Havi altíð havt tað soleiðis, at tá ið eg komi út á bygd ella í bý, vilt eg ofta síggja standmyndir, serligar bygningar og vitja kirkugarðin. Tá vit koyra eftir Biskopsstøðgøtu nær Betesta, síggja vit vakra standmynd av vinnulívsmanninum J.F.Kjølbro, sála, persónur, sum hevur havt ótrúligan stóran týdning fyri Klaksvíkina.
Eg visti nakað um kenda klaksvíkingin longu frá ungum árum, men nú vildi eg vita eitt sindur meira um mannin, sum kundi knýtast at standmyndini. Og hetta var áhugaverdur lesnaður.
J.F.Kjølbro Joen Frederik Kjølbro varð føddur í Klaksvík 25. februar 1887 og doyði 6. februar 1967. Og tað eru ikki hissini avrik, maðurin fekk frá hondini. Skúlagongdin var ikki tann nógva hjá manninum, vanliga fólkaskúlan og nakrar mánaðir á handilsskúla í Danmark. (Greinin skrivað 27. november 2013)
Men Kjølbro hevði serlig vinnulívsevni. Afturkomin úr Danmark arbeiddi hann tólv ár hjá Jørgen Beck & Sønner, sum hevði yvirtikið monopolhandilin í Klaksvík. Í 1915 legði J.F. Kjølbro til brátts sjálvir, tá ið hann læt upp handil í egnum sethúsum. Hann átti longu tá part í útróðrarbátum, og skjótt gjørdi hann sítt egina atløgupláss, so hann kundi turka fisk uttandura.
Saman við bróðrinum Davidi Joensen og øðrum skiparum keypti Kjølbro fleiri fiskiskip, hann yvirtók stóran handil, bygdi skipasmiðju, bygdi fiskiturkivirki og ísvirki. Undir seinna heimsbardaga varð ísfiskur seldur til Bretlands, sum tá var einasta útflutningsvøra hjá føroyingum.
Tað gekk sum eftir ánni hjá Kjølbro, hann keypti skipasmiðju á Skála, sum bleiv nýtímansgjørd, og hann bygdi ullavirki í Klaksvík. Eftir seinna heimsbardaga bygda hann guanofabrikk, keypti nýggjar trolarar, og í 1957 bygdi hann farmaskip í Týsklandi.
Umframt at Kjølbro var vinnulívsmaður, hevði hann nógv álítisstørv. Var løgtingslimur stutt skifti, limur í Klaksvíkar býráð, var í leiðsluni í Sjóvinnubankanum og var eitt skifti limur í umboðsráðnum í Norðoya Sparikassa.
Kjølbro er størsti vinnulívsmaður í Føroyur nakrantíð, tí tá ið mest virksemi var í fyritøkuni, arbeiddu næstan 1000 fólk hjá fyritøkuni. Kjølbro doyði í 1967, og familan við soninum Evaldi Kjølbro á odda førdi fyritøkuna víðari. J.F.Kjølbro er framvegis stór fyritøka, men nú er hon farin á aðrar hendur.
Nógv er skrivað um J.F. Kjølbro. Hetta skuldu bara vera lítil tekstur aftrat myndini, sum eg tók av standmyndini í Klaksvík. Til stuttleika kann nevnast, at Jógvan Kjølbro var limur í Brøðrasamkomuni í Klaksvík, og tað verður sagt, at hann var orsøkin til, at samkoman vaks so skjótt í Norðoyggjum. Nógv av starvfólkunum bæði á landi og umborð á nógvu skipunum hjá fyritøkuni valdu bøðrasamkomuna fram um fólkakirkjuna.
Umleið 40% av øllum klaksvíkingum eru limir í brøðrasamkomuni, hetta er áhugavert, tí mett verður, at eini 12% av føroyingum eru limir í brøðrasamkomuni. Eingin ivi er um, at Jógvan Kjølbro er orsøkin til stóra % talið í Klaksvík.
Vøkur standmynd av J.F Kjølbro í Klaksvík, og tankarnir sveima, tá ið eg síggi standmyndina, sum Hans Pauli Olsen gjørdi. Kjølbro er dømi um, at tú kanst ikki læra til góðan serligan vinnulívsmann, hetta eru viðfødd evni eins og aðrar gávur eru viðføddar. Eitt sindur av skúlagongd ger tað ikki verri, men dømini eru nógv, at fólk hava spunnið gull í Føroyum bara við sjey ára skúlagongd. (Vagnur)


