Argja Róðrarfelag er gott og væl skipað róðararfelag við góðum neysti, men felagið kann ikki hýsa øllum bátunum, tí byggja tey upp í neystið. Felagið merkir eins og onnur feløg kring landið frágongd av ungum rógvarum, tí ungir rógvarar fara uttanlands. Fróði Olsen er formaður í felagnum.
Øll róðraráhugað kenna navnið Argjabátin, Blik, Lóm og Teistan, bátar, sum hava sett dám á føroyskan kappróður. Serliga eru eyguni vend ímóti Argjabátinum, sum var størsta bátastøddin hjá felagnum, áðrenn tey ognaðu sær 10-mannafarið Hoyvíking. Argjabáturin hevur vunnið nógv.
Argjabáturin vann FM-heitið í fjør. 5-mannafarið Blikur hevur vunnið nógv, meðan 6-mannafarið Lómur ikki hevur staðið so væl. 5-mannafarið Teistin er ein av nýggju bátunum hjá felagnum. Fróði Olsen er formaður í Argja Róðrarfelag.
-Vit kunnu ikki siga annað, at tað sær gott út í summar, sjálvt um vit eru farin frá 80 rógvarum til 60 rógvarar. Tvær barnamanningar rógva í summar, Blikur er mannaður við gentum og kvinnum. Teistin er mannaður við dreingjum, Lómur við monnum og Argjabáturin er mannaður. Vit missa rógvarar hvørt ár, tí tey ungu fara nógv uttanlands, so skjótt tey eru liðug við miðnámsskúlan, tí lítið arbeiði er at fáa í Føroyum til henda aldursbólk.
-Føroyskur kappróður er viknaður nakað seinastu árini, sjálvt um vit á Argjum hava allar bátarnar mannaðar. Eg haldi, at summi feløg og eisini fjølmiðlar venda kikaranum alt ov nógv ímóti 10-mannaførunum og gloyma manga minni bátastøddurnar. Sum róðrarfelag og nevnd royna vit at venda okkum nógv ímóti teimum ungu. Vit fylgja væl við ungu manningunum, og tá ið tey koma aftur frá stevnu, hittast vit til eina bita í neystinum, har vit eisini taka saman um FM-róðrarnar. Summi hava klárað seg væl og onnur kanska minni væl. Men øll fáa frá okkum nøkur orð við á róðrarleiðina hesa løtuna.
-Tú sært, at vit byggja út neystið. Vit hava ikki pláss til allar bátarnar, tí var tíðin nú komin, at vit máttu taka stóra takið. Grundin er stoypt, nú bíða vit eftir elementunum. Felagið eigur nýggjar og gamlar bátar, men ikki er pláss fyri øllum bátunum í núverandi neysti. Nakrir av eldru bátunum standa í gomlu saltsøluni á vestaru bryggju, bátur stendur í øðrum neysti á Argjum, og bátur stendur eisini í bingju uttanfyri. Hetta mugu vit sleppa undan.
Í fjør summar róðu 80 rógvarar í felagnum, sum kanska var nakað nógv. Nú rógva 60 rógvarar. Eg kann leggja aftrat, at Hoyvíkingur er mannaður við oldboys og Lómur við oldgirls. Tey skulu jú rógva um FM-heitið í summar, sigur Fróði at enda.
Eg havi tað fatan, at Argja Róðrarfelag er í góðum hondum, og bátar hjá felagnum eru altíð frammalagi í FM-róðrunum. Argjabáturin vann FM-heitið í fjør, menninir umborð á Lómi blivu nummarið tvey, Blikur við dreingjum nummar trý, Blikur við kvinnum nummar trý og Blikur við barnamanning gentum gjørdust nummar tvey. (Vagnur)


