Róðrarfelagið Knørrur eigur nógvar bátar, men fleiri bátar eru ikki mannaðir

Tólv ára gamlar gentur komnar aftur at landi. F.v.Ásbjørg, Marin, Rigmor, róðursmaðurin og formaðurin Rúni Joensen, Bryndis, Marianna og Eleina. (Mynd Vagnur)

Róðrarfelagið Knørrur heldur til í søguligum bygningin á Kongabrúnni. Í bygninginum standa trý 5-mannafør, tvey 6-mannafør, eitt 8-mannafar og eitt 10-mannafar. Fimm barnamanningar rógva í summar og tvær gentumanningar  og tvær dreingjamanningar. Eg havi spurt formannin Rúna Joensen, sum er gamal í garði innan rógving, hví tað gongur so striltið at fáa mannað størru bátastøddirnar í felagnum eins og aðrastaðni kring landið.

Rúni er fegin um nógvu barnamanningarnar. (Mynd Vagnur)

Vøkur sjón at koma í gamla pakkhúsið hjá Evensen á Kongabrúnni. Har standa sjey vakrir bláir kappróðrarbátar. 5-mannaførini Jallurin, Tambar og Pílur, tvey 6-mannafør Jarnbardur og Herningur, 8-mannafarið Knørrur og 10-mannafarið Ormurin Langi. Felagið byrjaði virksemið í gomlum neysti við “Lágikai” granni við Skeiva pakkhús hjá Valdemari Lützen. Har ætlaði felagið byggja nýtt neyst, men ymsar forðingar gjørdu, at ætlanin er slept.

Rúni Joensen er formaður í Róðrarfelagnum Knørri. Rúni er vágbingur og róði sum ungur við Royndi Fríðu, og hann vann FM-heitið við 10-mannafarinum Vágbingi í 1980. Eg gekk mær ein túr oman á Kongabrúnna at vita, um nakað virksemi var í gamla pakkhúsinum hjá Evensen, har bátarnir hjá felagnum standa. Jú mín sann, eg var heppin. Eitt 5-mannafar við ungu gentum kemur at landi, og afturi í rong situr sjálvur formaðurin Rúni Joensen. Genturnar er tólv ára gamlar, og Rúni eigur eina av gentunum. Eg spurdi formannin, hvussu gongur at manna bátarnar í summar, og hví hann heldur, at striltið gongur at manna bátarnar nógvastaðni kring landið.

Sjey vakrir bláir kappróðrarbátar halda til í pakkhúsinum. (Mynd Vagnur)

– Støðan í okkara felagi er, at 5-mannafarið Jallurin er mannaður við dreingjum, 5-mannafarið Tambar við dreingjum og gentum og 5-mannafarið Pílur við gentum. Haraftrat eru fimm barnamanningar. Hetta er í lagi, men verri er við størri bátastøddunum. 10-mannafarið Ormurin Langi er ikki mannaður, heldur ikki 8-mannafarið Knørrur og 6-mannaførini Herningur og Jarnbardur. Tó eru Herningur og Jarnbardur mannaðir við oldgirls og Ormurin við oldboys, sum nú skulu rógva FM-róðrar seinastu tríggjar róðrarnar í árinum, sigur Rúni.

-Tú spyrt, hví gongur so striltið at manna bátar í okkara felagi og eisini í feløgum kring landið. Fyrsta orsøkin er, at tey ungu fara skjótt av landinum, tá ið tey eru liðug í miðnámsskúla. Haraftrat er tað blivið soleiðis, at rógvarar í dag hugsa ikki so nógv um felagið ella felagskensluna. Rógvara, sum hava róð í einum felagi, finna saman árið eftir við øðrum rógvarum úr øðrum feløgum. Tað er mest sum líkamikið, hvat felag teir umboða. Kanska finna teir góðu rógvararnir saman, og tí gerast manningarnar færri.

Bátarnir hjá Róðrarfelagnum Knørri standa væl, men í pakkhúsinum hjá Evensen, sum Føroya Landsstýri eigur, er einki uppihaldsrúm ella skiftingarrúm við brúsum til rógvararnar. Róðrarfelagið hevur gjørt sáttmála við Føroya Landsstýri um pakkhúsið, sum er í trimum hæddum. Eg spyri Rúna, um tey hava ætlanir um at betra um umstøðurnar hjá rógvarunum?

Gamla pakkhúsið hjá Evensen er væl egnað til kappróðrarfelag. (Mynd Vagnur)

– Vit hava bara niðastu hædd, har bátarnir standa, men ynskiligt er sjálvandi, at fáa meira pláss í bygninginum, so vit fáa alt virksemið undir sama tak. Inniróðurin hjá felagnum fer fram úti á gomlu saltsøluni, bygningur, sum Tórshavnar Havn eigur. Sjálvandi ynskja vit eisini skiftingarrúm og uppihaldsrúm,  men Føroya Landsstýri skal geva loyvi til tess, og peningur skal til, sigur Rúni Joensen at enda.

Tólv ára gomlu genturnar eru ógvuliga prátingarsamar og gleða seg til fyrsta róðurin í Klaksvík, men tú ert keddur um, at Róðrarfelagið Knørrur ikki fær mannað størri bátastøddirnar, tí størri bátastøddirnar í FM-róðrunum eru nógv fækkaðar seinnu árini. Nú er at vóna, at Róðrarfelagið Knørrur sleppur at halda fram at hava sítt virksemi í gamla pakkhúsinum hjá Evensen. Plássið er ótrúliga væl egnað til kappróðrarfelag, tí rógvarar skapa lív og virksemi í økinum. (Vagnur)

Virksemið byrjaði í søguliga neystinum við "Lágikai". (Mynd Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *