Ein neistavinur úr Haldarsvík er farin

Vit hava júst vunnið steypakapping í Vestmanna. Kristian hjá Kallu við steypinum.

Sunnudagin 13. mai andaðist Kristian Samuelsen úr Haldarsvík eftir at hava verið sjúkur í rúma tíð. Kristian bleiv 63 ára gamal. Miðskeiðis í 60-árunum kom Kristian til Havnar í læru sum bilmekanikari hjá Vilhelmi Nielsen, sum tá var stór bilsøla og verkstaður, har Smyril Line í dag hevur ferðaskrivstovu.

Sjálvur kom eg eisini í læru sum bilmekanikari á sama verkstaði sum Kristian. Vit vóru tá tólv lærlingar. Fyritøkan seldi Opel bilar, Vauxhall bilar, Bedford lastbilar og gravimaskinur. Kristian og eg arbeiddu mangan saman. Tá ið Kristian fekk sveinabrævið, kom hann fyri tað mesta at arbeiða á vørugoymsluni.

Kristian hjá Kallu var ógvuliga positivur maður.

Kristian var skemtingarsamur lærlingur, og hann var altíð á ferð. Umframt at arbeiða saman á verkstaðnum hjá Vilhelmi Nielsen, spældu vit eisini hondbólt saman, fyrst á unglingaliðnum hjá Neistanumm og seinni í bestu deildini eitt skifti. Og minnini eru góð frá hesi tíðini. Kristian var okkara góði málverji.

Oyggjarvegurin var bundin saman í 1966, og tá gekk leiðin mangan til Haldarsvíkar í Austin bilinum hjá Kristiani. Hann hevði júst tá fingið koyrikort. Minnist serliga, hvussu blíð Kalla, mamma Kristian, var við okkum, tá ið vit komu á vitjan. Tað vóru so nógvir Kristian-ir í familjuni, tí æt Kristian í okkara verð Kristian hjá Kallu.

Seinni fer Kristian aftur til Haldarsvíkar, fær familju og byggir sær hús. Við tíðini hittust vit bara í Gundadali, tá ið hann arbeiddi upp á bensinpumpurnar hjá Statoil. Hann koyrdi í serligum bili við tanga í lastini kring oyggjarnar og stillaði og umvældi bensin- og dieselpumpurnar.

Kristian hjá Kallu var EB/Streymur-viðhaldsmaður um ein háls. Bróðursynirnir spældu á besta liðnum, og hann segði mær einaferð, at vinmenn í Haldarsvík hittust hvønn sunnumorgun hjá honum til kaffimunn, har teir tóku saman um støðuna hjá EB/Streymi, og hvussu mundi fara at gangast liðnum seinnapartin. EB/Streymur var hansara hjartabarn.

Kristian var ótrúliga fittur persónur, sum øll fólk blivu góð við. Blíðskortaður og vinaligur. Nú er hansara tíð runnin, og ein av okkara trúgvu neistavinum er farin.

Hvil í friði, vit hava góð minni um teg, Kristian. (Vagnur Michelsen)

Viðmerkingar

viðmerkingar

En tanke om “Ein neistavinur úr Haldarsvík er farin

  1. Eg taki fult undir við hesum orðunum.
    Hvíl í friði, góði vinmaðurin.
    Finn Bjørn.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *