Fríða er komin aftur úr Íslandi eftir at hava staðið í málinum í vetur hjá KA/Þór úr Akureyri. Fríða er farin aftur í gamla starvið sum pedagogur, og sjálvt um hon er biðin at koma yvir aftur til Ìslands, so er avgerðin ikki tikin enn. Í bestu deildini í Íslandi spæla níggju lið, KA/Þór, sum var nýtt lið í deildini bleiv nummar sjey og var bara eitt stig frá at spæla endaspæl. Tú hevur hitt Fríðu.
Tað lagaði seg soleiðis hjá neistakvinnum, at tá ið Erla Eliasen kom til Føroya at vera í eitt ár, fór Fríða Petersen til Íslands at royna nýggjar avbjóðingar. Fríða hevði júst staðið branddystir í FM-finalunum við neistakvinnum, tá ið hon tók av tilboði frá KA/Þór úr Akureyri. Spennandi avbjóðing hjá Fríðu at taka. Nú er Fríða aftur í Føroyum, og tú spyrt hana, hvussu hilnaðist í Íslandi.
– Mær dámdi ótrúliga væl á Akureyri, sum er býur á stødd við Havnina. Fólk kenna hvønn annan og eru ógvuliga fyrikomandi. Eg hevði íbúð í gongugøtuni í miðbýnum og búði væl. Vit vandu ótrúliga nógv fyrstu tíðina einar átta til tíggju ferðir um vikuna, har morgunvenjing klokkan sjey var partur av veningini. Vit vandu so ofta, tí liðið kom nakað seint í gongd við venjingina. Sum kappingin leið fóru vit at venja fimm, seks ferðir um vikuna.
– Eg var fyrsti málverji hjá KA/Þór og haldi, at eg mentist nógv sum málverji, og tað gekk væl. Málmansvenjing var nógv fyrstu tíðina, men minkaði so aftur. Tú kanst siga, at íslendska kvinnukappingin gongur í trimum bólkum. Ovast Valur, Fram og so ÌBV, miðan Stjarnan, HK, Grótta og so KA/Tór, Haukar og FH. Seks lið fara víðari til endaspæl. Sum tú sært á stigatalvuni fyri endaspælið, vóru vit bara eitt stig at koma í endaspælið. Íslendska endaspælið verður spælt í løtuni, men vit vóru lidnar at spæla fyri hálvumøðrum mánaða síðani.
-Nógvir áskoðarar koma til dystirnar á Akureyri. Høllin er fullsett, tá ið menninir spæla, og tað komu eisini fleiri og fleiri áskoðarar til okkara dystir. Tey bestu liðini í Íslandi er betri enn bestu føroysku liðini. Okkara lið var nýtt lið í deildini, og vit taptu bara við átta málum ímóti toppliði nú í endanum. Fáir útlendskir spælarar eru í kappingini, fýra spæla tó við ÍBV úr Vestmannaoyggjum, sigur Fríða at enda.
Hon hevur tilboð at koma aftur til Íslands, men eingin avgerð er tikin enn. Íslendska kappingini byrjar fyrsta vikuskifti í oktobur mánað, og endaspælið er ikki liðugtspælt enn. Endaspælið byrjar við, at nummar trý og seks og fýra og fimm spæla fyrst. Valur og Fram sita yvir fyrsta umfar í endaspælinum.
So er spurningurin. Erla Eliasen hevur boðað frá, at hon fer aftur til Danmarkar, kunnu vit so ímynda okkum, at Fríða fer aftur í neistamálið? Fríða hevur onga avgerð tikið enn, um hon fer aftur til Íslands. (Vagnur)
Endaliga støðan fyri endaspælið. Tað verður Valur ella Fram, sum vinna íslendska meistaraheitið. Valur vann 23-22 á Fram um vikuskiftið. Tey spæla best av fimm finalum, støðan í løtuni er 1-1.
| Lið |
L |
U |
J |
T |
M |
S |
|
1. Valur |
16 | 15 | 0 | 1 | 509:349 | 30 |
|
2. Fram |
16 | 14 | 0 | 2 | 448:331 | 28 |
|
3. ÍBV |
16 | 11 | 0 | 5 | 423:377 | 22 |
|
4. Stjarnan |
16 | 9 | 0 | 7 | 454:433 | 18 |
|
5. HK |
16 | 8 | 0 | 8 | 441:432 | 16 |
|
6. Grótta |
16 | 4 | 2 | 10 | 373:440 | 10 |
|
7. KA/Þór |
16 | 4 | 1 | 11 | 373:437 | 9 |
|
8. Haukar |
16 | 3 | 0 | 13 | 400:494 | 6 |
|
9. FH |
16 | 2 | 1 | 13 | 333:461 | 5 |


