Hósdagin seinnapart skuldi eg júst sleppa skrivingini um kappróðurin á hesum sinni, tá ið toran fór at ganga. Tað fór at regna, sum sjáldan sæst í Føroyum, ljósið fór, og teldan slóknaði. Tá ið el-maðurin hevði skift ein avbrótara í el-talvuni, og hann tendraði ljósið aftur, hoyrdist brak frá oljufýrinum, og roykurin var so nógvur, at “alarmurin” fór á ýla. Endin gjørdist, at vit máttu fáa nýggjan oljufýr, tí so nógv var brent í oljufýrinum. Nú riggar aftur, og næsta greinin snýr seg eitt sindur um víkingagarðin í Leirvík, sum eru frá um ár 900 og um aðrar leivdir frá seytjan, átjan hundrað talinum.
Í seinastu viku koyrdi eg fyrstu ferð eftir nýggja vegnum gjøgnum Leirvík á veg til Klaksvíkar. Nógv var skrivningin í bløðunum, um vegurin skuldi vera oman fyri bygdina ella niðri við sjóvarmálan. Vegurin er gjørdur, og eg haldi, at hetta er besta loysnin, tí umframt, at ferðslan ikki longur fer gjøgnum sjálva bygdina, so tarnar hin loysnin ikki íbúðurbygging eina ferð inni í framtíðini. At so nøkur nýggj neyst, sum venda skeivan veg, ikki passa inn í heildarmyndina, er annað mál.
Ávegis til Klaksvíkar koyrir tú fram við víkingagarðinum í Leirvík, sum er frá um ár 900. Mær er sagt, at tað var í sambandi við gerð av vegi til ferguleguni í 80-árunum, at fólk frá Fornminnisavninum fóru at grava í Leirvík, tí staðarnavnið Toftanes segði fornfrøðigum, at toftir frá gamlari tíð vóru á staðnum, sjálvt um ongar toftir vóru at síggja í 80-árunum.
Nærmast síggja vit langhúsini frá víkingatíðini, og verður farið yvir um ánna, síggja leivdir frá seytjan, átjan hundrað talinum. Søgan er um fólk, sum búðu í húsunum, og sum vóru ákærd fyri stuldur, at tey sum revsing vóru send til Bremerholm í Danmark.
Fornfrøðingar meta, at alt tað gamla á økinum er einaferð fjalt av áareiri, tá ið áin er farin um áarbakkan. Óivað er fólk tá flutt longur niðan frá sjóvarmálanum. Umframt sjálvar toftirnar funnu fornfrøðingar nógvar lutir, sum kunnu staðfesta tíðarskeiðið, at fólk hava búð á Toftanesi um ár 900. Umframt vanlig húsarhaldsamboð sum íløt og annað, vóru eisini funnar serligar nálir og spennir, sum kunnu staðfesta tíðarskeiðið. Eisini finnu tey leivdir av trækrossi, sum sigur frá, at kristindómurin kom til Føroya fyri ár túsund.

Áareirur hevur einaferð fjalt toftirnar, men navnið Toftanes boðaði frá, at har vóru toftir. Og rætt var. (Mynd Vagnur)
Sum eg skilji, vóru ymsar hoyringar í Leirvík, áðrenn endaligi vegurin varð gjørdur. Ein spurningur vóru neystini, har menn skuldu fáa endurgjald fyri mist neyst, tí nøkur av gomlu neystunum vórðu burturbeind. Nù standa nøkur nýggj neyst fram við vegnum, sum slett ikki passa inn í heildarmyndina. Vanliga venda neyst út ímóti sjóvarmálanum, men tað gera hesi neystin ikki. Neystini áttu at verið tikin niður og flutt, tí tey skemma umhvørvið við Toftanes. (Vagnur)


