Róðrarsambandið keypt nýggjan serligan kappróðrarbát

Hetta er bátastøddin, sum Róðrarsambandið hevur keypt.
Hetta er bátastøddin, sum Róðrarsambandið hevur keypt.

Tað var tann tíð, tá ið føroysk kappróðrarfólk fóru longu leiðina til Sillyoyggjar at rógva kapp, men hetta bleiv alt ov kostnaðarmikið, tí steðgaði áhugaverda átakið, sum RSF stóð fyri. Kappróður á Sillyoyggjunum skuldi vera gularót hjá føroyskum kappróðrarfólki at fáa høvi at kappast uttanlands. Bátarnir á Sillyoyggjunum vóru ikki eins og føroysku bátarnir. Róðrarsambandið hevur altíð havt ynskið, at føroyskir rógvarar sleppa uttanlands at kappast. Nú er nýggj roynd gjørd, og tí er ein “coastar rowing” bátur, sum tveir rógvarar rógva, keyptur fyri góðar 60.000 krónur. Eg havi hitt Jan Herman Hansen formannin í RSF og spurt hann, hvat ætlanin er við bátinum.

– “Coastal rowing” er ítróttagrein, sum mennist skjótt kring knøttin. Her er talan um glastrevjabát, har ein, tveir og fýra persónar kunnu rógva. Báturin er ógvuliga sjógóður, og tú kanst mest sum rógva í øllum veðri. Tú situr nakað tað sama sum í donsku bátunum, men vatn kann ikki koma í bátinum, men rennur av bátinum har afturi.

Áhugin fyri "coastal rowing" veksur ógvuliga skjótt. Báturin kann nýtast í øllum verðri.
Áhugin fyri “coastal rowing” veksur ógvuliga skjótt. Báturin kann nýtast í øllum verðri.

– Róðrarsambandið hevur keypt bátin, so føroyskir rógvarar fáa møguleikan at kappast uttanlands, men eingin ætlan er, at hetta bátaslagið skal kappast við føroyska kappróðurin. Her síggja vit ein møguleika, at okkara rógvarar fáa eina gularót og harvið kunnu kappast uttanlands. Vit ætla í fyrsta umfarið at lána báti út til feløgini kring landið, so fólk sleppa at royna bátin. Vit hugsa serliga um, at hetta bátaslagið kann nýtast í vetrarhálvuni. Báturin er bygdur í Fraklandi, og sum omanfyri sagt finnast bátarnir í fýra støddum. Ein rógvari, tveir rógvarar og fýra rógvarar, sigur Jan Herman Hansen at enda.

Størsta bátastøddin er "fýramannafar". Einki vatn kemur inn í bátin, sum er ógvuliga sjógóður
Størsta bátastøddin er “fýramannafar”. Einki vatn kemur inn í bátin, sum er ógvuliga sjógóður

Átakið hjá Róðrarsambandinum ljóðar spennandi, tí millum annað Róðrarfelagið Knørrur útvegaði sær danskan bát, men trupulleikin við hesum bátum er, at teir bara kunnu nýtast í heilt góðu veðri. Vit síggja eisini fólk rógva í kajak á føroysku firðunum. Eftir myndunum at døma, er hetta júst báturin, sum føroyingar kunnu fáa gleða av.

Í ár er heimsmeistarakapping í “coastar rowing” i Helsingborg í Svøríki. Eg havi ikki funnið útav, hvussu langir teinarnir eru, rógvararnir rógva, men munnu teinarnir ikki vera 1000 metrar og 2000 metrar. Sum uppískoyti kann nevnast, at rógvarar hava eisini hug at rógva eftir ólavsøku, men tað er mangan lættari sagt enn gjørt at manna bát, men við nýggja bátinum kunnu tveir rógvarar finna saman og rógva sær ein túr fram við landinum. Tveir rógvarar flota sum einki bátin. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply