
Í vikuni upplivdi eg nakað í míni fjølmiðluverð, sum eg ongantíð áður havi upplivað. Eg skrivaði eina grein um rógvaran og hondbóltsvenjaran Svein Rógva, men áðrenn eg hevði vent mær, høvdu tríggir teir størstu portalarnir í Føroyum uttan loyvi frá mær antin tikið alla greinina ella part av greinini og lagt tilfarið á teirra portalar. Hetta er als ikki góður fjølmiðlasiður og hoyrir ongastaðni heima. Mín niðurstøða er, at nú er kappingin vorðin so stór millum portalarnar, at øll vápn verða nýtt.
Eg havi altíð havt stóran áhuga í fjølmiðlum óivað tí, at eg longu á ungum árum skrivaði í bløðini, eg havi arbeitt í sjónvarpi, útvarpi og á bløðum. Mær dámar væl at fylgja við, hvussu tíðindini verða borin til lesaran, hvussu greinar eru umbrótnar og lesaravinarligar, og hvussu annars gongst hjá okkara fjølmiðlum.
Tað var tann tíð, tá ið Dimmalætting mest sum hevði einarætt í sambandi við lýsingar, og fyritøkan spann eisini gull í nógv Harrans ár. Nú er vent í holuni, og bløðini sigla í tungum sjógvi, tí fólk hava aðrar møguleikar at útvega sær tíðindi millum annað frá nógvu portalunum.
Mest vitjaðu portalarnir í sambandi við tíðindi munnu vera portal.fo, vágaportalurin og portalurin hjá Norðlýsinum. Men nú er portal.fo farin á aðrar hendur, og Miðlahúsið er tí komin við nýggjum portali in.fo. Og lesarin er vitni til beinharða kapping millum portalarnar, og spennandi verður at fylgja við, hvussu leikur fer, tí onkur av stórur portalunum fer at tapa slagið um lesaran. Hvannrók.fo telist ikki millum hesar, tí heimasíðan er bara frítíðarítriv hjá mær, og eg skrivi bera umleið eina grein um dagin.
Eitt eru portalarnir, annað er Dimmalætting. Greinin um Svein Rógva var ikki meira komin á www.hvannrok.fo, so skrivaði Dimmalætting eisini eina grein um Svein Rógva, tí fólk á Dimmu lesa eisini Hvannrok.fo . Hetta hevði eg sjálvur ikki funnið uppá, tí gamalt varð, at tá søgan er skrivað, er søgan longu gomul. Men juli mánaður hevur altíð verið “agurktíð” hjá fjølmiðlum.
Greinin í Dimmalættin hevði løgna og misvísandi yvirskift á forsíðuni. Har stóð Fekk blóðtøpp: Eg rógvi aftur komandi ár. Lesur tú greinina, so var tað ikki tað, Svein Rógvi segði við undirritaða eitt døgn frammanundan, tí Svein Rógvi segði mær, at læknin hevði lagt honum eina við, at hann ongantíð aftur mátti rógva á høgu støði.
Rógvi sigur við Dimmalætting, at hann kann ikki lata vera at rógva, sjálvt um læknin sigur tað mótsatta. Yvirskiftin í Dimmalætting passar slett ikki til innihaldið í greinini, men blaðið skal seljast, og tí kemur misvísandi yvirskiftin á forsíðuna Fekk blóð: Eg rógvi aftur komandi ár. Sjálvandi rør Svein Rógvi ikki við Klaksvíkingi komandi ár, tí ein blóðtøppur er ikki at spæla við og er álvarslig hending. Sjálvandi hevur Svein Rógvi framhaldandi hug at rógva, men harfrá aftur at seta umborð á Klaksvíking? Nei, hetta fer ikki at henda, tí heilsan hevur sjálvandi størri týdning enn Klaksvíkingur.
Høvdu teir tríggir stóru portalarnir spurt meg fyrst, áðrenn teir “snubbaðu” tekst og myndir frá mær, so hevði eg sjálvandi sagt ja, men við treytini, at teir tóku lítlan part av greinini og síðani vísti til mína heimasíðu. Eg læni eisini onkrara myndir frá øðrum, men eg spyrji fyrst um loyvi. Tað kemur fyri, at eg finni eldri mynd í bók ella blaði, sum eg leggi aftrat greinini, men eg skrivi altíð, hvør eigur myndina. Tað hevur stóran týdning, at vit halda góðan fjølmiðlasið, tí annars verða serliga portalarnir tann beri hurlivasi, har somu tíðindini eru at lesa á øllum portalunum. (Vagnur)
