Tey samkyndu í Føroyum fingu aftur dyggan stuðul

Johann úr "Kollafirði" bóndin úr Fámara var frásøgumaður. (Mynd Vagnur)

Johann úr “Kollafirði” bóndin úr Fámara var frásøgumaður. (Mynd Vagnur)

Enn einaferð var eg vitni til stóra skrúðgongu í sambandi við rættindini hjá teimum samkyndu í Føroyum. Eg skrivaði somu tíð í fjør, tá ið fólk eisini gingið skrúðgongu, at eini 2000 fólk fóru fram við hjá okkum, og at dupult so nógv fólk løgdust aftrat niðri í býnum. Skrúðgongan í gjár leygardagin 27. juli var enn størri enn tann í fjør. Hon strekti seg frá Sjónleikarhúsinum og niðan um Plantasjuna, og har vóru bæði ung og eldri fólk. Hetta ber prógv um, at fólk vilja broytingar.

Eg spyrji meg sjálvandi, hví so nógv fólk stuðla skrúðgonguni aftur hesuferð, tí fyri tveimum árum síðani vóru fólkini ikki so nógv. Í skrúðgonguni eru bæði ung og eldri, og serliga beit eg merki í, at ótrúliga nógvar ungar gentur og ungir dreingir vóru við í skrúðgonguni. Okkara annars konservativa samfelag er í stórari broyting í sambandi við hugburð á so nógvum økjum, sum vit áður hava fjalt í onkrum skýmaskoti.

-Vit fara áhaldandi at krevja okkara mannarættindi og okkara rætt sum føroyingar. Vit fara at vinna og koma á mál, tí vit gevast ikki, fyrr enn vit hava fingið somu rættindi sum aðrir føroyingar, siga tey samkyndu. Myndafólkini vóru nógv á staðnum, og fólk komu upp á garðin hjá okkum við Hoydalsvegin, so tey fingu góða mynd av skrúðgonguni. Flestu fólkini í skrúðgonguni eru ikki samkynd, men tey finna seg ikki í, at okkara samfelag og so stirvið og afturhaldandi í sambandi við rættindi hjá teimum samkyndu. Kanningar vísa, at stórur meirluti av føroyingum vilja, at tey samkyndu fáa líkarætt í Føroyum.

Okkara samfelag broytist við fullari ferð, og sjálvandi skal hesin minniluti í Føroyum hava sama rætt í okkara landi sum vit onnur. Um politikkararnir vilja tað ella ei, so ber skrúðgongan boð um, at tíðin er við teimum samkyndu. Tað er bara at gera skjótt av og fylgja gongdini í øðrum norðanlondum. Tey samkyndu skulu sjálvandi hava somu borgararættindi sum aðrir føroyingar. Tey skulu ikki hava nøkur framíhjárættindi ella serrættindi, men bara somu rættindi sum vit onnur.

Eg hugsaði aftaná, hvussu nógv samfelagið eftir so stutta tíð er broytt á nógvum økjum. Samfelagið er blivið meira opið, og tað, sum áður vóru “tabuevni”, tosa fólk nú opið um í almenna rúminum. Eg hugsi serliga um rúsevnistrupulleikar og sálarligar trupulleikar. Og føroyingar halda seg ikki longur aftur at fara uppi í skrúðgongu, hetta var óhugsandi bara fyri fáum árum síðani. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *