
Tær fara spentar og glaður út á málið. Men ólavsøkan gjørdist satt vónbrot fyri kvinnurnar úr Vestmanna.. (Mynd Vagnur)
Eg eri júst komin aftur av “Ískaini” eftir at hava hugt at ólavsøkuróðurin, og eg eri ikki sørt illur og ørkymlaður. Og tað, sum fyllir allar mest hjá mær, er umróðurin hjá 5-mannaførunum við kvinnum. Dómarin gav Havfrúnni óneyðugt reytt kort, og sjálvandi eru kvinnurnar “knústar”, tí tær halda seg einki skeivt hava gjørt, sigur róðrarleiðarin í Vestmanna Finnur Johannssen, sum hevur tosað við kvinnurnar. Sjálvur hoyrdi eg Ludvík við Stein viðmerkjara siga frá útvarpsbátinum: – Hvussu kann bátur tjóvstarta, tá talan bara er um tveir bátar, hetta mátti verið óneyðugt, segði Ludvík, sum ikki sá Havfrúnna tjóvstarta.
Òlavsøkuróðurin var annars sum vanligt væl avgreiddur, men umframt, at teknikkurin í málbilinum sveik eitt sindur, so kann eg ikki lata vera at siga mína meining um útvarpsbátin og serliga dómarabátinum. Hví skal dómarabáturin sigla við kanska 100 kilometrar um tíman fram við Molanum og út aftur á málið, og útvapsbáturin eisini við fullari ferð. Hvat skulu fólk skunda sær til, tí málið er bara 901, 35 metrar. Bátarnir góvu so nógvar aldur, og sjógvurin fekk næstan ikki tíð at slætna aftur, fyrr enn skotið varð av nýggjum. Gamalt var, at útvarpsbáturin og dómarabátar fóru sníkjandi fram við landi til tess ikki at órógva kappróðrarbátarnr. Eg sá, hvussu aldurnar frá báðum bátunum brustu í bryggjuna, og at rógvar, sum vóru á veg út á málið, máttu steðga á og halda sær fast. Frá mær fær skjóttgangandi dómarabáturin beinleiðis reytt eingin ivi um tað. Finnur Johannsen segði soleiðis stutt í telefonini.
– Kvinnurnar hjá okkum er knústar og halda seg vera illa viðfarnar av dómarunum. Gamaní er reytt kort fyri tjóvstart á ólavsøku, sum er heilt burturvið, tí tjóvstartur gevur ikki reytt kort á øðrum stevnum. Kvinnurnar halda seg ikki hava gjørt nakað skeivt, men bara hava gjørt eftir boðum frá startdómaranum. Vit vórðu bitnar at taka á, og tað gjørdu vit. Vit tóku trý tøk, og áðrenn vit vistu av, brast skotið. Síðani er tað púrta burturvið, at Havfrúgvin einki stig skal fáa á ólavsøku, tí í umróðrinum var bara talan um, hvør bátur skuldi vera nummar eitt og tvey. Tað vil siga, at Havfrúgvin í hvørfall skal hava seks stig, sum báturin vann sær í upprunaliga róðrinum. Vit leggja sjálvandi inn klagu, og klaðan skal allan vegin, sigur Finnur í stuttari viðmerking.
Mín meining um føroyskan kappróðurin er, at nýhugsan og broytingar mugu í kappróðurin. Í summar hevur FM-kappingin fyri fleiri manningar spælt heilt “falitt”. Tildømis misti Sølmundur 6-mannafar menn FM-heitið vegna út av lagi vánaligt avrik í Sørvági. Fyrireikingin á staðnum var út av lagi vánalig, men evstu ábyrgd hevur sjálvandi Róðrarsambandið. So einfalt er tað. Í mini verð er púra burturvið, at startdómari dømir ein bát at tjóvstarta á ólavsøku, har bara tveir bátar skulu rógva. Hetta sigur meira um startdómaran enn um manningina umborð á Havfrúnni.
Eg eri bart út skelkaður um hendingin í umróðrinum. Mann kann ikki fara soleiðis við eini manning, tá ið vit hugsað verður um, hvussu hevur gingist á varmakeldu og á vestanstevnu, har alt RSF samtakið so dyggiliga hevur svikið á tveimum stevnum. Var tildømis vestanstevuróðurin avlýstur vegna vánaliga fyrireiking og vánaligt veður, so var Sølmundur og ikki Jarndur føroyameistari hjá 6-mannaførunum við monnum. Hvar er rættvísi? Og so at døma tjóvstart og reytt kort í umróðri við tveimum bátum, hetta hongur bara ikki saman. Vánaligt, at kvinnurnar umborð á Havfrúnni fáa slíka viðferð. Eg føli verulig við kvinnunum úr Vestmanna. (Vagnur)
