So gita vit um FM-róðrarnar á sundalagsstevnuni í Hvalvík

Allir bátarnir, sum vunnu í Klaksvík, vinni ikki í Hvalvík. (Mynd Hvannrók)
Allir bátarnir, sum vunnu í Klaksvík, vinna ikki í Hvalvík. (Mynd Hvannrók)

Fyrsti FM-róðurin á norðoyastevnu er altíð serligur, tí tá liggja bátarnir eftir lutakasti. Men næstu stevnurnar liggja bátarnir soleiðis, at besti báturin frá undanfarnu stevnu liggur í miðjuna og nummar eitt og tvey bátur við síðuna av o.s.fr. Tað vil siga, at nú koma bestu bátarnir at liggja síðu um síðu. Eg kenni ikki fyrireikingarnar hjá øllum manningum til róðrarárið, men kortini fari eg at gita eitt sindur um  FM-róðrarnar í Hvalvík.

5-mannafør dreingir: Fípan Fagra úr Klaksvík og Drekin úr Havn fingu besta startin á norðoyastevnu, meðan ein av favorittum Jallurin úr Havn fekk ringan start. Tann guli Ternan fylgdi væl við,  meðan Blikur dragnar. Síðani hendi tað, at Royndi Fríða úr Vági stakk stavnin fram um hinar bátarnar og legði seg klárt á odda. Fípan Fagra dragnar og Jallurin kemur nærri og nærri Drekanum. Í endaspurtinum er dystur undir Kósabrúnni millum Drekan og Jallin, men tað er Roynda Fríða, sum vinnur róðurin. Mín niðurstøðan er, at í Hvalvík síggja vit heilt annan róður. Serliga Drekin og Jallurin fara ikki at lata Royndina Fríðu sleppa so langt á odda, og eg rokni við, at Fípan Fagra fær betri úrslit, tí teir rógva heilt væl. Mítt boð er, at Drekin vinnur, Jallur nummar tvey og Royndin Fríða fær triðja plássi í kapping við Fípuna Føgru.

Eg rokni við, at vit fáa nýggja vinnara hjá 5-mannaførum við dreingjum. (Mynd Hvannrók)
Eg rokni við, at vit fáa nýggja vinnara hjá 5-mannaførum við dreingjum. (Mynd Hvannrók)

5-mannafør gentur: Erla Kongsdóttir úr Fuglafirði vann tryggan sigur á norðoyastevnu, og Erla Kongsdóttir vinnur eisini í Hvalvík. Á norðoyastevnu var lítil munur millum Sílið, Blik og Ørnina um annað plássið fyrsta hálva teinin, men Sílið dragnar, og Ørnin fer avstað við øðrum plássinum framman fyri Bliki. Erla Kongsdóttir vinnur í Hvalvík, og Ørnin fer avstað við øðrum plássinum. So er spurningurin, um Sílið kann taka triðja plássið frá Blíki. Bátarnir úr Runavík Tjaldrið og Spógvin hava havt fjúrtan dagar at venja meira, og kanska koma teir meira við í Hvalvík.

6-mannafør kvinnur: Ikki er nógv at skriva um 6-mannaførini við kvinnum, tí Jarnbardur er klárt besti báturin. Eg hevði roknað við, at Lómur av Argjum fór at klára seg betur, men so var ikki. Heldur lá Rádni úr Fuglafirði framvið fyrst í róðrinum, men báturin dragnaði skjótt í mun til Jarnbard. Mær er sagt, at manningin umborð á Rádna bara hevði vant heilt stutta tíð fyri norðoyastevnuróðurin. Jarnbardur úr Havn vinnur allar FM-róðrarnar í summar.

6-mannafør menn:  Hetta var mest spennandi róðurin á norðoyastevnu, har átta 6-mannafør róðu. Fleiri bátar fylgdust í startinum á norðoyastevnu. Jarnbardur, Strálan, Riddarin og Gongurólvur fingu góðan start. Inni á hálvum máli var kappingin millum Gongurólv, Jarnbard og Sølmund um fyrsta plássið, meðan Riddarin dragnaði nakað. Endaspurturin var øgiliga javnar, har Sølmundur vann tepran sigur. Eg rokni við, at broytingar koma í Hvalvík, tí Jarnbardur rør væl og tað sama Gongurólvur. Riddarin fer at koma nærri fremstu bátunum og kanska síggja vit meira frá Strálini. Mítt boð er, at Gongurólvur ella Sølmundur vinna róðurin í Hvalvík við Jarnabardi og Riddaranum í hølinum.

6-mannaførini við monnum eru spennandi og áhugaverdir róðrar. (Mynd Hvannrók)
6-mannaførini við monnum eru spennandi og áhugaverdir róðrar. (Mynd Hvannrók)

5-mannafør kvinnur: Stuttligt at síggja 5-mannaførini við kvinnum á norðoyastevnu, sum vóru  jøvn í startinum. Favoritturin Havfrúgvin lá bara og lúrdi fyrst í róðrinum, meðan Ørnin, Falkur og Tjaldrið kappaðust um fyrsta plássið. Men so knappliga dró Havfrúgvin frá og legði seg trygt á odda, meðan Falkur dragnar. Ì endaspurtinum kemur Teistin av Argjum grøvandi við góðum endaspurti fær annað plássið. Havfrúgvin vinnur í Hvalvík, men kann Teistin fáa fyrra hálvu teinin at rigga betur, og kvinnurnar umborð á Falki orka betur, so kann róðurin gerast heilt spennandi seinni í summar.

8-mannafør: Kappingin stendur millum Argjabátin og Miðving, sum nú skulu rógva 2000 metrar í Hvalvík. Gullbrandur megnar ikki enn at fylgja Argjabátinum og Miðvingi. Á norðoyastevnu fór Miðvingur ov seint upp í bekkróðurin, tí slapp Argjabáturin ov lagt frá í endaspurtinum, eftir at Miðvingur hevði tikið Argjabátin aftur tvær ferðir. Mítt boð er Argjabáturin sum vinnari í Hvalvík, men, men, men, eg ivist. Miðvingur kemur at geva Argjabátinum skarpan gang allar stevnurnar í summar, eingin ivi um tað.

10-mannafør: Hyggur tú eftir róðrinum í Kringvarpinum einar tvær ferðir, so er nógv áhugavert at síggja. Eg havi Suðuroyingin sum vinnara í Hvalvík, men vit skulu minnast til, at á norðoyastevnu róðu bátarnir 1500 metrar, men í Hvalvík er teinurin 2000 metrar. Og hetta rokni eg við, at Klaksvíkingur og Havnarbáturn fáa ágóðan av. Eg hitti sunnudagin eftir norðoyastevnu ein av manningini umborð á Klaksvíkingi, og hann segði mær, at ferðmátarin í bátinum vísti, at ferðin á norðoyastevnu var seinni enn ferðin undir venjing. Tí fór Klaksvíkingur at leggja harðari út í Hvalvík, og teir væntaðu betri úrslit. Ivin hjá mær er framvegis Havnarbáturin, sum róði væl á norðoyastevnu og var um at taka Klaksvíking á mállinjuni. Eg eri eins spentur um avrikið hjá Havnarbátinum á Hvalvík sum í Klaksvík, og tað eru nógv við mær. Eg fari at lata “ivan” hanga í luftin.

Alt omanfyri, sum er skrivað um úrslit í Hvalvík, eru sjálvandi gitingar. Tú kanst skriva nógv orð, og bátar kunnu hava ferðmátarar í bátinum, men veður, vindur og “dagsformur” er stórur partur í rógvingini. Nú fáa vit at síggja. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply