Gongur tað, sum Durita Christophersen vil og ætlar, so spælir VÍF/Tjaldur um hesa tíðina næsta ár um FM-heitið í bestu kvinnudeildini. VÍF/Tjaldur var um at koma í FM-finalurnar, men fleiri skaðar og tapt stig serliga í fyrru helvt av kappingini gjørdi, at hetta ikki eydnaðist. Men nú skal broyting koma í, sigur Durita.
Umframt somu spælarar sum farnu kappingarár, koma Durita og Agnas Olsen aftur á liðið. Agnas hevur átt barn, og góði spælskiparin er aftur í hópinum. Í míni hugaheimi hevur VÍF/Tjaldur manning til eitt topplið, og sum eg skilji á lagnum, skal Jan Ottosen venja samansetta liðið. Eg havi hitt Duritu.
– Tá ið VÍF flutti upp aftur í bestu deildina, vandi eg eitt skifti við VÍF, men eg føldi tá, at VÍF ikki hevði fólk og mál at koma millum bestu liðini. Eg hevði spælt við Stjørnuni um FM-heiti, og til tess at nøkta mín egna tørv, fór eg aftur til Klaksvíkar. Men nú eru tíðirnar broyttar, og fleiri av VÍF kvinnunum er vorðnar eldri, og góðir spælarar eru komnir úr Tjaldri. Nú føli eg veruliga, at ambitiónir eru at koma í FM-finalurnar, og tað ynski eg at vera partur av.
– Eg spældi í vetur ikki heilt kappingarár við Stjørnuni, tí eg var í Danmark og lærdi til Margmiðlasniðgeva. Hetta er útbúgving, sum millum annað umfatar at gera heimasíður, bløð og annars grafiskt arbeiði. Eg búgvi aftur í Vestmanna og arbeiði í løtuni á kontórinum hjá reiðarínum hjá pápa mínum. Ì seinastuni havi eg vant við VÍF/Tjaldri, men nú eri eg partur av hópinum. Samarbeiðið millum VÍF og Tjaldur heldur fram, og vegna umvæling av høllini í Runavík, er høllin ikki tøk fyrr enn fyrsta januar komandi, so vit venja í Vestamanna.
– Skal VÍF/Tjaldur upp á toppin í føroyskum hondbólti, mugu bæði spælarar, venjarar og leiðsla hava sama mál. Tað er ov lítið bara at seta eina venjarar, sum so stendur einsamallur við uppgávuni. Kvinnuliðið má hava eitt gott bakland til tess at náa málinum. Eg føli nú, at tíðin nú er búgvin at fáa eitt gott kvinnulið, sum fer allan vegin, sigur Durita at enda.
Umframt at hava útbúgving sum margmiðlasniðgevi, so er Durita útbúgvin skipsførari. Lætt er ikki at spæla hondbólt og samstundis føra skip, men Durita hevur valt at spæla hondbólt nøkur ár aftrat, og so heldur hon skipsførarapappírini við líka í summarmánaðunum, tá ið hondbóltskappingin liggur stil. Eru allir spælarar tøkir, er eingin ivi um, at VÍF/Tjaldur kemur at hava sterkastu bakketuna í landinum. (Vagnur)

