Sofus Andreasen doyði 33 ára gamal av krígsávum í 1940

Gráu húsini Landavegur 59 hjá Miu Andreasen bygd í 1950. Myndina av Sofusi  Andreasen stýrimanni  eigur dóttirin Marita Guttesen.

Tá eg var smádrongur við Landavegin, kendust vit við øll fólkini bæði ung og eldri frá Kinabrekkuni og oman til handilin hjá Poul Restorff. Summi sjálvandi meira og summi minni. Eg havi av og á í huganum roynt at minnast øll hesi fólkini.  

Nú ein dagin steðgaði eg við húsini Landavegur 59 beint yvir av Vesturkirkjuni. Konuna  róptu vit ungu Bindikonan sum æt Maria rópt Mia. Vit kendu tey trý børnini hjá Bindukonuni Andras, Maritu og Sofus. Eg eri føddur á jólum 1949, og húsini Landavegur 59 hava alla mína tíð staðið har.

Var tað ikki okkurt við, at Bindikonan var einkja, og at maðurin doyði undir krígnum av vanlukku umborð á skipi. Hetta hevði eg hug at fáa skil á?

Fann fyrst fram bókina Víkingasynir, sum Jákup Joensen gav út eftir kríggið við undir tekstinum Úr sjómannsins søgu í krígstíðini 1939 – 1945. Aftast í bókini við yvirskiftini Langfaramenn eru myndir av føroyskum sjómonnum sum sigldu uttanlands og sum fóru av krígsávum.

Farmaskipið  S/S Viking var ávegis frá Frederikshavn til Skotlands.

Í bókini fekk eg skjótt eyguni á Sofus Andreasen mann Bindikonuna. Sofus Andreasen av Strondum stýrimaður var deyður 20. mars 1940 av krígsávum, stendur at lesa undir myndini.

So at ringja til vin mín á Fjóni, sum skjótt fann fram danska farmaskipið S/S Viking, sum týski kavbáturin U-19 sprongdi í luftina tjúgu fjórðingar úr skotska býnum Wick. Skipið var 20. mars 1940 á veg úr Frederikshavn til lítla býin Burntisland í Skotlandi. Skipari á S/S Viking var Johannes Nielsen úr Åbenraa og stýrimaður Sofus Andeasen av Strondum 33 ára gamal.

Danska farmaskipið S/S Viking var einar tjúgu fjórðinga sunnan fyri skotska býin Wick, tá týskur kavbátur sókti danska farmaskipið.

Sambært sjófrágreiðingini varnaðist týski kavbáturin U-19 tvey skip, og tjúgu minuttir seinni sendi kavbáturin torpedo men rakti ikki. Klokkan 4.57 sendi kavbáturin aftur fyrst eina og síðani minut seinni torpedo eftir S/S Viking, so skipið sprongdist og kom standa upp eftir enda og sakk løtu seinni. Sekstan mans vóru við S/S Viking, og tveir av manningini bjargaðu sær á flaka. Fjúrtan sjómenn druknaðu. Nakrar minuttir seinni rakti kavbáturin hitt skipið Bothal, sum sakk eftir lítlari løtu.

Týskur kavbátur sókti tvey skip henda dagin.

Maria og Sofus, sum bæði vóru av Strondum, búðu á Abbatrøð, tá tey giftust, men nakað seinni fluttu tey inn aftur á Strendur. Tey búðu har, tá Sofus í 1940 doyði av krígsávum. Tey áttu børnini Andras (1934 – 2018), Maritu (1938) og Sofus (1940 – 2005). Lítli Sofus var føddur 14. januar 1940 og pápin fór 20. mars 1940, so Lítli Sofus, sum fekk sama navn sum pápin, kom ongantíð at síggja pápan.

Poulina Maria Andreasen rópt Mia (1909-1973) kendu vit ungu sum Bindukonan. Minnist væl hesa konu. Mynd Marita Guttesen.

Dittaði mær at ringja til Maritu dóttir Miu og Sofus, sum var stødd í Spaniu. Eftir at hava tosað eitt sindur um ymist við Landavegin, sigur Marita mær, at mamman flutti av Strondum til Havnar og bygdi sær hús í 1950 við Landavegin. Til lívsins uppihald bant hon nógv á bindumaskinu tilfar, sum hon seldi. Hon hevði eisini mangan tveir navigatørar búgvandi, og so fekk hon krígspening frá danska statinum.

Snældan

Mia, einkjan eftir Sofus Andreasen, sat eftir á Strondum við trimum børnum og tók avgerðina at flyta til Havnar. Carl Olsen og konan Magdalena, sum var systir Miu, høvdu í 1949 stovnað spinnaríið Snælduna á Strondum. Møguliga var hetta startskotið, at Mia fekk sær bindumaskinur og fór at binda troyggjur, hosur og annað at selja. Kann ímynda mær, at Mia kom harvið at hava nært tilknýti til Snælduna á Strondum og harvið fekk fatur í tað tógv, hon ynskti.

Snældan er gomul familju fyritøka, sum frá byrjan var spinnarí, men við tíðina løgdu tey seg eisini eftir at binda og sniðgeva ymisk klæði mest vakrar troyggjur. Odmar Olsen sonur Carl og konan Magdalenu hava leitt fyritøkuna víðari, og sum skilst er triðja ættarliðið eisini komið í fyritøkuna. Greinin er skrivað septembur 2026. (Vagnur)

 

 

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *