Nú talar alt fyri, at avgerandi dysturin millum H71 og VÍF um at náa seinna finaluplássið verður í Hoyvíkshøllini 20. apríl. H71 hevur StÍF eftir á heimavølli 14. apríl, og VÍF hevur Neistan eftir í Vestmanna 7. apríl og Team Klaksvík í Vestmanna 14. apríl. Í Klaksvík helt Team Klaksvík tørn tíggju minuttir inn í seinna hálvleik, meðan Kyndil var á odda í hálvleikinum í Vestmanna. Kyndil var eisini á odda 25-24, tá ið níggju minuttir vóru eftir at spæla, men so steðgaði upp hjá liðnum, og VÍF kundi leggja seg trygd á odda og vinna týdningarmikla dystin.
Í Klaksvík var Team Klaksvík sum altíð væl við fyrst í dystinum og allan fyrra hálvleik. Tíggju minuttir spældir og H71 á odda 5-4, men løtu seinni er javnleikur 5-5. Javnleikur er 11-11, tá ið 22 minuttir eru spældir. Men so fær Team Klaksvík einki mál í fimm minuttir, og H71 leggur seg á odda 14-11. Hálvleikstøðan 16-14 til H71.
Ì seinna hálvleiki fylgjast liðini fyrstu tíggju minuttirnar, støðan tá 20-19 til H71. Men fær Team Klaksvík hesa løtuna einki mál í nýggju minuttir, meðan H71 kann leggja seg trygt á odda 24-19. Team Klaksvík roynir at hanga í og kemur til støðuna 27-24 til H71 fimm minuttir fyri leiklok. H71 endar dystin best og vinnur tryggan sigur 32-24.
Málskjúttar Team Klaksvík: Zarko Pejovic 8, Sámal á Tjaldrafløtti Olsen 5, Andrias Ellingsgaard 3, Beinur Heðinsson 3, Mathias Ellingsgaard 2, Dánjal Kjærbo 2 og Vilhelm Vilhelmsen 1
Málskjúttar H71: Bogdan Florea 10, Rúni Højgaard 8, Bogi G. Davidsen 4, Hans Kári Hansen 4, Ári J. Olsen 2, Rógvi Sørensen 2, Sigmundur Nolsøe 1
Dómarar: Niclas Niclasen og Heri Petersen
Ì Vestmanna má VÍF veruliga stríðast fyri at vinna dystin á Kyndli, og eingin ivi er um, at við Tummas Paula Hanusarson aftur á Kyndilsliðnum, er meira bit í kyndilsálopinum. Men tað eru serliga Høgni Klein Olsen og Finnur Hansson, sum halda Kyndli á kósini í fyrra hálvleiki, meðan Tummas Pauli skjýtur flestu málini í seinna hálvleiki. Hjá VÍF er Filip Jojic stóri málslúking við heili tólv málum.
Dystargongdin var í stuttum: Tíggju minuttir spældir og Kyndil á odda 6-5. Fimtan minuttir spældir og javnleikur 8-8, og Kyndil er á odda 15-12 tveir minuttir fyri hálvleik. Hálvleikstøðan 15-14 til Kyndil.
Longu eftir fimm minuttir spæl í seinna hálvleiki er javnleikur 17-17, og javnleikur er 22-22, tá ið átjan minuttir eru spældir. Løtu seinni er javnleikur 23-23, og Kyndil leggur seg á odda 24-23. Men seg fellur kyndilsskútan, tí seinastu níggju minuttirnar skjýtur liðið bara trý mál og tapir tí dystin. VÍF leggur seg eitt skifti á odda 28-24, tá eru bara tríggir minuttir eftir at spæla. VÍF vinnur avgerandi dystin at náa FM-finalurnar. (Vagnur)
Málskjúttar VÍF: Filip Jojic 12, Magnus Müller 5, Sámal Jákup Djurhuus 4, Rasmus Junker 4, Regin Joensen 3, Agnar Joensen 2 og Sjúrður Poulsen 1
Málskjúttar Kyndils: Tummas Pauli Hanusarson 7, Høgni Klein Olsen 6, Finnur Hansson 6, Birgir Poulsen 4, Bárður Johannessen 1, Andrias Sólsker 1, Rógvi D. Christiansen 1 og Josef Abrahamsen 1
Dómarar: Tummas Juul Thomsen og Agnar Dam
| Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
| 1 | KÍF | 21 | 617 | 470 | 147 | 35 |
| 2 | H71 | 22 | 587 | 525 | 62 | 29 |
| 3 | VÍF | 21 | 597 | 531 | 66 | 26 |
| 4 | StÍF | 21 | 510 | 496 | 14 | 21 |
| 5 | Kyndil | 22 | 561 | 566 | -5 | 21 |
| 6 | Neistin | 20 | 482 | 511 | -29 | 16 |
| 7 | Team Klaksvík | 21 | 428 | 683 | -255 | 0 |

