
Góð minni frá Mylluhylinum seinast í 50 árunum. Djúpi stóri hylurin fær tankarnar at sveima. (Mynd Vagnur)
Í seinastu viku var frálíkt kalt veður, og eg spákaði mær fram við Sandá, har vit ungu hava so nógv góð minni frá barna- og ungdómsárunum. Sandagerð er perla í Havn og ikki at gloyma Mylluhylurin, har vit lærdu at svimja. Tá var Sandá rein, men tað er hon tíverri ikki longur, og hetta er ov galið, tí nógv fólk koma í Sandagerð ein góðveðursdag.
Sandurin í Sandagerði var væl minni, enn tá ið eg var ungur. Sandur varð tikin úr Sandagerði til tess at stoypa húsagrundir, og fyri ikki so nógvum árum síðani, pumpaði sandbátur nógvan sand í Sandagerð, so hvalvágin kundi gerast enn betur. Á mínum ungu árum var eingin sandur fram við bakkanum niðan ímóti Landssjúkrahúsinum.
Í Sandagerði er vakur prestagarður, sum varð bygdur í 1789, tá ið Rasmus Jørgen Winther var prestur í Havn. Prestur búði í prestagarðinum frá 1789 til 1944, tá ið próst Dahl doyði. Sonurin Sverri Dahl við familju, sum ikki var prestur, slapp at búgva í húsinum til Sverri Dahl doyði í 1987. Tá var kona Sverra deyð, og dótturin búði í Danmark. Prestagarðurin trongdi til ábøtur, og eingi búði har í nøkur ár. Tá ið prestagarðurin varð umvældur, flutti Sverri Steinhólm prestur við familju í prestagarðin.

Prestagarðurin frá 1789 til høgru. Sandurin var ikki eins stórur og á okkara ungu døgum. (Mynd Vagnur)
Eru nógv góð minni í Sandagerði, so eru minnini ikki minni uppi við Mylluhylin, har vit lærdu at svimja. Hetta var seinnapartin í 50-árunum. Oman fyri Spinnaríið við Sandá er djúpur stórur hylur, har nógvir ungdómar svumu og kavaðu frá ymsum stórum steinum. Longri upp er minni hylur, sum var grynri, har vit fyrst lærdu okkum at flóta, áðrenn vit tordu oman í djúpa Mylluhylin.
Tað var í 1903, at Johan Evensen og Valdermar Lützen byrjaðu spinnarí í fabrikkini í Rættará. Í 1909 læt Johan Evensen nýtt spinnarí byggja við Sandá, og tá tók Valdemar Lützen seg úr hesari vinnu. Spinnaríið var drivið við vatnorku, og eg minnist væl stóra træhjólið, sum ikki er til longur, og trærennurnar, sum leiddu vatnið til hjólið. Spinnaríið brúkti vatnorku til møguleiki seinni var at fáa el-orku.

Eg minnist væl stóra træhjólið og trærennurnar, sum leiddu vatnið til hjólið. (Mynd Fornminnissavnið)
Johan Evensen doyði í 1935, og hann er fyrstu persónurin, sum er jarðaður í “nýggja” kirkjugarði við Velbastaðvegin. Edvard Samuelsen dreiv spinnaríið víðari, men í 1960 steðgaðu alt virksemið í spinnarínum við Sandá. Seinni bleiv húsið brúkt sum maskinverkstaður, og nú er bygt upp í spinnaríið, og stórur møbulhandil heldur til í húsinum, sum á serligan hátt er bygt út í Sandá.
Henda kalda fyrrapart steðgaði eg fyrst við Mylluhylin, og har var alt við sama lag, sum tá ið vit svumu í hylinum seinast í 50-árunum. Tað vantaðu bara svimjararnar. Tankarnir sveimaðu hesa løtuna, og eg sá fyri mær djarvastu dreingirnar kava frá steinum høgt uppi. Í hylinum var mangan so mikið nógv fólk, at tað var óskrivað lóg, at tá mátti ikki kavast í hylin frá fleiri metra hædd.
Eg spákaði longri niðan og kom til minna hylin, og har var eisini alt við sama lag. Høvdin, har vit aftanfyri skiftu i svimjuklæði, og steinarnir, sum vit stóðu á, tá ið vit lærdu okkum at kava. Eg minnist slett ikki kuldan, men óivað vóru vit troytt og køld, tá ið vit gingu til húsa aftur heim á Landavegin.
Tað pínur mítt hjarta at síggja, at tað ikki eydnast at hava Sandá reina, henda vakra áin, sum byrjar langt inni í Havnardali. Henda dagin sást nakað myrkt í ánni sum óivað stavar frá fjósum og bóndagørðum, sum eru fram við Sandá. Men dálkingin byrjar longu heilt úti í Havnardali, tí har eru stórir bilkirkjugarðar, og tú sært brúna rustvatnið seyra undan nógvastaðni og í ánna. Í Havnardali var brennistøð, og motorar og annað var ikki tikið úr bilunum, tá ið tyrvt var oman yvir teir. Og hetta skal Sandá svíða fyri í nógv, nógv ár. Spell ótrúliga spell. (Vagnur)

