Uttan at spæla hevur Barbara Brauer broytt kvinnukappingina

Er tað armóðstekin, at dysturin millum Kyndil og Neistan endar 15-15. Ella bara gott verjuspæl og gott málmansspæl?

Er tað armóðstekin, at dysturin millum Kyndil og Neistan endar 15-15. Ella bara gott verjuspæl og gott málmansspæl?

Eg ætli mær ikki at fylgja hondbóltskappingini í bestu deildunum í vetur, tí seinasta vetur fekk eg “maðk” at leita eftir dómaraseðlum kring landið. Tó fari eg skriva onkra grein um hondbólt, tí mær dámar væl at skriva um hondbólt og fylgja kappingunum.

Allar fyrst vil eg takka Turið Arge, at hon umleið triðja hvønn minutt á Facebook megnaði at geva okkum støðuna í kvinnudystinum millum Kyndil og Neistan. Løgin kensla at sita heima og bíða eftir støðuni, tí tankarnir reika alla tíðina um næsta úrslitið.

Eins og í valúrslitum, so kunnu fyrstu dystirnir geva góðar ábendingar, hvussu leikur fer í vetur í bestu kvinnudeildini. Uttan at spæla hevur Barbara Brauer, sum ikki spælir við Neistanum longur, mest sum endavent kvinnukappingina frá byrjan. Javnleikurin 15-15 í dag millum Kyndil og Neistan sigur alt. Eisini sigur nógv, at Kyndil vinnur fyrsta dystin í Havn 19-13 á VÍF, sum eg frá byrjan metti at vera best mannaða liðið. Tó er at siga, at Durita Ljósstein spældi ikki við VÍF ímóti Kyndli, tí´spæliloyvið var ikki klárt.

Sum eg sakni Barbara, ti hon so ótrúligan góðan hugburð til hondbóltsspælið. (Mynd Álvur)

Sum eg sakni Barbaru, ti hon hevur so ótrúligan góðan hugburð til hondbóltsspælið. (Mynd Álvur)

Javnleikur 15-15 millum Kyndil og Neistan í dag sigur mær so mikið, at neistakvinnur veruliga skulu spenna seg út í vetur, skulu tær náa FM-finalunum. Eisini venjingingardystir fyri kappingina boða frá hesum. Tí spurningurin er, hvør spælari skal skjóta øll málini, sum Barbara skeyt, tó ikki rættuliga so nógv, sum hon skeyt. Men í dag vantaðu hesi málini.

Kyndilsliðið hevur góðan málverja, góða verju og taktiskt sterkar venjarar, og tað sigur nógv um kyndilsliðið, at VÍF bara fær trettan og Neistin bara fimtan mál ímóti liðnum. Spurningur er so, hvussu fer at hilnast í álopspartinum hjá Kyndli í vetur, tí tú kemur ikki í FM-finalurnar við skjóta minni enn tjúgu mál pr. dyst.

Neistakvinnur skutu seinasta kappingarár næstan tretivu mál í miðal pr. dyst. Ì dag skjýtur liðið bara fimtan mál. Og seinastu 38 minuttirnar í dag skjýtur liðið bara seks mál. Hetta ørkymlar eldri neistamann. Fýra dystir eru bara spældir í bestu kvinnudeildini. VB vann í dag 29-23 á StÍF í Vági, men tapti 21-18 í fyrsta dystinum í Klaksvík. Kyndil er óvæntað á odda. Tá ið eg nú fekk dómaraseðilin sendandi í dag frá kvinnudystinum, so kunnu málskjúttararnir skrivast:

Kyndi – Neistin 15-15 (7-9)

Málskjúttar Kyndils: Simona Petersen 6, Anna Brimnes 3, Anja Heinadóttir 2, Bjarta Johansen 2, Bára K. Hansen 1 og Jórun Ludvig 1

Málskjúttar Neistans: Jacklin Durhuus 5, Nicoleta Hansen 4, Rakul Augustinussen 2, Marjun Danberg 2, Eir Berg 1 og Bára Hansen 1

Dómarar: Daniel Rapa og Ragnar Simonsen

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *