H71 vann seinnapartin tryggan sigur á Kyndli, og tað var bara fyrstu tíggju minuttirnar javnt gekk á. Spældir eru sjey minuttir og javnleikur 5-5, men næstu tíggju minuttirnar tekur H71 leiðsluna við tveimum og trimum málum.
Tó nærkast Kyndil, tí tá tjúgu minuttir eru spældir, er H71 á odda við 13-11 og løtu seinni 13-12. Hálvleikstøðan 16-13 til H71.
Í seinna hálvleiki dregur H71 veruliga frá, tí eftir tíggju minuttir, er H71 á odda 20-13 og løtu seinni 24-17. Kyndil nærkast eitt sindur ímóti endanum, tí tá ið 23 minuttir eru spældir, er H71 á odda 27-23. H71 vinnur tryggan sigur 31-25.
Eg fekk fatur í neistamanni eftir dystin, og hann sigur soleiðis: – Liðini byrjaðu sum eitt ódnarveður við nógvum skjótálopum, ongari verju og nógv mál skotin.
– Dysturin var merktur av mansverjum. H71 mansvardi Finn Hansson mest sum allan dystin, og eitt skifti í seinna hálvleiki mansvardu kyndilsmenn Rógva Højgaard og Bogdan Florea. Mansverjan av Finni Hansson gjørdi, at kyndilsálopið hevði ov lítið at bjóða, tó var Birgir Poulsen óførur við sínum sjey málum.
Kyndil kemur nærri seinast í dystinum og hevur brotskast við støðuna 27-23, men Kyndil brennur brotskastið. Eingin ivi er um, at panikkur var í H71 liðnum hesa løtuna, tí liðið megnaði ikki at loysa upp í álopinum, tá ið Rógvi og Bogdan vóru mansvardir. Við at taka linjuspælaran út og seta bakspælara inn, fær H71 skil aftur á álopið og vinnur trygt dystin, sigur eygleiðarin. Thomas Juul Thomsen og Arnar Dam dømdu dystin. (Vagnur)
Málskjúttar H71: Bogi Davidsen 7, Rógvi Sørensen 6, Bogdan Florea 6, Sigmundur Nolseø 5, Niels Viggo Niclasson 3, Rúni Højgaard 2 og Poul Kjartan Dam 2
Málskjúttar Kyndils: Birgir Poulsen 7, Andrias Sólsker 4, Ludvík Súnason 4, Hørður F. Sigtórsson 3, Josef Abrahamsen 3, Finnur Hansson 1 og Frank Askildsen 1
