Føroyska kvinnulandsliðið vísti serligan stríðsanda í Finnlandi, sigur finsk heimasíða

Góð mynd av finska kvinnulandsliðið, sum spældi tveir dystir ímóti Føroyum.

Lítið hevur verið at hoyrt um landsdystirnar, sum føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti spældi í Finnlandi, uttan tað, at fyrra dystin vann Finnland 27-25, og at seinni dysturin endaði við javnleiki 23-23. Nú havi eg so verið á finskari heimasíðu, og har stendur, at føroysku kvinnurnar vístu “enorman” stríðsvilja, men finska verjan við Sanni Kunnas á odda syrgdi fyri, at finsku kvinnurnar ikki taptu báðar dystirnar. Finski landsliðsvenjarin sigur, at dystirnir ímóti Føroyum vóru júst dystirnir, sum finska liðið hevði brúk fyri í fyrireikingini til HM undankapping í Slovakia, sum verður í døgunum 29 november til og við 3. desember. Finnland skal spæla ímóti Sweis, Slovakia og Grikkalandi.  – Vit høvdu møguleikan í báðum dystunum at venja ymsar manningar, og rós til føroysku kvinnurnar, sum vístu serligan stríðsanda. Dystirnir vóru báðir javnir, men okkara verja forðaði fyri, at Føroyar ikki vunnu dystirnar, sigur venjarin. Tey rósa Sanni Kunnas fyri frálíkt verjuspæl, og at Linda Cainberg og Johanna Hilli vóru álitini í álopsspælinum. Sagt verður eisini úr Finnlandi, at finska liðið er óivað veikasta liðið í bólkinum, sum skal spæla undankapping í Slovakia.

– So er spurningurin? Hvar stendur føroyskur kvinnuhondbóltur í løtuni. Vit hava nógvar góðar spælarar, og onkur hevur sagt, at føroysku kvinnurnar kundu spælt í næstbestu donsku deildini og høvdu kanska ligið í miðjuni í íslendsku bestu deildini. Áðrenn kvinnurnar fóru til Íslands, legði eg upp til at fáa mær góða mynd av landsliðnum eftir dyst  í leikbúnum og ikki í venjingardrakt. Men hetta miseydnaðist.

Higartil hava eg bara sæð vánaliga mynd av landsliðnum, sum óivað er tikin við einari telefon. Í mínari verð eru allar landsliðsmyndir partur av føroyskari hondbóltssøgu, og tað er av stórum týdningini, at HSF syrgir fyri, at góðar landsliðsmyndir verða tiknar, sum so kunnu goymast í myndagoymslu í HSF. Omanfyri síggja vit góða mynd av finsku kvinnunum, sum spældu ímóti føroyingum. (Vagnur)

Her er Finnland í álopi, og vit síggja føroysku spælararnar Turið, Gurið og Duritu.

Frálíkt, at føroyskt lið kann fáa 25 mál og 23 mál í dystin ímóti Finnlandi.

Finnlandi spældi í hvítum búnum og bláum buksum. Hetta eru jú litirnir í finska flagginum.

Her síggja vit landsliðsvenjaran fylgja spælinum á síðulinjuni.

Føroyska liðið er væl samansett við ungum og nakað eldri royndum kvinnum.

Finnar hildu føroyska liðið vera eitt gott lið við serligum stríðsanda.

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *