni við parkeringsmøguleikum hjá fólki. (Mynd Vagnur)

Tað skortar nógvastaðni við parkeringsmøguleikum hjá fólki. (Mynd Vagnur)

Tíggju ár seinni í 1970 broytist prosenttalið av persónbilum. Í 1970 eru akførini 3270 í tali, men nú eru tíðirnar í Føroyum vorðnar so mikið góðar, at meinigi maðurin er farin at keypa sær bil. Í 1970 eru persónbilarnir 1758 av teimum 3270 akførunum, tað vil siga meiri enn helvtin. Vøru-og lastbilarnir eru 613, 56 bussar, 410 hýruvognar og 433 motorsúkklur, og tá eru prutlini ikki tald við. Her sæst eisini, at nú koma fleiri og fleiri bussar til landið.

Í 1980 er talið av akførum farin upp um 11.000 akfør, og persónbilarnir gerast bara enn størri partur av bilaparkini. 9020 persónbilar eru skrásettir 1. januar 1980, vøru- og lastbilarnir eru 1780, bussarnir eru 77, hýruvognarnir 306 og motorsúkklurnar 138. Her sæst, at motorsúkklurnar fækka munandi, og hýruvognarnir fækka eisini.

Í kreppuárunum fyri tjúgu árum síðani vóru stórir lastbilar og gravimaskinur seld av landinum. (Mynd Vagnur)

Í kreppuárunum fyri tjúgu árum síðani vóru stórir lastbilar og gravimaskinur seld av landinum. (Mynd Vagnur)

Ì 80-árunum liva føroyingar yvir evni, og tá kemur uppaftur meira ferð á bilasøluna. Bara í 1984 vera 2093 nýggj akfør skrásett, og í 1985 eru 15000 akfør í Føroyum. Og bilatalið veksur enn skjótari næstu fimm árini, tí 1. januar 1990 eru skrásettt 18000 akfør í Føroyum, og bilatalið er næstan tvífaldað í tíggju ár. Hetta árið eru 3551 vøru- og lastbilar, 118 bussar, 233 hýravognar, 13986 vanligir persónbilar og bara 113 motorsúkklur. Og nú eru fólk eisini farin at fáa sær viðheftisvognar, sum skulu skrásetast og hava nummarplátu, men teir 773 viðheftisvognarnir havi eg ikki talt við.

Síðani koma kreppuárini, og eini 6000 fólk flyta av landinum. Fólk hava ikki ráð at umvæla eldri bilar, og teir verða settir, og tí minkar talið av akførum. Alt virksemið steðgar, og stóru lastbilarnir verða seldir av landinum. Næstu fimm árini gerast akførini 5000 færri í Føroyum. Ì 1995 er skrásett 15504 akfør, men tá ið vit koma til ár 2000 ár, táttar bilatalið longu í 20.000 akfør.

Nú eru mangan fleiri bilar í hvørjum húsi. (Mynd Vagnur)

Nú eru mangan fleiri bilar í hvørjum húsi. (Mynd Vagnur)

Vit skriva nú 2013, og 29. september í ár koyrdu 20507 vanligir persónbilar á vegunum kring landið. Vøru- og lastbilarnir vóru 516, vøruvognarnir 3560, bussarnir 108, motorsúkklurnar 725 og hýruvognarnir 101. Haraftrat eru onnur akfør skrásett, sum ikki dagliga koyra í gøtunum millum annað ellisakfør og brandbilar. Verður alt talt við eisini prutlini, sum eru 1614 í tali, kampingbilar og kampingvognar, so nærkast vit 31000 akfør við nummarplátu.

Allar størsta broytingin síðani í 1960 er, at hýruvognarnir  og motorsúkklurnar er ikki longur so stórur partur av akfarsparkini í Føroyum, meðan persónbilarnir hjá vanliga fólkinum gerst bara størri og størri partur av samlaða talinum. Tá ið eg var smádrongur við Landavegin í 60-árunum átti eingin vil, so langt eyguni sóu, nú er meira enn ein bilur til hvørt húskið. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *