KÍF-VÍF 24-26(9-15) KÍF fekk vánaliga byrjan

VÍF er flúgvandi í løtuni og hevur vunnið bæði á Kyndli og nú KÍF. (Mynd Álvur)

VÍF gjørdi kvetti at vinna á KÍF í høllini í Kollafirði, tí KÍF hevði fyri dystin í dag bert mist eitt stig. Eg hitti Jan Ottosen og spurdi hann, um VÍF hevði lagt serliga taktikk til tess at knúgva KÍF á heimavølli.

 – Eg haldi, at tað kom óvart og óvæntað á KÍF, at vit mansvardu Hans Eli frá byrjan og fóru aftur í eina 5-0 flata verju. Eli stendur væl í málinum, verjan er góð og skal hava rós.

– Eisini spældu vit væl í álopinum. Í seinna hálvleiki mansverjir KÍF Filip, og tá ið KÍF kemur heilt nær 24-23 til VÍF, er feril av panikki á liðnum, men einastaðni føldi eg kortini, at vit høvdu tak á støðuni. Eg hitti eisini KÍF venjaran Jacob Jónsson eftir dysti, og hann sigur.

-Høvuðsorsøkin, at vit fingu so út av lagi vánaliga byrjan, var, at vit brendu ótrúliga nógvar málmøguleikar. Eg taldi 21 upplagdar møguleikar, og tá kanst tú ikki vinna dyst millum eitt og tvey í kappingini, so einfalt er tað. Í seinna hálvleiki brúka vit nógvar orku at fáa fatur í VÍF, og vit koma til støðuna 23-24 og 24-25, men so megna vit ikki at halda tørn og hava ikki hepni við okkum, sigur Jacob í stuttari viðmerking.

VÍF var á odda 11-2, tá ið seytjan minuttir vóru spældir og løtu seinni á odda 14-5. KÍF kom nakað nærri beint fyri hálvleik, so hálvleikstøðan gjørdist 15-9 til VÍF. KÍF fekk góða byrjan fyrst í seinna hálvleiki og minkaði munin niður í 16-13, men sama frástøðan helt sær trý, fýra mál til tíggju minuttir vóru eftir at spæla. Tá kom veruligur spenningur í dystin, tí KÍF kom nærri og nærri. Fimm minuttir fyri leiklok var VÍF á odda 24-23 og 25-24, og tað var eisini VÍF, sum fór við sigrinum 26-24. (Vagnur)

Málskjúttar KÍF: Hans Eli Sigurbjønsson 7, Andiras Nielsen 6, Niclas Selvig 5, Rúni Joensen 3, Arnbjørn Hansen 2 og Gert Hansen 1

Málskjúttar VÍF: Martin Ritto 7, Filip Jojvic 6, Andrias Eriksen 5, Rasmus Junker 4, Magnus Müller 2, Agnar Joensen 1 og Bárður Brimvík 1

Dómarar: Hanns Wardum og Uni Wardum

Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 KÍF 7 212 162 50 11
2 VÍF 7 189 165 24 10
3 H71 7 199 176 23 10
4 StÍF 7 192 161 31 8
5 Kyndil 7 186 178 8 7
6 Neistin 6 129 151 -22 2
7 VB 0 0 0 0 0
8 Team Klaksvík 7 119 233 -114 0

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *