Vit gita enn einaferð – og eigur Sørvágur rætt til FM-róðrar?

Triðja hvørt ár er vestanstevnan í Sørvági. (Mynd Vagnur)
Triðja hvørt ár er vestanstevnan í Sørvági. (Mynd Vagnur)

Í øll árini eg havi skrivað um kappróður, havi eg fleiri ferðir fingið at vitað frá fólki, at tað kann ikki vera rætt, at róðrarfeløg, sum ikki eru virkin, sleppa at fyrireika FM-róðrar. Tað má fyrst og fremst vera feløgini, sum hava nógvar manningar við í FM-kappingini, sum hava fyrsta møguleika at skipa fyri stevnuróðri. Tey hava roynt at birt lív aftur í kappróðurin í Sørvági, men ikki er tað eydnast.

Politikkurin hjá Róðrarsambandinum hevur altíð verið, at FM-róðrarnir skulu spjaðast út á so nógv pláss í Føroyum sum einaferð møguligt. Hetta er góður politikkur eftir mínum tykki. Tí skiftast tildømis Sandavágur, Miðvágur og Sørvágur um vestanstevnuróðurin, og at vit fyri ikki so nógvum árum síðani fingu sjeynda FM-róðurin. Fleiri eldri rógvarar halda, at sjey FM-róðrar eru ov nógv, men yngru rógvararnir havi einki ímóti at rógva viku um viku.

Málstengurnar í Sørvági eru til reiðar at taka ímóti rógvarunum. (Mynd Vagnur)
Málstengurnar í Sørvági eru til reiðar at taka ímóti rógvarum. (Mynd Vagnur)

Sørvágs Róðrarfelag skipar triðja hvørt ár fyri vestanstevnuróðrum. Í Sørvági er gott at rógva, men striltið hevur verið hjá Sørvágs Róðrarfelag at manna bátarnar seinastu nógvu árini. Afturvendandi spurningurin triðja hvørt ár er: Er tað rætt, at Sørvágur skipar fyri kappróðri. Eg haldi, at sjálvandi mugu vit varðveita Sørvág sum kappróðrarvág, sjálvt um stiltið gongst at fáa bát mannaðan í bygdini.

Vit gita um róðrarnar í Sørvági.

Í barnaróðri sær út, sum Fipan Fagra við gentum og Beinta við dreingjum eru stinnastir. Tey rógva bara 500 metrar, men Fípan Fagra og Beinta vunnu tryggan róður í Fuglafirði. Beinta var fýra sekund undan Junkaranum, og Fípan Fagra var tvey sekund undan Tjaldrinum og Títlingi. 10-mannafarsróðurin broytist neyvan, tí Klaksvíkingur er betri enn Suðuroyingur, sum so aftur er stinnari enn Havnarbáturin. 8-mannafarsróðurin eru ikki spennandi, tí sjálvt um Miðvingur stóð seg betur á varmakeldu, so hevur Argjabáturin kortini gott tak á Miðvingi. Leygardagin rógva bátarnir í Vágum og sum kann geva Miðvingi nakað eyka. Jarnbardur við kvinnum vinnur eisini í Sørvági.

Kvinnurnar umborð á Ørnini fegnast um sigurin á varmakeldu. (Mynd Døgg Hansdóttir)
Kvinnurnar umborð á Ørnini fegnast um sigurin á varmakeldu. (Mynd Døgg Hansdóttir)

Eg fekk rætt á varmakeldu, tá ið eg segði, at Fípan Fagra fór at gerast nærmasti kappingarneytin hjá Drekanum 5-mannafør dreingir. Drekin fer at vinna í Sørvági við Fípuni Føgru nummar tvey, men so er spurningurin við Royndini Fríðu og Jallinum, sum fóru javnir um málið. Haldi, at Royndin Fríði hevur betri møgleika at taka annað plássið frá Fípuni Føgru enn Jallurin, sum eg ikki skilji kann klára seg betur, tí manning er heilt góð. 5-mannaførini við gentum eru ikki spennandi, tí eitt er Erla Kongsdóttir, men Jallurin er farin í summarfrí og rør aftur á ólavsøku, og tí kappast Sílið og Blikur um triðja plássið. Blikur tekur annaðplássið í Sørvági.

6-mannafarsróðurin er skiftandi. Her eru tað Jarnbardur og Gongurólvur sum kappast um fyrsta plássið. Á varmakeldur var tað Sølmundur og Sundabáturin.
6-mannafarsróðurin er skiftandi. Her eru tað Jarnbardur og Gongurólvur sum kappast um fyrsta plássið. Á varmakeldu var tað Sølmundur og Sundabáturin.

5-mannaførini við kvinnum kunnu róðraráhuga gleða seg til, tí Havfrúgvin mátti lúta fyri Ørnini á varmakeldu. Havfrúgvin startar slett ikki nóg væl, og skal Havfrúgvin hava møguleikan í Sørvági,  má Ørinin ikki sleppa so langt fram um fyrst í róðrinum. Eg giti, at heilt javnt veðrur frammi í oddinum millum Havfrúnna og Ørnina, har Havfrúgvin vinnur tepran sigur á Ørnini. 6-mannaførini við monnum er mest spennandi róðurin, tí fleiri bátar eru um boðið at vinna róðurin. Sølmundur er væl fyri, og nú rør Sundabáturin mannaður við útisetum, og hann gjørdist nummar tvey á varmakeldu. Bara trý sekund er millum seks teir fyrstu bátarnar. Eg giti Sølmundur vinnur, og Herningur, sum er mentur heilt nógv, hesuferð gerst nummar tvey. Men vit kunnu eisini roknað við Gongurólvi, Rádna, Jallinum og ikki minst Sundabátinum, tí har er tætt millum bátarnar.

Spennandi um Royndin Fríða úr Vági og Fípan Fagra úr Klaksvík megna at hótta Drekan í Sørvági. (Mynd Eirikur á Kletti)
Spennandi um Royndin Fríða úr Vági og Fípan Fagra úr Klaksvík megna at hótta Drekan í Sørvági. (Mynd Eirikur á Kletti)

Vit á síðulinjuni eru eisini spent, hvussu fer at gangast at avgreiða róðrarnar í Sørvági. Mann tað ikki fara at gangast væl, og fólk hava fyrireikað seg 100%. Annars hugdi eg til stuttleika í morgun í hagtølini á www.drekin.fo og gjørdi nakrar skjótar útrokningar. Bátatalið í FM-róðrunum er minkað 22-25% seinastu tíggju árini, og serliga eru 5-mannaførini við dreingjum, 8-mannaførini og 10-mannaførini fækkað mest. (Vagnur)

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply