
Rebekka Justinussen skeyt tíggju mál, og hon skeyt eisini seinasta og avgerandi málið í seinasta minutti. (Mynd Vagnur)
Ein spennandi hondbóltsdystur í bestu kvinnudeildini varð spældur í kvøld millum VÍF/Tjaldur og StÍF. Dysturin varð spældur í høllini í Runavík. Eg sá ikki dystin, men skrivi hesi orð úr dómaraseðlinum. StÍF kom á odda tíðliga í dystinum 4-1, men tá tíggju minuttir vóru spældir var javnleikur 4-4. Javnt gekk síðani á, og tá ið tjúgu minuttir vóru spældir var javnleikur 9-9. StÍF kom á odda 13-11, og liðini fóru til hálvleik við StÍF leiðslu 14-12.
Í seinna hálvleiki gekk javnt á, og tá ið níggju minuttir vóru spældir var javnleikur 16-16. Javnt var framvegis næstu tíggju minuttirnar, tí eftir tjúgu minuttir spæl var StÍF á odda 20-19. Fá mál vóru skotin næstu átta minuttirnar, men nú var VÍF/Tjaldur knappliga á odda 21-20, men í næstseinasta og seinasta minutti skeyt Rebekka tvey mál, so StÍF vann dystin 22-21.
Eg síggi í dómaraseðlinum, at Liljan Djurhuus úr VÍF/Tjaldur spælir aftur, og hon skeyt sjey mál. Stóri skjúttin í dystinum var Rebekka Justinussen úr StÍF, sum skeyt tíggju mál. Regin Petersen og Ragnar Simonsen dømdu dystin. (Vagnur)
Málskjúttar VÍF/Tjaldur: Liljan Djurhuus 7, Adina Petrea 4, Sarah Hansen 3, Heidi Sevdal 2, Amanda Kristensen 2, Barbara Nygaard 2 og Tóra Seloy 1
Málskjúttar StÍF: Rebekka Justinussen 10, Fríðrun Danielsen 5, Paula Høgnesen 5, Oddrun Danielsen 1 og Guðrið Poulsen 1
Viðmerkingar frá Áka Olsen um dystin
Í morgin ringdi eg til formannin í VÍF Áka Olsen at fáa at vita meir um dystin mikukvøldið. Og hann sigur: Vit sóu ikki ein væl spældan dyst, men dysturin var javnar og spennandi. Serliga gjørdi VÍF/Tjaldur spælararnir heilt nógvar villur og misbrúktu nógvar upplagdar málmøguleikar. Samansetta liðið er ikki enn nóg væl samanspælt, eisini tá ið vit hugsa um, at Liljan Djurhuus vegna skaða bara hevur vant eina ferð í ein mánað. Hon gjørdi veruligan mun, tá ið hon kom á vøllin. Eg haldi, at VÍF/Tjaldur gjørdi ov skjótt av í álopsspælinum.
StÍF hevði betri tak á støðuni og var eitt fet framman fyri allan dystin. Tær spældu skjótari enn vanligt, og Rebekka Justinussen var besti spælarin á vøllinum, og tað var eisini hon, sum avgjørdi dystin í seinastu minuttunum. Taka vit saman um allan dystin, so hevði StÍF uppiborið at vunnið dystin, tí tær vóru stinnara eisini í avgerandi løtum. Tá ið tað er sagt, so hevur VÍF/Tjaldur manning til frálíkt lið, og tað var áhugavert at síggja Vivian Petersen koma í málið hjá VÍF/Tjaldur, hon er ein frálíkur málverji. Vivian er júst byrað aftur at venja, tí hon hevur siglt við Høgabergi, sigur Áki í stuttari viðmerking um dystin mikukvøldið. (Vagnur)
| Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
| 1 | Neistin | 3 | 95 | 67 | 28 | 6 |
| 2 | VB | 4 | 98 | 99 | -1 | 5 |
| 3 | Kyndil | 2 | 44 | 41 | 3 | 3 |
| 4 | StÍF | 2 | 47 | 53 | -6 | 2 |
| 5 | VÍF/Tjaldur | 2 | 44 | 51 | -7 | 0 |
| 6 | Stjørnan | 3 | 58 | 75 | -17 | 0 |