Var ringt veður á varmakeldu, har róðrarnir vórðu útsettir til sunnudag og uppaftur vánaligari veður á vestanstevnu, har róðrarnir skuldu verið avlýstir, so verður frálíkt róðrarveður á ólavsøku. Sunnudagin eru veðurtíðindi: Landssynningur undir fimm metrar um sekundið. So er spurningurin við mjørkanum, sum hevur fjalt Havnini mest sum allan juli mánað. Rógvast skulu 901,35 metrar, og bara eina lítil forðing kunnu nakrir bátar fáa, og tað er, tá ið teir nærkast Molanum, tí har kann vera eitt slaks afturundirgerð hjá bátunum næst Molanum, men so fáa teir harafturímóti kanska ein lítla fyrimun innanfyri Molan. Mann ikki okkurt óvæntað úrslit koma á ólavsølu?
Beinta barnaróður dreingir úr Miðvági hevur í summar vunnið fimm róðrar, og Junkarin úr Kvívík vunnið ein róður. Eg rokni við, at Beinta vinnur á ólavsøku. Verri er at gita um barnamanningar við gentum, har kappingin um fyrsta plássið serliga stendur millum Spógvan, sum vann í Sørvági, Títling sum vann í Klaksvík og Fipuna Føgru, sum hevur vunnið fýra róðrar. Eg giti, at antin Fípan Fagra ella Títlingur vinnur ólavsøkuróðurin.
So hendi tað í Sørvági, sum eg í alt summar hevði roknað við. Fípan Fagra 5-mannafar dreingir gjørdist bara betri og betri, sum summarið leið, og Fípan Fagra vann á vestanstevnu. Men eg rokni tó við, at Drekin fer at draga longsta stráið á ólavsøku í harðari kapping við Fípuna Føgru og Royndini Fríðu í hølunum. 6-mannaførini við kvinnum eru løtt at gita um, tí Jarnbardur er í flokki fyri seg, og eg rokni ikki við, at nakar av hinum bátin hevur nakran møguleika at taka Jarnbard heldur ikki Herningur.
6-mannaførini við monnum hava verið spennandi í summar. Tvørabáturin vann í Sørvági, men báturin vinnur ikki á ólavsøku. Sølmundur og Jarnbardur togast um FM-heitið við Gongurólvi á triðja plássi. Eg giti, at Sølmundur vinnur á ólavsøku við Sundabátinum nummar tvey, og so er spurningur um Jarnbard, Herning og Gongurólv. Róðrarnir hava verið so ótrúliga javnir í summar. Kanska giti eg heilt skeivt, og at tað er júst í hesum róðrinum, at vit uppliva óvæntaða úrslitið? At vit fáa ein nýggjan vinara, sum ikki hevur vunnið í summar.
5- mannaførini við gentum eru spennandi á tann hátt, at stór kapping er um annað plássið. Erlu Kongsdóttir vinnur róðurin, men so kappast Blikur, Sílið og Jallurin um annað plássið. So koma vit til 5-mannaførini við kvinnum, sum ein ótrúliga spennandi róður, har eg rokni við einum óvæntaðum úrsliti Fyrstu róðrarnar í summar sá ikki út til, at Havfrúgvin fór at missa fyrsta plássið, men nú hava bæði Ørnin vunnið í varmakeldu og Teistin vunnið á vestanstevnu. Bátarnir fara ikki um málið á ólavsøku eins og í Sørvági. Ólavsøkumálið er stutt, og tí gerast bátarnir ótrúliga javnir. Hvør vinnur? Eg giti Ørnin við Teistanum, Havfrúnni og Drekanum beint í hølunum, har tað kann henda, at Drekin ger ein vørr á heimasjógvi. Tað er í hesum róðrinum, at eg føli, at eitt óvæntað úrslit tekur øll á bóli.
8-mannaførini og 10-mannaførini eru fá, men tó spennandi róðrar. Mann ikki Argjabáturin fara at taka Miðvingin á ólavsøku, sjálvt um Miðvingur vann tryggan sigur í Sørvági? Miðvingur hevur verið í Havn og roynt í ólavsøkuteinin. Í fjør vant Klaksvíngur burtur úr hinum bátunum og var á odda við tveimum bátslongdum longu á “Ìskaini”, men hetta hendir ikki á ólavøku. Vit fáa at síggja ein nógv javnari róður, har sjálvandi Klaksvíkingur eru favoritturin. Men munnu Suðuroyingur og Havnarbáturin ikki síggja sær júst møguleika at basa Klaksvíkingi í frálíku róðrarlíkindunum sunnudagin? (Vagnur)
