Í vár skrivaði eg grein um Tjaldur, sum ikki hevði nakra høll fyrru helvt av kappingini, og herfyri skrivaði eg aftur grein um Tjaldur, har keðiligi boðini frá felagnum vóru, at Tjaldur onga høll hevur í hesum kappingarárinum. Nógv er skrivað á Facebook um málið, og hondbóltsfólk kring landið er sjálvandi kedd, at nevndin í Tjaldri hevur lagt kongin og steðga øllum hondbóltsvirksemi. Eg havi enn einaferð spurt meg fyri í Runavík, og niðurstøðan er henda:
Runavíkar kommuna hevur so dyggiliga svikið Tjaldur, og mentamálaleiðarin í kommununi hevur ongan vilja víst at loyst málið. Hann hevur ikki sett seg í samband við Tjaldur, heldur fer hann út á Facebook at umrøða málið, sigur leiðari í Tjaldri, eg havi tosað við. Einasta ynski hjá Tjaldri var, at felagið fekk átta samanhangandi tímar í høllini á Skála, men hetta læt seg ikki gera. Tí mistu venjarar, leiðarar og venjarar mótið og løgdu frá sær.
Mín meining er, at tað er lagt úti av Runavíkar kommunu at bjóða hondbóltsspælarum úr Tjaldri at venja saman við spælarum í StíF, sjálvandi skulu teir hava sínar egnu tímar í høllini á Skála. Eg veit ikki um, at neistaspælarar og kyndilsspælarar tildømis venja saman.
Eingin vilji hevur verið hjá mentamálaleiðaranum í Runavíkar kommunu og ei heldur limunum í kommunu at fáa loyst hetta málið. StÍF hevur 26,5 tímar um vikuna í høllini á Skála, hetta er líka nógv sum tildømis Neistin, Kyndil og H71 hava hvør um vikuna. Hesi feløg eru meira enn dupult so stór feløg sum StÍF. Sjálvandi skal Runavíkar kommuna syrgja fyri, at Tjaldur fær hesar átta tímarnar í høllini á Skála. StÍF hevur framundan nóg mikið av tímum, og hvat ger tað, um StÍF í ein vetur hevur nakað verri venjingarkarmar. Hetta ger púrt einki, tí fimleikahallir eru eisini til at taka.
Eg føli veruliga við venjarum og nevndarlimum í Tjaldri. Hevði talan verið um fótbólt, so ivist eg ikki í, at limirnir í Runavík kommuna vaknaðu beinanvegin og fingu loyst málið. Hetta minnir meg nógv um málið um hondbóltin í Gøtu, sum bleiv køvdur av fótbóltsmonnum úr Lorvík og í Gøtu. Mær var sagt, tá ið eg skrivaði grein um hondbóltin í Gøtu, at ungu menninir sluppu ikki at nýta navnið GÍ, tí Víkingur eigur navnið. Hetta er heilt burturvið, tí GÍ er gamalt hondbóltsnavn í Gøtu, Eisini skuldi hondbólturin gjalda 400 krónur um tíman í hallarleigu, meðan tímaleigan í Havn er 75 krónur um tíman. Tímaleiðan skuldi verið 0 krónur, tí fótbólturin kring landið kann spæla á vallunum ókeypis og fær annars upp í posa og sekk frá kommunum.
Tað mátti onkur limur í Runavíkar kommunu vakna, tí hetta er borgarar í kommununi talan er um. Beinanvegin var greitt, at Tjaldur ikki fekk høllina í nýggjaárinum, sum upprunaliga ætlað, skuldi Runavíkar kommmuna útvegað Tjaldri venjingarmøguleikar á Skála ella á Kambsdali. Mentanarleiðarin í kommununi hevur so dyggiliga sovið í tímanum. Og tað undrar meg, at hann fer út á kjaksíðu á Facebook at umrøða málið, heldur at kalla inn nevndina í Tjaldri og fáa loyst trupulleikan. Viðkomandi, segði leiðari í Tjaldri, eg tosaði við í morgun, og sum var í øðini og ótrúliga vónsvikin av kommmunu.
Eg kann at enda siga, at var slíkt farið fram í Havn, høvdu feløgini gjørt uppreistur. Og tá ið vit tosa um høllina á Skála, so er Skála og Runavíkar somu kommunu, tí skuldi verið laga manni at loyst hallartrupulleikan hjá Tjaldri. Vit, sum uttanfyri standa, skilja slett ikki slíkt, tí vilja øll so inniliga hava Tjaldur at vera verandi í føroysku hondbóltsfamiljuni. (Vagnur)

