Vit gita aftur – “kanska” ein nýggjur vinnari í Fuglafirði

Fuglafjørður er góð róðrarvág. Christoffer Lützen tók myndina í 2007.
Fuglafjørður er góð róðrarvág. Christoffer Lützen tók myndina í 2007.

Fimti FM-róðurin í summar verður rógvin í Fuglafirði leygardagin. Nakrir bátar er komnir aftrat síðani seinast, og teir eru: 5-mannafarið Silja úr Fuglafirði mannað við dreingjum, Sundabáturin 6-mannafar menn, Drekin og Hvassi 5-mannafør kvinnur og Herningur 6-mannafør kvinnur, og so er Jallurin 5-mannafar gentur ikki á listanum. Tað gerst lættari og lættari at gita seg fram til vinnararnar, tí sjáldan hava vit havt so tryggar vinnarar í so nógvum róðrum sum í summar. Hetta er grein nummar 500 síðani í apríl mánað í fjør.

Fara vit hesuferð fyrst til 10-mannaførini, so tykist Klaksvíkingur vera stinnastur, men tveir rógvarar eru farnir í land, og tveir gamlir kenningar komnir umborð. Ger hetta nakran mun? Havnarbáturin startaði illa á Tvøroyri, tí rokni eg við, at vit fáa ein javnari róður leygardagin, tó við Klaksvikingi sum vinnara. Tvey eru 8-mannaførini, og tað tykist ikki, sum Miðvingur hevur nakað at svara aftur við ímóti Argjabátinum. Argjabáturin vinnur róðurin men ikki so trygt sum á Tvøroyri.

Nógvir áskoðarar sóu Varmakelduróðrarnar í 2005. (Mynd Álvur)
Nógvir áskoðarar sóu Varmakelduróðrarnar í 2005. (Mynd Álvur)

6-mannaførini við kvinnum eru avgjørd framman undan róðurin, tí Jarnbardur fær onga kapping í summar. Nú er Herningur við aftur, og tí er kapping um annað plássið, sum óivað Herningur fer avstað við. 6-mannaførini við monnum eru altið spennandi, og sagt verður, at Martin Venned hevur verið umborð á Sølmundi og fingið skil á ymiskum, og hetta gav so ein sigur á Tvøroyri. Kemur nýggjur vinnari, so verður tað antin Gongurólvur ella Jarnbardur, sum vinnur róðurin. Eg giti Gongurólv hesuferð, tí Gongurólvur hevur vunnið bæði Sølmund og Jarnbard, men ikki enn í summar vunnið sær fyrsta plássið?

Varmakelda 2005 6-mannafør menn Gongurólvur 7.11.00, Jarnbardur 7.11.06 og Sølmunur 7.11.17. (Mynd Christoffer)
Varmakelda 2005 6-mannafør menn Gongurólvur 7.11.00, Jarnbardur 7.11.06 og Sølmunur 7.11.17. (Mynd Álvur)

5-mannaførini við kvinnum eru hesuferð sjey bátar, tí Drekin og Hvassi eru eisini við. Havfrúgvin tykist at vera best fyri, men so er tað Teistin, sum róði ótrúliga væl á Tvøroyri. Kann Teistin fáa góðan start og ikki altíð missa so nógv fyrsta hálva teinin, so trúgvi uppá, at Teistin kann vinna róðurin. Eg giti Teistin vinnur í harðari kapping við Havfrúnna.

Erla Kongsdóttir og hinir bátarnir 5-mannafør við gentum. Bara er áhuguvert at fylgja við, hvør bátur vinnur silvurmerkini. Sum eg skilji, hevur Sílið mist rógvara vegna skaða, og Jallurin, sum varð nummar tvey á Tvøroyri, er ikki á startlistanum. Blikur vinnur sær tí annað plássið. 5-mannaførini við dreingjum fingu løgna lagnu á Tvøroyri, tí Fípan Fagra misti nøglina. Drekin rør væl, og tað ger Royndin Fríða eisini. Jallurin sýnist ikki at hava funnið rætta stevið í summar, tí giti eg enn einaferð Drekan at vinna róðurin. So er kapping millum Royndina Fríðu, Fipuna Føgru og Jallin um annað plássið. Eg giti, at Fipan Fagra vinnur silvurmerkini.

Øssur á Varmakeldu. Jarnbardsviðhaldsmaðurin nummar eitt. (Mynd Álvur)
Øssur á Varmakeldu. Viðhaldsmaðurin nummar eitt hjá Jarnbardi. (Mynd Álvur)

Fuglafjørður er góð róðrarvág, og tey í Fuglafirði duga væl at avgreiða róðrarnar. Sjálvt um kenna nøvnini á mest sum øllum vinnarunum, so er altíð áhugavert og spennandi at fylgja róðrunum. Slett ikki dámar mær navnið Master, sum eisini rógva úm føroyameistaraheitið í Fuglafirði. Bara Skálabáturin er við í Fuglafirði, meðan fýra eru bátarnir við kvinnum. Mítt boð til Róðrarsambandið er, at vit ikki siga masters, men Skálabáturin menn eldri og tildømis Rádni kvinnur eldri.(Vagnur)

Eysturoyingur vinnur á Varmakeldu í 2007. Vakri maðurin á toftini í berum yvirkroppi er Ludvík við Stein viðmerkjari. (Mynd Christoffer)
Eysturoyingur vinnur á Varmakeldu í 2007. Vakri maðurin á toftini í berum yvirkroppi er Ludvík við Stein viðmerkjari. (Mynd Christoffer)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply