Hósdagin gekk leiðin til Viðareiðis at vitja eldri konu í familjuni. Havnin hevur verið fjald í mjørka mest sum allan juli mánað, og tað var hon eisini, tá ið vit fóru úr Havn klokkan 14.30. Komin úr bergholinum og sóu Kollafjørð, var klárur himmal so langt eygini sóu, og sólin skein líka til Viðareiðis. Serliga í Lorvík, Klaksvík og á Viðareiði gingu fólk hvíttklødd, og børnini gingu í stuttum buksum. Fólk sótu uttanfyri, og í Klaksvík og á Viðareiði helt tú teg vera komin til Spaniu. Á Viðareiði vóru summi fólk liðug at hoyggja, og fólk vóru brún í húðini av sólini, sum hevur skinið mest sum allan juli mánað.
Eg var spentur at síggja nýggju farleiðini gjøgnum Lorvík til Klaksvíkar. Jú, hetta riggar bara óføra væl, og so sleppur ovaru parturin av bygdini endiliga undan nógvu ferðsluni gjøgnum økið. At nøkur nýggj neyst venda skeivan veg, hevur minni týdning, tey kunnu takast niður og vendast. Ferðin var frálík til vit komu til gomlu tunlarnar frá 1967. At fara ígjøgnum undirsjóvartunnilin, og so koma til tunlarnar millum Klaksvík og Norðdepils var sum at koma úr nýtíðini aftur í miðøldina.
Í tunlunum frá 1967 er eingin trygd av nøkrum slagi. Ongar linjur á vegnum, einki ljós, telefonin virkar ikki, har er smalt, lágt og myrkt. Meðan vit koyrdu gjøgnum tunnilin hugsaði eg: – Vit kunnu ikki bjóða fólkunum í norðoyggjum slíkar vandamiklar umstøður. Sjálvandi skuldu vit fyrst umvælt tunlarnar har norðurin og millum Hvalba og Tvøroyri, áðrenn vit hugsa um at gera undirsjóvartunnil millum Runavík og Havnina. Eg fekk at vita á Viðareiða, at lastbilar og betongbilar eru so mikið stórir, at teir sleppi ikki inn á víkjuplássini, tí mugu smærri bilarnir fara inn í víkjuplássuni, sjálvt um hetta ikki er eftir ferðslureglunum.
Í sambandi við undirsjóvartunnilin millum Runavík og Havnar verður sagt, at norðmenn hava økt um trygdina í tunlunum, tí kemur tunnilin at kosta 200 milliónir meira enn upprunaliga ætlað. Høvdu norðmenn sæð tunlarnar í norðoyggjum, vórðu tunlarnir stongdir við brestin. Á Viðareiði var sól og summar, og vakurt var at síggja høgu fjøllini og serliga at síggja Fugloynna, sum tyktist so nær henda dagin. Tey málaðu, hoyggjaðu og sólaðu sær á Viðareiði, og tey vóru nógv brúnari enn vit hvítu úr Havn, sum vóru komu úr mjørkanum.

At koma úr undirsjóvartunlinum og í smáu tunlarnar, er sum at fara úr nýtíðini aftur í miðøldina. (Mynd Vagnur)
Á Viðareiði er ótrúliga vakurt, og sjálvt um bygdin er fjarskotin bygd, so er lív í bygdini. Tað búgva um 300 fólk á Viðareiði, og góð eru tekini, at tey byggja upp í skúlan. Bygdin minkar ikki í fólkatali, heldur stendur hon í stað. Klokkan var um átta, tá ið vit løgdu leiðina aftur til Havnar. Sólin var um at fara handan fjøllini, og vakurt var at síggja spegilskláru firðirnar. Vit steðgaðu við kirkjugarðin í Norðdepli, har eg tók mynd av gravsteininum á grøvini hjá langabba mínum “Havnar Jógvani”, sum er ein søga fyri seg.
Tey sólaðu sær framvegis í Klaksvík, og í Lorvík sótu nógv fólk uttanfyri og ótu nátturðan. Seinni hósdagin gjørdist klárt í Havn, men løtan var stokkut, tí í dag er aftur mjørki í høvuðsstaðnum, og tað verður tað óivað eisini á ólavsøku. (Vagnur)







