VÍF/Tjaldur-Kyndil 27-27(14-12) Kyndilskvinnur í FM-finalunum, og trý ára ætlanin er eydnað, sigur Jórun Ludvig

Kvinnudysturin í Vestamanna var spennandi og ein av teimum bestu dystunum í vetur.

Kvinnudysturin í Vestamanna var spennandi og ein av teimum bestu dystunum í vetur.

Í gjárkvøldið var eg í føðingardegi og hevði ikki møguleikar at fylgja kvinnudystinum, men í bilinum til føðingardagin hoyrdi eg í Rás 2 endan av fyrra hálvleiki. VÍF/Tjaldur var á odda 14-12. Frálíkt helt eg, tí vit fjølmiðlafólk ynskja altíð, at spenningurin í ymsu kappingunum skal varðveittast sum longst. Tá ið eg helt dysturin vera liðugur, ringdi eg til heimildarmannin hjá heimasíðuni í Vestmanna og fekk at vita um javnleikin 27-27, og at Kyndil tí er í FM-finalunum. Við tógvið stríð og gjøgnum ymsar umvegir fekk eg at enda orðið á eina ovfegna Jóruna Ludvig, sum heimamildarmaðurin segði spældi sín besta dyst í nógv ár. Og Jórun sigur:

Jórun spældi á kyndilsliðnum, sum vann FM-heitið í 1998 ig 1999. Vinnur hon eisini FM-heitið í 2013?

Jórun spældi á kyndilsliðnum, sum vann FM-heitið í 1998 ig 1999. Vinnur hon eisini FM-heitið í 2013?

– Tað sá fyri fáum árum síðani dapurt út hjá besta kvinnuliðnum hjá Kyndli, sum flutti niður í 1. deild eftir ongan vunnan dyst í bestu deildini hetta árið. Tá var nýggj trý ára ætlan gjørd fyri kvinnuliðið við Geir Wardum sum venjara. Vit vóru  nakrir “eldri” spælarar, men vit vistu eisini, at fleiri ungir spælarar vóru ávegis í kvinnuhópin. Og í dag heysta vit fruktirnar av trý ára ætlanini, sum vit øll í kvinnubólkinum eru ótrúliga fegin um. Dagurin í dag er týdningarmikil fyri kvinnuhondbóltin í Kyndli líkamikið, hvussu fer at gangast í FM-finalunum ímóti Neistanum.

– Tú spyrt meg, hví júst nú gongur so væl hjá mær á vøllinum. Fyrst er at siga, at eg havi ein “diskusprolaps”, sum av og á darvar spælinum, men við miðvísari venjing er førleikin góður í løtuni at spæla. Onnur orsøk er, at eg í fleiri ár havi sagt við ymsu venjararnar, at eg heldur vil spæla miðspælari enn høgri bakkur, tí á miðjuni fái eg betur spælt hinar spælararnar til skot. Eg havi áskoðanina, at skulu kyndilskvinnur upp á tindin í føroyskum kvinnuhondbólti, so mugu eldru slóða fyri.

– Vit eru í løtuni nógvar í hópinum, og tíverri koma nakrir av yngru spælarunum at sita ov nógv á beinkinum, men so má vera. Yngru spælararnir eru óroyndir, tá ið veruliga stendur á, og tí er orsøkin, at teir í summum dystum eru burtur í spælinum. Ungu genturnar tora ikki nóg væl, men tað sýnist, sum tær skiftast um hetta fyribrigdi. So vil eg nevna, at vit eru ikki komnar sovandi til góðu úrslitini. Eg havi bara einaferð áður vant meira, enn vit venja nú, og tað var, tá ið vit vunnið FM-heitið í 1998 og 1999 við Sophus Dal Christiansen sum venjara. Vit venja nú harðar venjingar fýra ferðir um vikuna, og vit renna úti í hvørjari venjing.

Dysturin var ikki hart spældur meira enn vanligt, men myndir kunnu tó vera ógvusligar.

Dysturin var ikki hart spældur meira enn vanligt, men myndir kunnu tó vera ógvusligar.

– Vit haltaðu mest sum allan dystin eftir VÍF/Tjaldur, men eg merkti, at kyndilskvinnur ongantíð góvu upp og stríddist manniliga við vónini um at fáa fatur í VÍF/Tjaldri.  Ímóti endanum í dystinum byrjaði VÍF/Tjaldur at brenna málmøguleikar, og hetta gjørdu vit okkum dælt av, og so vóru vit eisini um reppið  at vinna dystin. Nú skulu vit spæla FM-finalurnar ímóti Neistanum, og tað er einki dulsmál, at neistakvinnur hava havt gott tak á okkum, men finalur eru finalur, og alt kann henda í FM-finalunum, sigur Jórun Ludvig at enda.

Dystargongdin var í stuttum: Javnt gekk á fyrstu tíggju minuttirnar, tí tá var javnleikur 5-5. VÍF/Tjaldur dregur eitt sindur frá, og eftir tjúgu minuttir er liðið á odda 9-7. Hálvleiksstøðan 14-12 til VÍF/Tjaldur.

Í seinna hálvleiki dregur VÍF/Tjaldur meira frá og eftir níggju minuttir er liðið á odda 19-15. VÍF/Tjaldur steðgar upp í einar sjey minuttir, og Kyndil fær fleiri mál. Korter spælt, og nú er VÍF/Tjaldur bara á odda við einum máli 21-20. Men VÍF/Tjaldur dregur aftur frá og kann leggja seg á odda 25-22, tá ið 22 minuttir eru spældir.

VÍF/Tjaldur fær bara tvey mál seinastu átta minuttirnar, og hesa løtu kemur Kyndil nærri og nærri. Tveir minuttir fyri leiklok er javnleikur 26-26, og dysturin endar 27-27, og kyndilskvinnur meira enn eydnuríkar um at vera komnar í FM-finalurnar. (Vagnur)  

Málskjúttar VÍF/Tjaldur: Liljan Djurhuus 6, Adina Petrea 6, Heidi Sevdal 5, Tóra Seloy 3, Ansy Sevdal 3, Eilin Hansen 2, Halla Durhuus 1 og Amanda Kristensen 1

Málskjúttar Kyndils: Anja Eliassen 8, Jórun Ludvig 5, Simona Petersen 4, Turið Arge 3, Marianna G. Eystberg 3, Anja Heinadóttir 2 og Randi S. Wardum 2

Dómarar: Tummas Juul Thomsen og Arnar Dam

Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 Neistin 16 506 375 131 32
2 Kyndil 19 435 427 8 23
3 VÍF/Tjaldur 18 439 455 -16 19
4 VB 18 426 459 -33 11
5 StÍF 16 393 441 -48 10
6 Stjørnan 17 386 428 -42 9

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *