Úr myndasavninum – Áhugaverdar myndir frá 1968

VÍF 1968. St.f.v: John Joensen, Regin Christiansen, Petur Højgaard, Johnny Joensen og Steinbjørn Zachariassen. Húkandi f.v: Jørgin Johannesen, Eyðbjørn Joensen, Marnar Gaard og Sámal Durhuus.

Heimasíðan fekk tríggjar gamlar myndir sendandi, sum eru frá 1968. Í hagtølunum hjá HSF er mangt áhugavert at síggja, og hyggur tú eftir vunnin meistaraheitum frá 1957 til 1977, so vann mansliðið hjá Kyndli meistaraheitið átjan ferðir og VÍF tvær ferðir.

Sámal Durhuus sigur við heimasíðuna, at í 1968 hendi so tað, at í seinasta dysti ímóti VÍF í Havn tann 30. juni mátti Kyndil vinna við tólv málum á VÍF, skuldi Kyndil endurvinna meistaraheitið. Men Kyndil vann “bara “17-10 á VÍF, og tí vann VÍF meistaraheitið eftir FM turk í nógv ár. Myndin niðanfyri er áhugaverd, serliga tí so nógvir áskoðarar eru um asfaltvøllin.

Nógvir áskoðarar vóru til dystirnar

Nógvir áskoðarar vóru til dystirnar

Hyggja vit víðari í hagtølini, so hevur Kyndil vunnið meistaraheitið 30 ferðir, VÍF 21, Neistin 8, StÍF 5, H71 2 og SÍF eina ferð síðani FM kappingin byrjaði í 1943. Sum omanfyri sagt vann VÍF FM-heitið í 1968, men næstu seks árini vann Kyndil FM-heitið, til VÍF vann tað aftur í 1975. Síðani ár 2000 hevur VÍF vunnið FM-heitið tríggjar ferðir í 2001, í 2002 og í 2005. (Vagnur)

Á myndini síggja vit Annfinn R. Nielsen, Jóan Pætur Midjord, Hans Holm, dómara, Regin Christiansen, Sverra Jacobsen og Petur Højgaard.

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *