Eitt H71 lið uttan Bogdan Florea ímóti vælhýrdum KÍF liði hevði lítið at bjóða í fyrra hálvleiki, har KÍF var klárt betri liðið. Úr Kollafirði verður sagt, at eingin H71 spælari var at skjóta langskot, tí fekk H71 bara seks mál í fyrra hálvleiki. Tó so einaferð fyrst í seinna hálvleiki ressaðist H71 við við skjótum og góðum spæli, og knappliga var støðan 16-14 til KÍF. Men so tók KÍF seg saman aftur og tók leiðsluna í dystinum í tryggum sigri. Ein hoyvíkingur segði mær í seinastu viku, at nú má Esbern Patursson koma heima at skriva uppgávu, annars koma Føroyameistaranir ikki í FM-finalurinar. Nakað kann vera um tað, men ikki er enn ov seint.
Dystargongdin var henda: Fá mál komu fyrsta korterið, tí tá er KÍF á odda 5-2. Men KÍF dregur síðani frá, og H71 er í einum sjáldsomum málturki restina av hálvleikinum, meðan KÍF skjýtur seks mál seinastu fimm minuttirnar og kann fara til hálvleiks við 15-6 leiðslu. Men tað var eitt heilt annað H71 lið, sum kom út til seinna hálvleik og fekk flúgvandi byrjan, meðan KÍF liðið kanska tók sær av løttum. Tíggju minuttir spældir, og nú var knappliga 16-14 til KÍF, og liðini fylgdust eisini næstu tíggju minuttirnar, tí tá var støðan 21-19 til KÍF, og alt talaði fyri spennandi endaspurti. Men so steðgaði H71 upp, og KÍF setti fer á aftur spælið og vann seinastu tíggju minuttirnar 8-2. Dysturin endaði 29-21 til KÍF:
Málskjúttar KÍF: Andrias Nielsen 6, Rúni Joensen 6, Hans Eli Sigurdbjørnson 5, Nicklas Selvig 5, Rógvi Weihe 3, Gert Hansen 3 og Teitur Joensen 1
Málskjúttar H71: Rógvi Sørensen 8, Niels Viggo Niclasen 4, Rúni Højgaard 4, Bogi Davidsen 2, Hanus Norðberg 2 og Ari J. Olsen 1
Dómarar: Hannis Wardum og Uni Wardum
StÍF-Kyndil 22-22(7-12) StÍF javnaði seinasta minutti
Kyndil kann kanska iðra seg um, at liðið bara fekk eitt stig á Skála ímóti StÍF, tí Kyndil fekk flúgvandi byrjan í dystinum og var á odda 12-7 í hálvleikinum. Av Skála verður sagt, at einki bar til hjá StÍF í fyrra hálvleiki, og at Kyndilsverjan var ótrúliga góð. Men seinast í dystinum spældi StÍF í góðum endaspurti heilt væl. Dystargongdin var henda:
Tíggju minuttir spældir og Kyndil á odda 4-3. Síðani hevur Kyndil leiðsluna 10-4 eftir 25 minuttir spæl, og StÍF fær einki mál í ellivu minuttir. Kyndil endar fyrra hálvleik best og fer til hálvleiks við 12-7 leiðslu. Í seinna hálvleiki talar einki fyri, at StÍF kemur inn aftur í dystin, tí eftir fimtan minuttir er Kyndil á odda 18-11. Ikki fyrr enn seinastu átta minuttirnar bítur StÍF veruliga frá sær, og tá fáa áskoðararnir ein ótrúliga spennandi endaspurt frá StÍF. Tá eg ringdi inn á Skála tríggjar minuttir fyri dystarlok, var Kyndil á odda við trimum mál, og maðurin, eg tosaði við, helt, at Kyndil fór at vinna dystin.
Meðan StÍF skjýtur tólv mál fystu 50 minuttirnar, so skutu teir tíggju mál seinastu átta minuttirnar í dystinum? Sig so tað. StÍF fekk javna til 22-22 í seinasta minutti. (Vagnur)
Málskjúttar StÍF: Sveinur Justinussen 7, Pætur Joensen 5, Steinar Prestá 5, Marius Joensen 3 og Jógvan G. Joensen 2
Málskjúttar Kyndils: Finnar Hansson 5, Høgni Klein Olsen 4, Ludvík Súnason 3, Josef Abrahamsen 3, Hørdur F. Sigtórsson 3, Frank Askildsen 2, Andrias Sólsker 1 og Hans Áki Dal Christiansen 1
Dómarar: Arnar Dam og Thomas Juul Thomsen
| Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
| 1 | KÍF | 9 | 267 | 204 | 63 | 15 |
| 2 | VÍF | 8 | 219 | 188 | 31 | 12 |
| 3 | H71 | 9 | 247 | 233 | 14 | 10 |
| 4 | StÍF | 9 | 237 | 213 | 24 | 9 |
| 5 | Kyndil | 9 | 229 | 226 | 3 | 8 |
| 6 | Neistin | 8 | 194 | 205 | -11 | 6 |
| 7 | Team Klaksvík | 8 | 146 | 270 | -124 | 0 |

