Felagið Varðin gav í 1940 út skaldsøguna Feðgar á ferð skrivað av Heðin Brú, hvørs kristna navn er Hans Jacob Jacobsen føddur í Skálavík í 1901. Bókin snýr seg um føroyska samfelagið, sum broytist frá bóndasamfelegi til fiskuvinnusamfelag. Høvuðspersónarnir eru Ketil og Ketilskonan, sum ikki vilja sleppa gamla bóndasamfelagnum og yngsti sonurin heimføddi Kálvur. Við Kálvi kemur skemtið inn í skaldsøguna, og hetta saman við hugtakandi lýsingini av Ketli, ger rithøvundurin skaldsøguna til eina av bestu og vælumtóktu skaldsøgum okkara.
Heðin Brú vaks upp í Skálavík og frá ungum árum gjørdist hann hugtikin av søgum og sagnum í bygdini. Hann fylgdi væl við, hvussu bygdarfólkið búleikaðist í gerandisdegnum, og hann seyg í seg hesa gomlu mentan, sum hann seinni brúkti í skaldsøgunum.
Heðin Brú var sjúkligur og visaligur sum óviti, men hann var tó so frægur, at hann fór til skips sum fjúrtan ára gamal, men hugurin var ikki til sjólívið. Hann fór á Føroya Háskúla ein vetur og fór sum tjúgu ára gamal á landbúnaðarskúla í Danmark, har hann tók prógv sum búnaðarfrøðingur.
Komin hann aftur til Føroya koma hann at arbeiða innan føroyskan landbúnað og í frítíðini skrivaði hann. Í embætisørindum kring alt landið kom hann at skifti orð við nógv fólk, og eins og á ungum árum sat hann undir frásagnum og gáaði væl eftir, hvussu tey málbóru seg. Fyrsta stóra skaldarverkið hjá Heðin Brú er dupultskaldsøgan Lognbrá frá 1930 og Fastatøkur frá 1935.
“Tað liggur ein grind á Seyrvágsfirði” eru fyrstu orðini í skaldsøguni Feðgar á Ferð, og beinanvegin reika tangarnir um innihaldið, tí tú hevur lisið bókina áður fyri nú nógvum árum síðani, men bókin “fangar” hvørjaferð. Staðarnøvnini boðar frá, at skaldsøgan gongur fyri í Vágum, har ein grind, sum legði beinini í Seyrvági, og ein ógoldin grindarokning, sum gongur aftur og pínur Ketil og Ketilskonuna í allari søguni.
Ketil, Ketilskonan og Kálvur búgva í vánaligum húsum við moldgólvi, har hønurnar hava eins stóran rætt at vera í roystovuni og húsfólkið. Takið lekur, men ikki eru ráðini at umvæla húsini, og lítla hjálpa fáa Ketil og Ketilskonan frá syninum, sum finnast at foreldrunum, tí tey við treiskni ikki vilja sleppa gamla bóndasamfelagnum og koma víðari í lívini. Ketil, sum nú er gamal og slitin maður og Ketilskonan ræðast alt nýtt og ræðast serliga skuld og rentur. Yngra ættaliðið skilja tey bæði slett ikki.
Lias Berint, sum er hampamaður og Klávus, sum ikki er bangin at stjæla frá øðrum, fáa nógv pláss í skaldsøguni, og í sambandi við hesar báðar og svigardøturnar hjá Ketli og Ketilskonuni lýsir rithøvundurin sera væl, hvussu nógv øvundsjúka og hatur fyllir í lítlum bygdarsamfelagnum. Ketilkonan hevur ringt eyga á svigardøturnar, sum hon rópar “pyntireyvarnar”, og sum hon heldur eru alt ov fínar, brúka ov nógvan pening og hava spilt sær synirnar.
Eg komi í tankar um hendingina í bókini, tá ið Ketil sigur við Lias Berint, sum er gamal drongur. “Ongantíð gifti tú teg”? Nei, svarar Lias Berint. “Og smátt í tað slagið, tað er so illt í sær, at eg havi vontrast við at komið i takholt við tað. Nei, tú skalt handfara konufólk sum kettu, javnaldrin: Kín tí, tá ið tað er blítt, men fer tað at físa, so fótin í dintilin beinanvegin”. Her sæst eisini serligi málburðurin í bókini.
Eins og aðri ungir menn, hevði Kálvur hug at konufólki, men torført er hjá honum at fáa konufólk. “Tað hevði verið so stuttligt at sloppið at hildið um eina gentu einaferð. Hevði ein komið framvið”, sigur Kálvur við seg sjálvan einastaðni í søguni. Og gentan dóttir Klávus kom framvið, og meistarliga lýsir rithøvudnurin, hvussu gongst hjá teimum báðum við kærleikanum, har romantikkurin millum tey ungu ikki er eins, og vit kennast til romantikk.
Málið í bókini er serligt, tí rithøvundurin brúkar orð, sum vit vanliga ikki síggja í teksti. Dømi úr bókini: Troddum bygdagøtum, Ein álvøkur sjón at síggja, hasar dassleittu hendurnar, tá sló hann tærnar í eina klíggjarrúgvu bara at nevna fá dømi. Men vit skulu minnast til, at søgan er skrivað í 1930-árunum, tá ið skrivaða orðið á føroyskum var ungt í samfelagi okkara, og har bygdirnar mestsum lógu avbyrgdar. Hvørjaferð eg kom til orð í bókini, sum eg ikki kendi, hugsaði eg: “Rithøvundurin má hava valt hetta orðið, tí tað var vanligt millum manna í Skálavík, tá ið hann vaks upp.
Hetta er áhugavert í míni málverð, og eg komi at hugsa um útvapssendingina fimm minuttir í føroyskum, sum Jóhan Hendrik Winther Poulsen skipaði fyri í 1970 og 1980- árunum. Hoyri Jóhan spyrja lurtaran: Kennist nakart við orðið dassleittu, hoyrt í Skálavík, bara at nevna eitt dømi. Vit hava ymiskar “dialektir” í Føroyum, men fólk hava eisini málborið seg ymist kring landið, men nú fánar alt hetta spakuliga í nýtíðar samfelagnum við undirsjóvartunlum, sjónvarpi og alnótini.
Mær dámar ótrúliga væl bókina og serliga, hvussu væl rithøvudnrin dugur at brúka beinleiðis talu í tekstinum. Spurninguin er, um bókin fangur nóg væl nútíðar ungdómin, tí tú mást kenna eitt sindur til gamla bóndasamfelagið í Føroyum, og hvussu nógv grindin hevði at týða fyri føroyingin, um tú skalt fáa nóg stóra gleði av bókini. Serligu orðini, rithøvundurin brúkar í søguni, darvar ikki lesaran, tí hann kanst gita sær til, hvat rithøvundurin meinar við, og verður bókin lisið sum felagsbók í skúlanum, kann lærarin greiða nærri frá orðunum.
Frálíka skaldsøgan Feðgar á ferð verður mett at vera so væl skrivað, at skaldsøgan er týdd til nógv mál millum annað íslendsk, danskt, svenskt, norskt, grønlendskt, enskt, týskt og pólskt. Eftir at Heðin Brú gavst sum landbúnaðarráðgevi, helt hann fram at skriva. Emil Juul Thomsen stjóri á Bókagarði gav út tíggju bøkur eftir Heðin Brú, og hetta er dýrgripur at eiga. Og har eru allar “perlurnar”: Feðgar á ferð, Fastatøkur, Lognbrá, Men lívið lær, Tað stóra takið, Búravnurin, Purkhús, Leikum fagurt, Flokatrøll og Fjallaskuggin. Heðin Brú skrivaði eisini røð ævintýrum givin út bókum, og hann umsetti eisini danskar bøkur til føroyskt
Heðin Brú fekk fleiri virðislønir: Í 1964 Mentanarvirðisløn M. A. Jacobensens, virðisløn frá Statens kulturfond í 1964, Barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs í 1980 og Holberg medalju í 1982. Hans Jacob Jacobsen (Heðin Brú) varð føddur í Skálavík 17. august í 1901 og andaðist 18. mai 1987. Heðin Brú hevði konu av Velbastað og fimm vóru børnini. Ottar, Gunnvá, Bjarki, Bárður og Hanna. (Vagnur)




