Eftir ólavsøkuróðrarnar í 2005 skrivaði eg niðanfyri grein um Levi Petersen áhugaverdan eldri víkamann, sum var komin til Havnar at fylgja 6-mannafarinum Falki, sum hann átti. Falkur er í dag 113 ára gamal, og Falkur úr Hósvík og Greivin úr Kollafirði, sum er eitt ár yngri, hava alla mína tíð verið fastir gestir á ólavsøku. Levi Petersen doyði 18. september í 2011.
6-mannafarið Falkur er hansara hjartabarn
85 ára gamli víkamaðurin Levi Petersen, sum býr í Hósvík, eigur 108 ára gamla 6-mannafarið Falk, sum róði á fleiri stevnum í ár. Levi gongur upp í kappróðurin við lív og sál, og hann fegnast um hvønn kappróður, báturin rør, sigur bátsformaðurin Jóhannes Johannesen, sum hevur róð við Falkinum í nógv ár.
Í Hósvík býr 85 ára gamal maður, sum hevur stóran áhuga í føroyskum kappróðri. Og serligan áhuga hevur hann í sínum egna báti, sum eitur Falkur. Falkur er kent navn í føroyskum kappróðri, tá ið vit tosa um gomul 6-mannafør, sum rógva á fleiri stevnum. Falkur og Greivin róðu kapp á ólavsøku í ár, og Falkur vann róðurin. Bæði Falkur og Greivin eru fleiri enn hundrað ára gamlir bátar. Falk smíðaði bátasmiður av Skipanesi.
85 ára gamli Levi Petersen eigur Falk, sum stendur í neystinum hjá Kollafjarðar Róðrarfelag, og tað er kollfirðingurin Jóhannes Johannesen, sum er bátsformaður og hevur róð við bátinum í nógv ár.
– Ja, Levi er nú ein eldri maður, men áhugin fyri Falki er eins góður, og tá ið hann sjálvur róði við bátinum. Levi var á ungum árum sjómaður og arbeiddi seinni í asfaltverkinum í Hundsarabotni. Hann hevði nátturðan við til arbeiðis, tí hann skuldi rógva eftir arbeiðstíð. Og Falkur hevur vunnið nógv steyp, sum standa í heiminum hjá Levi í Hósvík, sigur Jóhannes
– Levi er víkamaður og býr í Hósvik. Falkur er sum sagt gamal bátur, og tað eg veit, stavar báturin úr Vík og hevur altíð verið í ættini hjá Levi. Og Levi gleðir seg sum eitt barn, tá ið várar, tí tá verður Falkur drigin úr neystinum. Levi fylgir væl við, hvussu báturin stendur seg í kappingini, og vinna vit steyp, so fara vit eftir stevnu inn á gólvið hjá Levi við steypinum, og tá hevur hann gjørt okkum ein betri bita. Ein sermerkt løta, sum er hugnaligt og stuttlig.
– Á ólavsøku var Levi fegin. Dóttirin koyrdi hann til Havnar, og tá ið vit komu at landi, var Levi fyri okkum við stórum smíli. Stóltur var hann, tá hann sat í koyristólinum við steypunum í fanginum.
– Sjálvur havi eg róð við Falki og Greivanum síðani einaferð í sekstiárunum. Ella rættari sagt, nú lati eg ungu menninar rógva og stýri sjálvur. Vit venja ikki so nógv, kanska tvær tríggjar ferðir um vikuna áðrenn stevnu. Tað er spennandi og stuttligt, og menn ganga upp í róðurin við lív og sál. Á ólavsøku var stuttligt at vinna á Greivanum, og tað var eisini frøi á monnum, at eigarin eisini var komin úr Hósvík til Havnar at fylgja báti sínum.
Tá ið vit róðu í Hósvík var Levi uppi á vegnum og fylgdi róðrinum. Hann var væl nøgdur við róðrarlagið og ferðina á bátinum, so hann hevur altíð sínar viðmerkingar um róðurin, sigur Jóhannes at enda.
Abbasonur Levi, Hallgrím Hansen, er ikki á felagsmyndini, tí hann er løgreglumaður og skuldi eftir ólavsøkuróðurin heim at fáa sær ein blund, tí hann skuldi til arbeiðis um náttini. Hallgrím er kent navn í Havnar Róðrarfelag, tí hann var við at vinna FM-heitið við Ørvi í 2003. Flestu ørvamenninir fóru umborð á Hoyvíkingin, men tað hevði Hallgrím ikki stundir til.
Mamma Hallgrím segði heimasíðuni, at tá ið byrjar at vára, so ringir abbin mangan til abbasonin og spyr, hvussu gongur at manna Falk. So hjá Levi er mestsum leingi at bíða, til Falkur verður drigin úr neystinum og flotaður.
Vit kunnu leggja afturat, at tað hevur týdning, at føroyskur kappróður er annað enn kapping um stig og FM-heiti. Altavgerandi at eldri rógvarar og yngri rógvarar, sum ikki hava stundir at venja so nógv, eisini kunnu seta seg við árarnar og kappast á stevnunum.Tess fleiri fólk rógva, tess størri gerst áhugin fyri føroyskum kappróðri. (Vagnur)


